mánadagur 25. apríl 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. apríl 2016 · Nr. 47
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað gekk soleiðis, sum tað
kundi roknast við, tá ið
fyrsta umfar í kappingini
um løgmanssteypið var á
skránni í fyrradagin og í gjár.
Kanska var tað eitt sindur
óvæntað, at tað leygardagin
eydnaðist
Giza/Hoyvík
í
næstbestu deildini á niðara
vølli í Gundadali at vinna 2-0
á B68, sum er botnlið í bestu
deildini. Bæði málini vórðu
skorað eftir deyðbóltar. Bogi
Hermansen setti hol á við
beinleiðis frísparki, og Leivur
Holm Joensen økti um mun
in, tá ið hann stútaði bóltin
í málið eftir horna frá Boga
Hermansen.
Í fjør var Giza/Hoyvík
frammanfyri 1-0 ímóti HB
fyrsta tíman. Tá vann HB 4-1,
men nú gekk betri ímóti B68.
Frankie Jensen er venjari
hjá Giza/Hoyvík:
– Spælararnir vóru í fjør
spentir at spæla ímóti HB, og
nú vóru teir sera spentir av
bjóða B68 av. Vit kvíddu fyri,
at orkan skuldi ganga undan,
men vit vóru klókir og runnu
lítið, meðan teir tuskaðu
nógv. Vit fingu úrtøku úr
møguleikunum,
sum
vit
spældu okkum til, og tá ið
vit øktu um leiðsluna, kendu
vit tað soleiðis, at vit høvdu
tak á støðuni. Nú hava vit
einki ímóti aftur at spæla
ímóti HB. Vit eru betri fyri
nú, enn vit vóru fyri einum
ári síðani, so tað hevði verið
avbjóðing at sæð, um vit nú
eru førir fyri at standa ímóti
teimum í meiri enn ein tíma,
sigur Frankie Jensen.
Stóri dramatikkurin
NSÍ var gestur hjá TB í gjár,
og longu mikudagin verður
TB aftur vertur og NSÍ gestur
við Stórá í Trongisvági.
Í gjár var tað í steypa
kappingini, og mikudagin
verður tað í landskappingini.
Tað er greitt, at tað verður
ikki Símun Rógvi Hansen,
sum mikudagin fer at verja
NSÍ málið. Hann varð rikin
av vøllinum í gjár, tá ið bara
nøkur sekund restaðu av
minuttunum, sum dómarin
hevði lagt aftrat, og tískil
verður hann leikbannaður
í ovurmorgin. Lars Müller
bríkslaði fyri brotssparki
og togaði reyða kortið úr
reyvalummanum, tá ið NSÍ
málverjin tók beinini undan
Albert Adu, sum var um at
hava opið mál og tískil risa
møguleika at javna til 2-2.
So vóru góð ráð dýr hjá
NSÍ, tí teir gulu og svørtu
høvdu skift tríggjar ferðir út.
Tað endaði við, at Klæmint
A. Olsen smoygdi bláu mál
manstroyggjuna niður um
høvdið:
– Eg havi onkuntíð vart
málið til stuttleika, men eg
eri ikki málverji. Tað var
neyðugt, at onkur av úti
spælarunum fór í málið at
standa, og tað tók eg so á
meg, staðfesti Klæmint A.
Olsen, tá ið dramatikkurin
var liðugur, og NSÍ við 2-1
sigri hevði tryggjað sær pláss
í fjórðingsfinaluni.
Albert Adu tók avbjóð
inga at avgreiða brotssparkið
á seg. Hann sendi bóltin til
vinstru fyri seg sjálvan, men
Klæmint A. Olsen lúrdi hann
av, tveitti seg barlangan til
høgru fyri seg sjálvan og
megnaði í fínum málverju
stíli at stýra bóltin út um
stólpan, og so bríkslaði dóm
arin dystin av!
Tað var ikki ætlanin, at
besti málskjúttin í Føroyum
í ár og trý tey undanfarnu ár
ini skuldi fáa so stóran leik
lut ígjár.
NSÍ
venjarin,
Anders
Gerber, hevði tríggjar av
eyðsýndastu útispælarunum
higartil í ár á beinkinum frá
byrjan í gjár. Petur Knudsen
varð settur inn beinanvegin
eftir steðgin, tá ið støðan var
1-0 til TB (Eirikur Ellendersen
skoraði einsamalla málið
undan
steðginum).
Árni
Frederiksberg varð settur
á vøllin miðskeiðis í seinna
hálvleiki, tá ið støðan var 1-1
– miðverjin Per Langgaard
javnaði eftir horna – og eitt
korter undan leikloki, tá ið
støðan framvegis var 1-1, varð
Klæmint A. Olsen skiftur inn.
Petur
Knudsen,
Árni
Frederiksberg og Klæmint A.
Olsen eru allir ætlaðir lykla
leiklut, tá ið NSÍ mikudagin
fer aftur um Suðuroyarfjørð.
Tá verður leikluturin hjá
Klæminti øðrvísi, enn hann
var síðstu sera dramatisku
løtuna ígjár.
Avgreiðslusigrar
HB vann 9-1 á B71 í Gunda
Størsti dramatikkurin í steypaumfarinum var
í Trongisvági, tá besti málskjúttin nógvu tey
seinastu árini læt seg í málmanshandskarnar
og í yvirtíðini bjargaði TB brotssparki
LØGMANSSTEYPIÐ
TOPPSKJÚTTIN
BJARGAÐI
BROTSSPARKI