Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 SOSIALURIN 46 4 Umhvørvisstovan hevur sett sær fyri at steðga ótálmaðari sigling fram við landi, har fuglur heldur til. Tað skrivar stovnurin í tíðindaskrivi, nú síðsta hond er løgd á Ramsar-ætlanirnar fyri Skúvoy, Nólsoy og Mykines. - At sigla ótálmað fram við landi, har fuglur heldur til, ikki minst í reiðringartíðini, skal ikki longur bera til. Sum nú er, kunnu øll sigla allastaðni og til allar tíðir. Fyri at tryggja, at siglingin ikki er til ampa fyri fugl, er neyðugt, at hava skipan fyri, nær, hvar og hvussu skjótt skip og bátar kunnu sigla. Umhvørvisstovan ásannar, at eitt slíkt forboð fer serliga at raka ferðavinnuna, ið skipar fyri slíkum túrum. Størsta hóttanin móti fuglalívinum í Nólsoy, Mykinesi og Skúvoy eru tó ikki bátar, men rottur. Higartil er eingin rotta á nøkrum av nevndu oyggjunum, men hon kann gera óbótaligan skaða. Tí mælir nevndin til, at tiltøk verða sett í verk, so at rotta ikki fær fótafesti á oyggjunum. - Fyrsta stig er at dagføra kunngerðina um oyðing av rottu, og tá serliga fyri at veita betri trygd fyri, at rotta ikki spjaðist til rottufríar oyggjar, t.d. við vøru sum verður flutt til oyggjarnar, skrivar Umhvørvisstovan. Ávarað verður eisini um, at nógvu ferðafólkini í Mykinesi órógva fuglin. - Eisini gongd í haganum kann órógva fuglin. Hetta er tó mest í Mykinesi, har ferðafólk í túsundatali á hvørjum ári ganga túrin út í Hólm at hyggja eftir náttúruni og fugli. Gøtan er í ringum standi av nógvu gongdini. Arbeiðið at umvæla gøtuna er nýliga byrjað. Ramsar-ætlanirnar byrjaðu í 2014 við tí fyri eyga at koma við tilmælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fugl í oynni og umhvørvi teirra. HÓSDAGUR FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR 8-13 m/s 3-8 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s 3-8 m/s Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein norðan og spakuliga makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt ælið, um náttina partvís vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin 5 til 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig. Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 2 og 4 stig. Um náttina eitt skifti skýggjað og regn ella vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig og eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Sunnudagin Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt og hitin um dagin um 5 stig. Um náttina sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s og skýggjað, men yvirhøvur turt og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum eitt skifti snarar í ein vestan. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og ælaveður, partvís við kava ella heglingi. Hitin fellur niður í 2 kuldastig til 2 hitastig 5-10 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Ætlar kringvarpið at draga Súna til Schwartz? Sæð á Facebook: So fóru milliónirnar – Hvat skulu vit nú gera fríggjakvøld? Sprotin sigur soleiðis um orðið: upphædd, ið verður drigin frá inntøku, áðrenn skattur verður roknaður Miðlahúsið og Kringvarp Føroya hava seinastu vikuna varpað ljós á eitt mál um skattafrádrátt hjá Eik Banka upp á 90 milliónir, sum ivi er sáddur um at bankin hevur rætt til. Fríggjadagin fekk Jørgen Niclasen at vita, at hann ikki sleppur at føra málið um ærumeiðing móti sær, í Hægsta rætt. 26 ára gamli Petur Johansen vann fríggjakvøldið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum. Sunnudagin tryggjaði Pál Vitalis Joensen sær rættin at svimja í OL í Rio í summar. Mánadagin varð Guðmundur Joensen settur í starv sum stjóri á ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Mánadagin gjørdist greitt, at eitt nýtt bakarí fer at opna í miðbýnum í Havn. Týsdagin fann Brimil líkið av einum russara, sum datt á sjógv av trolaranum Lazurnyy mánadagin. »Skattafrádráttur« Evropatingið fær javnan fyrispurningar um grind MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt av føroyskum kvinnum í aldrinum 20 til 64 ár arbeiða niðursetta tíð. Hetta er hægsta lutfall í Norðurlondum. 49% MANGT OG HVAT Visti tú? At 785 starvsfólk fylgdu við, tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landinum? UMHVØRVIÐ: