mikudagur 20. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016
SOSIALURIN 46
22
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
E
g arbeiddi nakrar mánaðar
á Hagstovuni, fyrstu
tíðina í Føroyum, eftir at
eg fystu ferð flutti heim
úr Svøríki.
Eftir nakrar dagar legði ein
teirra til merkis, at eg ongantíð
hevði kjøt við í matpakknum. Hon
spurdi, um eg var vegetarur – ein
spurningur, ið altíð ger meg sindur
ótilpass, tí eg veit ikki rættiliga,
hvat eg skal svara. »Eg eti kjøt, tá
ið eg verið boðin, men sleppi eg
at gera av sjálv, so velji eg oftast
okkurt annað«, tað plagar at vera
mítt lunkaða svar.
Hon hugdi bilsin og stúrin at
mær og spurdi so spurningin,
eg ongantíð gloymi: »Etur tú so
ongantíð døgurða?«. Fyrst skilti
eg ikki rættiliga, hvat hon meinti.
Eg hugdi at hennara døgurða
tallerkið frá kantinuni og so at
mínum matpakka.
Ok, jú, hennara fleskasteik
sá meira døgurðakend út enn
salat – ið øllum førum um tú ert
von við, at salat er »iceberg við
nøkrum tomatum og eitt sindur av
piparfrukt«, ja, so er einki undur í
stúrna eygnabránum – átst tú
iceberg salat til døgurða í nakrar
dagar, so hevði tú svøltað – ella tømt
Keypsamtøkuna fyri icebergsalat
(tað skal altso ORDILIGA nógv til
áðrenn, tú fær nóg nógvar kaloriur)
– eitt heilt fjall av iceberg! Ísfjall av
iceberg, ísfjall av ísfjalla salatið. Eg
havi altíð undrað meg um navnið,
kanska er tað tí tað stendst av? At
tú mást eta eitt heilt fjall, áðrenn
tað munar nakað?
Men tað er eingin orsøk at
stúra fyri vegetarunum. Vegetarar
eta annað enn salat, og eta ofta
»døgurða« – og salat kann saktans
vera ein av døgurðunum.
Salat til døgurða?! Tú mást vera
ørð! – Ja, eg eri nokk meira enn
hálv-ørð, men tað ger ikki so nógv
(annaðhvørt í ørðviti, líka sum øll
onnur – ikki so?). Men tá ið eg eti
salat til døgurða, so er tað altso
IKKI ísfjallasalat!
Sum skilst dámar mær einki
serligt ísfjalla salat, og heldur ikki
kinakál. Ísfjallasalat og kinakál
eru nokk orsøkirnar til, at eg ikki
byrjaði at eta salat fyrr enn eg var
í 20’unum – eg havi nøkur keðiligi
»fyrstu-salat-minnir«.
Mítt tilknýtið til salat broyttist,
tá ið eg fyrst í 20’unum fór á ferð
inn í vegetariska heimin, tað er
fantastisk, sum kjøt-avmarkingin
setur hugflogið hjá fólki í gongd!
Nú, eftir fleiri ára salat-royndir, so
geri eg lættliga gott og mettandi
salat – men eg minnnist, hvussu
trupult tað var at byrja við. So
»uppskriftin« hesuferð, er meira
ein vegleiðing enn ein uppskrift.
Ein vegleiðing í hvussu tú skalt
hugsa, um tú vilt gera salat ið
mettar (og smakkar!):
• TAÐ GRØNA: Legg eina grund
av tí grøna. Hetta KANN
sjálvsagt vera icebergsalat/
kinakál, men royn við onkrum
øðrum. Sjálv dámar mær best
grøntkál, spískál ella rukkola.
• FYLLAN: Legg nú á okkurt ið
kann fylla búkin. Eg plagi at
brúka okkurt slag av korni,
epli, grillaðar reyðrøtur, pasta
ella líknandi. Hetta gevur
salatinum tyngd. Hetta er eisini
ein góður máti at fáa brúkt
restir frá døgurðanum fyri.
• TAÐ TUNGA: Eg HATI, tá ið
fólk tosa um mat sum var
tað vísund, men júst tá ið tað
kemur til eina vegleiðing i,
hvussu tú verður mett/mettúr
av salati, ja, so kann tað tykjast
eitt sindur vísundakent. Eg
geri tí her eitt undantak, og
tosið um feitt og protein…
Í eini máltíð er altíð gott at
syrgja fyri, at allir føðslubólkar
eru við: kolhydratir, protein
og feitt. Vanliga hendir hetta
ógvuliga nattúrliga – vit koyra
mjólk í havragrýnið og eta ost
upp á breyð. Men tað er ikki
altíð, at hetta hendir av sær
sjálvum, tá ið tú gert salat,
og tí er gott at hugsa seg um.
Tað tunga kann vera: Fiskur,
kjøt, egg, ostur, nøtir, kjarnir,
bønir, linsir, tofu, jogurt – alt
hetta gevru tær ivaleyst av
proteinum. Avokado kann
eisini leggjast afturat sum
eitt gott tungt feitt innslag.
• TAÐ LEKKRA: Tað er ikki
meiningin, at vit skulu stríðast
við at eta salat. Dámar tær ikki
salat – lat so vera við at eta tað
lær teg so at gera betur salat.
Lívið er ov stutt til vánaligt
salat! Koyr okkurt lekkurt
í títt salat. Okkurt sum tær
dámar, og sum veruliga fær
tað at renna úr tonnunum ;)
Hetta kann fyri meg vera:
Grillað grønmeti, stoktir
soppar, avokado, saltar nøtir,
oliven, turka frukt, fekst grøn
meti mær dámar (tað er tó
bert um summarið at eg brúki
hetta, tí oftast dámar mær
væl, at hetta innslagið er eitt
sindur heitt – hóskar seg betur
í køldu Föroyum, haldi eg),
spejlegg, krutongir, falaffel,
frukt, baka frukt, hakkaðar
kryddurtir… mmmhhh! EG fari
at eta salat til døgurða í kvøld!
• DRESSINGUR: Eg
haldi
ikki,at nakar átti at sloppið
at etið salat uttan dressing.
Dressingurin er tað ið ger
salatið, og NEI, eg tosi ikki
um tousand islands-dressing.
Hitt mest simpla er at
blanda eittsindru av sýru (td
sitrónsaft ella súrepla edikk)
við olju (td olivenolju ella
hasselnøtsolju) og salt – eitt
sindur av hunangi ger tað
ikki verri. Blanda saman og
stoyt útyvir salatið – ella, elt
helvtina inn í grønu grundina,
og stoyr restina útyvir salatið.
Ja, tað plagar at rigga væl.
OBS: Og ger nóg nógv - tú skalt eta
nógv størri mongdir, tá ið tú etir
salat. So tað ræður um at gera nóg
nógv. Tað er ein myta, at tú ikki
kanst fáa mettuna av salati. Men
tað er eingin myta, at tú ikki verður
mett/ur av eini lítlari skál… Ger nóg
nógv!
»Etur tú so ongantíð døgurða?« soleiðis ljóðaði
spurningurin við matarborðið
ETUR TÚ ONGANTÍÐ DØGURÐA?
– SALAT TIL DØGURÐA: EIN VEGLEIÐING
Fruktsalat, makrel
salat og pastasalat
– hvørjir eru felags
nevnarirnir?
Fruktsalat,
pastasalat,
makrelsalat, rákostsalat…
Nei, tað er ikki nógv hesi
hava til felags, og ein kann
undrast á, hvussu tað ber til,
at tey øll sleppa at eita salat
– hvør er felagsnevnarin?
Eg dugi ikki at gera nakra
fullfíggjaðar greinin av, hvat
salat kann vera, men flestu
salat hava hetta til felags:
• Tað er ymiskt, ið er
blandað saman
• Ofta er tað mesta tilfarið
kalt
• Ofta er tað vent í onkrum
dressingi ella røru
• Ofta, men ikki altíð, er
okkurt grønt uppií
• Tilfarið er ofta sovorðið,
sum kundi verið restir
frá døgurða (kalt pasta,
kalt rís, ein biti av
makrel o.s.fr.) Fruktsalat,
makrelsalat og pastasalat
– hvørjir eru felagsnevn
arirnir?