Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 40 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. APRÍL 2016 40 SOSIALURIN 46 Rúni Nielsen MYND: HEINESEN MYNDIR Yrki: Sølumaður – Bústaður: Tórshavn hvat ætlaði tú at vera, tá tú bleivst vaksin? Sjómaður fyrst, seinni geofysikari Hvat ynskir tú at hava avrikað um eitt ár? Staðið frítíðarkavaraskeið Enda setningin, allir føroyingar kunnu vera samdir um, at … … Í Føroyum skulu føroyingar ráða Hvør er tín fyrimynd og hví? Douglas Adams. Ómetaliga stuttligur komikkari og ómetaliga gávaður og skarpur vísindamaður. Ein sonn eldsál sum altíð vildi vita, hvussu ting hingu saman. Hvat er eitt eydnuríkt lív? Spontanitetur. At ferðast. Læra nýtt. Fólk rundan um teg, ið tú elskar, ert góður við, og eina long røð av hendingum, sum gera at lívið stendur at bresta av innihaldi. Hvat er seinasta gávan tú gav damuni/sjeikinum? Minnist ikki heilt: Grønlendskar kamikk-inniskógvar, haldi eg Hvat er tað seinasta góða ráðið tú fekk? Skunda tær spakuliga! Um tú kundi sungið ein sang í X-Factor, hvønn hevði tú valt? Metallica, Nothing else matters Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at... …Ikki náa alt tað, ein setur sær fyri Hvør er seinasta stuttliga upplivingin hjá tær? Túrur við damuni til Heystoynna, Koltur og Nólsoynna við JAB- adventures (skjóttgangandi bátar) BAKSÍÐAN T á eg var smádrongur fyri meira enn hálvari øld síðani og í aðrari øld enn hesari, helt eg, at undir hvørjum stóli í flogførunum var ein fallskíggi. Rættiliga logiskt, helt eg tá, og haldi so at siga eisini enn. Og líka so logiskt sum, at undir hvørjum stóli er ein bjargingarvestur. Veit nakar um nakran í einum flogfari, sum hevur bjargað sær í einum bjargingarvesti? Fyrstu ferð, eg sjálvur var í einum flogfari, var í 1963. Ein ferð yvir Surtsey í einum lítlum nakað skirvisligum flogfari. Minnist ikki, um eg kannaði, um fallskíggin var undir stólinum. Smádreingir hava so nógv undarlig ástøði, sum teir gera sær sjálvum. Eg minnist eisini, at tá eg var barn, var tað ein stórhending at hoyra flogfar yvir Havnini (nei, eg var ikki barn undir krígnum, takk). Út, vóru vit ikki longu úti, út at gána upp í loft. Var smáskýggjað, kundu vit vera so heppin at síggja flogfarið langt har uppi millum skýggini. Hygg, har, har, róptu vit og peikaðu. Og so hugsaði eg nógv um í nakrar dagar aftaná, hvussu nógv borð, ja, borð, skuldu oman á hvørt annað at standa fyri at røkka upp til flogfarið (sum tó neyvan fór at bíða eftir tí). Men eg var fullvísur í, at vóru nóg nógv borð sett hvørt upp á annað, so rukku tey heilt har upp. Tann møguleikin, at tey koppaðu nakrar metrar uppi, var als ikki við í funderingunum, í ástøðinum. Trygt hevði tað heldur ikki verið at klintra upp í himmalin eftir køksborðum. Flogfør og trygd verða ofta nevnd í sama setningi. Eg eigi einar skógvar, sum eg vanliga eri í, tá eg ferðist. Teir hava tann forkunnuga eginleika, at á nøkrum flogvøllum ýlir, tá eg fari gjøgnum trygdarportrið. Men ikki á øðrum. Á sama flogvølli rungar ýlitónin onkran dag, onkran annan dag ikki. Hvør trygdin er í tí, dugi eg ikki at siga. Eg havi heldur ongantíð skilt, hví 99 milligramm av tannkremi ikki eru ein hóttan móti allari flogferðslu, tá 101 milligramm eru tað. Trygdareftirlitið á flogvøllunum er kortini óført, tí tað gevur nógv arbeiðspláss. Ferðafólkini kenna seg eisini at vera nakað verd. Tey eru øll undir illgruna fyri at vera yvirgangsfólk og verða so reinsað í eftirlitinum. Tað er ein góð kensla at hava við sær á ferðini. Fríkendur aftur hesaferð. Meðan tú gyrðir teg og (viðhvørt) fer í skógvarnar aftur eftir at hava verið í trongum skóm eina løtu, men kortini ongum skóm, tí hesa ferðina fingu teir portrið at ýla. Meðan tú kekkar, um alt er komið úr aftur skannaranum, kanst tú hugleiða um allar hasar vatnfløskurnar, sum 101 millilitur er í. Røttu megin eftirlitið kunnu fólk so keypa sær nógvar við 500 millilitrum. Tað er minst líka logiskt sum at hava fallskíggja undir hvørjum stóli í flogfarinum. Men logikkur kann ikki brúkast til nakað, og hann verður tí sjáldan brúktur. Kavarok á summarmála, eisini ólogiskt. Men tað er ikki so løgið. Dagarnir fingu síni nøvn og heiti, áðrenn globala upphitingin byrjaði. Hon kølir. Vilja vit hava hvít jól, eru ráðini tey at flyta jólini til hvítusunnu og hava hvítusunnuna í desember. Tí hvítusunnan er hvít. Global upphiting, jú, ísurin har norðuri bráðnar. Men so er upphitingin ikki global, hon er lokal. Uppskot til samtyktar: Landsstýrið eigur at endurskoða og dagføra álmanakkan. Strika øll dagaheiti, sum byrja við vár og summar. Tí teir eru følsk trygd. Og bara eg fái reyðvín og konjakk, nakað væl meira meira enn 100 millilitrar, kenni eg meg tryggan í einum flogfari, uttan nakað undir stólinum. Høgni Djurhuus Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ viðurslønina 2012 Konjakk betri enn fallskíggi