týsdagur 26. apríl 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SPÝTA 50 MILLIÓNIR
AFTURAT Í TÓRSVØLL
TÓRSVØLLUR
Áki Bertholdsen
Tað er alt sum bendir á, at
hesi næstu árini skal Tórs
havnar
Kommuna
brúka
einar 50 milliónir afturat upp
á Tórsvøll.
Tórshavnar býráð hevur
nevniliga samtykt at játta
Tórsvølli
fimm
milliónir
krónur.
Men
samstundis
varð
gjørt greitt, at hetta er bara
fyri at vísa ein góðan vilja,
og nógv meiri peningur skal
játtast hesi næstu árini.
Higartil eru suðursíðan
og eystursíðan gjørd liðug,
og eftir tí, vit hava fingið
upplýst, kostaði tað tilsam-
ans einar 90 milliónir krónur,
harav Tórshavnar Kommuna
hevur goldið helvtina.
Síðani hevur kommunan
eisini brúkt 60 milliónir upp
á at gera norðaru síðuna, har
eisini fimleikarhøllin, FIMI
er.
Men nú er ætlan at gera
vestursíðuna á Tórsvølli, so
at hann verður heilt liðugur.
Tað er eitt arbeiði, sum
táttar í 100 milliónir, og tað,
sum nú liggur í kortunum,
er, at kommunan skal rinda
helvtina, ella útvið 50 milli-
ónir.
Gongst sum ætlað, hevur
Tórshavnar Kommuna so-
statt brúkt yvir 150 milliónir
krónur tilsamans upp á Tórs-
vøll.
Skeiv mannagongd
Men fyri at fáa vestursíðuna
lidnað, hevur Tórshavnar
Býráð fyribils játtað fimm
milliónir krónur. Tað er bara
fyri at vátta fyri Fótbólts
sambandinum, at Komm
unan er sinnað at vera við til
at gera vestursíðuna lidna.
Men tað eru ikki allir
býráðslimir, sum taka und
ir við, at kommunan í for
hond játtar Tórsvølli fimm
milliónir, og sostatt eisini
bindur seg til at rinda 50
milliónir til at gera vestur
síðuna lidna fyri.
Jógvan Arge helt, at bý
ráðið eigur ikki at binda
seg til nakað sum helst
viðvíkjandi Tórsvølli, fyrr
enn ein greið avtala er við
Fótbóltssambandið,
FSF,
um, hvussu tær 100 milli
ónirnar, tað kostar at vera
vestursíðuna lidna, skulu
býtast
ímillum
FSF
og
Kommununa.
– FSF veit, at kommunan
er áhugað at vera við, men
spurningurin er, um út
reiðslurnar skulu býtast øðr
vísi, sigur Jógvan Arge.
Tí er hann ikki sinnaður
at játta FSF meiri pengar til
Tórsvøll, fyrrenn ábyrgdar
býtið er greitt.
FSF skal orna tað sjálv
Jógvan Arge vísir á, at suð
ursíðan og eystursíðan vórðu
gjørd í eini samanhangandi
verkætlan, har kommunan
og FSF rindaðu hvør sína
helvt.
Og nú heldur hann somu
leiðs, at eisini vestursíðan
og norðursíðan skulu gerast
í eini samanhangandi verk
ætlan.
Men í hesum sambandi
skal tað takast við í rokni-
stykkið, at kommunan longu
hevur brúkt 60 milliónir upp
á norðursíðuna. Og skal
býtið framvegis vera helvt
um helvt, heldur Jógvan
Arge, at nú skal FSF at kalla
einsamalt
fíggja
vestur
síðuna.
– Kommunan skal gera
norðursíðuna lidna og so má
FSF orna vestursíðuna, sigur
Jógvan Arge.
Annfinn Brekkstein, bý
ráðslimir er partvís samdur.
Hann tekur undir við at játta
fimm milliónir til Tórsvøll
fyri at vísa, at býráðið er
sinnað at vera við at gera
Tórsvøll lidnan.
Men hann ger greitt, at
hann bindur seg ikki til at
játta eina krónu afturat til
Tórsvøll, fyrrenn ein greið
avtala er við FSF um, hvussu
útreiðslurnar skulu býtast
sundur ímillum kommununa
og FSF.
Annars staðfesti Ann
finn Brekkstein, at sum bý
ráðslimur er hann stoltur av
at vera við til at gera Tórs
vøll lidnan.
Rinda í 10 ár
Sjúrður Olsen, býráðslimur
staðfestir, at fótbóltur er
størsta sosiala tiltak í land
inum, og tí skal kommunan
vera við til at gera Tórsvøll
lidnan.
Heðin Mortensen, borg
arstjóri, sigur, at endamálið
við at játta fimm milliónir
krónur nú, er fyri at vísa, at
býráðið er sinnað at vera við
at vera við til at gera okkara
tjóðleikvøll lidnan.
Men peningurin skal ikki
játtast í einum, tí tað, sum
liggur í kortunum, er, at
kommunan skal játta fimm
milliónir krónur um árið
hesi næstu 10 árini til tað ar
beiðið, sum er eftir at gera á
Tórsvølli.
– Men tað er neyðugt hjá
FSF at vita um um býráðið
er við, tí tað er ein fortreyt
fyri at kunna søkja FIFA um
stuðul til verkætlanina, sigur
borgarstjórin.
Tí má FSF fáa eina greiða
fráboðan frá kommununi
um at hon er sinnað at vera
við, og tað ger kommunan
við at játta hesar fimm milli
ónirnar, sigur borgarstjórin.
Greið avtala
Hinvegin eru býráðslimir
sum heild samdir um, at ein
greið avtala skal fáast við
FSF um, hvussu útreiðslur
nar skulu býtast ímillum
kommununa og FSF.
Men Jákup Dam, legði
dent á, at hann hevði aldrin
játtað fimm milliónir í for
hond, tí tað setir býráðið í
eina sera vánaliga støðu í
samráðingunum við FSF um
ábyrgdarbýtið.
– Ábyrgdarbýtið ímillum
partarnar má vera greitt,
áðrenn kommunan játtar
eina krónu, heldur Jákup
Dam.
Partakvinna
hansara,
Marin Katrina mælti heldur
til at játta eldraøkinum tær
fimm milliónirnar, men tað
fekk bara undirtøku frá
henni og Jákup Dam.
Og tá ið avtornaði, tóku
allir
býráðslimir,
uttan
Marin Katrina Frýdal, Jákup
Dam og Jógvan Arge, undir
við at FSF fær tær fimm
milliónirnar til Tórsvøll.
Men Jógvan Arge leggur
afturat, at hann tekur ikki
undir við at játta pening
til Tórsvøll, fyrrenn greið
avtala er um ábyrgdarbýtið
ímillum FSF og kommununa.
Onkrir býráðslimir eru ikki fegnir um støðuna, men aðrir eru stoltir
50 MILLIÓNIR
Tað liggur í kortunum, at hesi næstu árini skal Tórshavnar Kommuna rinda 50 milliónir afturat til Tórsvøll