týsdagur 26. apríl 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sambært seinastu veljarakanning
ini hevur politiska skipanin stabili
serað seg nakað aftur eftir hvøkkin,
ið summir flokkar fingu á løgtings
valinum 1. september í fjør.
Útskiftingin á tingi var størri enn
vanligt er, og fyri fyrstu ferð varð øll
manningin í samgonguni skift út
samstundis. Teir fýra flokkarnir,
sum skipaðu landsstýrið í 2011 fóru
í andstøðu, og teir tríggir flokkarnir,
sum vóru andstøðan, eru nú sam
gongan. Tað er ikki hent fyrr.
Eins og vit hava upplivað tað
síðani valið, so vóru tað eisini fólk,
sum skiftu flokk undir seinastu sam
gongu.
Javnaðarflokkurin
gav
Ger
hardi Lognberg durafjórðingin, og
Janus Rein rýmdi úr Framsókn í
Fólkaflokkin. Hvørgin teirra er pol
itikari í dag – og av tí at teir fóru
upp í ávikavist Sambandsflokk
in og Fólkaflokkin, so mistu teir
flokkarnir tað meira á løgtingsval
inum, tríggjar tingsessir í part og
tríggjar sessir hvør í landsstýrinum.
Sambandsflokkurin misti haraft
urat fólkatingssessin, so til samans
13 samgongupolitikarar eru ikki pol
itikarar longur.
Hóast samgonan – í kanningini –
gongur eitt vet aftur og andstøðan
eitt vet fram, so broytir tað ikki javn
vágina í løgtinginum.
Hvat kunnu vit so brúka eina
slíka veljarakanning til?
Samgongan kann í fyrstu syftu
fegnast um, at fólkið tekur so frægt
undir við førda politikkinum, at
samgongan varðveitir meirilutan.
Javnaðarflokkurin kann fegnast
um, at flokkurin klárar at halda upp
á sínar átta tingsessir, hóast Sonja
Jógvansdóttir við sínum 1.021 at
kvøðum er rýmd úr flokkinum.
Tjóðveldi kann fegnast um, at tað
kvinkar rætta vegin hjá flokkinum,
hóast stóru avbjóðingar í fiskivinnu
politikkinum.
Bárður Nielsen kann fegnast um,
at flokkurin undir hansara leiðslu
tykist aftur at vaksa, og Jørgen Nicl
asen kann smílast speskliga, eftir at
hann fekk Anniku Olsen í rætt aftur
og hevur megnað at lyft flokkin
rætta vegin í veljarakanning.
Marginalarnir eru kortini so
smáir, at bara óvissan í sær sjálvum
kundi broytt alla myndina.
Tá seinasta samgongan, eins og
hendan, hevði sitið í umleið átta
mánaðir, vóru gjørdar tríggjar velj
arakanningar. Tvær tær fyrstu
vóru góðar fyri samgonguna, men
tann triðja vísti, at samgongan
misti meirilutan. Sama segði tann
fjórða, men tann fimta gav aftur
samgognuni meiriluta. Síðani komu
13 veljarakanningar á rað, sum góvu
andstøðuni meirilutan.
Vit skulu sjálvandi ikki taka
veljarakanningar fyri meira enn
tað, sum tær eru – tí tær eru bara
ein støðumynd, júst ta løtuna, spurt
verður.
Soleiðis er eisini við hesari
kanningini.
Veljarakanningin er huga
ligur lesnaður hjá fleiri flokkum
fleiri kunnu fegnast
Eg
vil ikki
hava tín
heilivág
Heilsusíða síða 18
Sidste
udvej for
Taks
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
223 nýggjar
bøkur í 2015
Okkurt bendir á, at moralurin
í Føroyum rættiliga stendur
fyri falli. Tí nú hevur Tordur
Niclasen umsíðir tikið til
orðanna, nú Kringvarpið (og
fyri so vítt eisini vit í Miðla
húsinum) hava verið so nas
vís at umbiðið eina veljara
kanning, sum gongur beint
ímóti sannføringini hjá fyrr
verandi kristiliga leiðaranum
í føroyskum politikki, Tordi
Niclasen:
– Tá so hugsað verður
um, hvussu spurningarnir
vóru orðaðir, so kann ein ikki
koma til aðra niðurstøðu, enn
at talan er um grova mani
pulation við spurningunum
til tess at framprovokera eitt
svar, sum man frammanund
an hevði sett sum fasitt!
Soleiðis skrivar Tordur
Niclasen í lesarabrævi, har
hann leggur Kringvarpið og
Miðlahúsið undir at mani
pulera fyri at røkka ávísum
úrsliti.
Hjá valdsharrum er demo
krati irriterandi. Tí tað kann
skerja valdið hjá valdsharrum.
Nú er Tordur Niclasen ikki
nakar valdsharri – longur. Tað
var hann fyrr.
Tað var hann, sum setti
landið upp eftir øðrum enda,
tá landsstýrið í 1988 ætlaði at
samtykkja tað so umstríddu
grein 266b í revsilógini.
Tað var eisini Tordur Nicla
sen, sum sleit samgonguna í
mars í 1989, tí hinir flokkarnir í
landsstýrinum ikki eftirlíkaðu
kravinum frá honum um at
taka uppskotið um javnstøðu
lóg aftur.
At lóggeva um javnstøðu
var bæði ljótt og ógudiligt og
ókristiligt og alt møguligt ann
að sambært Tordi Niclasen.
Men tíðin fer við øllum.
Eisini við Tordi Niclasen – og
teimum sum halda, at tað er
verðsins undirgangur at lova
kvinnum fram at politiska
valdinum.
Nú eru tað rættindini hjá
teimum samkyndu, sum hótta
heimin við morði og brandi.
Og so er tað hendan ólukku
glíðibreytin: Kvinnur fingu
valrætt. So fingu tær javn
støðulóg. So skuldi revsilógin
moderniserast við eisini at
fevna um at revsa fyri happ
ing av samkyndum, sum aftur
fór at føra til allan møguligan
ólevnað – og nú skulu sam
kynd pør sleppa at giftast.
Jú mangt umbroytist á
mansins ævi, tað má sannast.
Hvussu kringvarpsfólk og
miðlahúsfólk enn manirera
– og hvussu Tordur og Svenn
ing og aðrir sannleikans og
veruleikans apostlar mani
pulera – so verður endin uttan
iva, at menn sleppa at giftast
monnum og kvinnur at giftast
kvinnum – eisini í Føroyum,
og øll hini fara at hava tað
akkurát líka gott sum áður.
Glíðibreytin: Kvinnur fingu
valrætt, 266b og javnstøðulógin
Soleiðis ímyndaði baksíðu
teknarin á Sosialinum, Óli P,
sær Tord Nicasen, tá hann
fyri góðum 25 árum síðani –
saman við prestinum Niels
Paula Danielsen – bardist
sum úlvur á skóg ímóti
at lóggeva um javnstøðu
millum kynini í Føroyum.
Tað kostaði millum annað
eitt samgonguslit í 1988
Landsbókasavnið hevur nú
gjørt upp, hvussu nógvar
bøkur komu út í fjør.
Í 2015 vórðu 223 nýggjar
føroyskar bøkur skrásettar
í føroyska bókalistanum. Tá
eru endurútgávur eisini tald
ar við.
Hetta eru 12 fleiri enn í
2014, og orsøkin er serliga, at
væl fleiri føroysk uppruna
verk komu út í 2015 enn árið
fyri.
Av teimum 223 nýggju
føroysku bókunum, sum til
samans komu út í 2015, vóru
50 fagurbókmentir, 81 yrkis
bókmentir, 21 lærubøkur og
71 barnabøkur.
Upprunaverkini í fjør
vóru 123 í tali, 29 fagurbók
mentir, tvs. skaldsøgur,
stuttsøgu- og yrkingasøvn,
72 yrkisbókmentir, 7 læru
bøkur og 15 barnabøkur.
Tað komu 21 fleiri upp
runaverk út í 2015 í mun
til 2014. Av hesum vóru 10
fleiri yrkisbókmentir
og 6 fleiri barna
bøkur.
T ý ð i n g a r n a r
vóru 100 í tali ella
9 færri enn í 2014.
Enn sum áður verða
nógv flest barnabøkur
týddar; í 2015 56 og í 2014
63. Av teimum 100 týddu
bókunum í 2015 vóru 28
týddar úr norskum, 25 úr
enskum, 23 úr donskum og
restin úr øðrum málum.
Í 2015 komu eisini út 17 ár
bøkur, 26 tíðarrit og bløð og
32 ljóðbøkur.
Einar 15 e-bøkur komu út
í 2015, tær flestu fagurbók
mentir, og er hetta nakað
minni enn árið fyri.
Jørn Astrup Hansen
kjak Síða 20