týsdagur 26. apríl 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Føroyskur brislingur, sum
Tavan í Leirvík hevur keypt
og kryddað í vetur, er nú
komin fram til keyparan,
har hesin smái fiskur verður
flakaskorin
við
serligum
flakamaskinum.
Tá fiskurin er skorin, fer
hann til hermetikk deildina
á virkinum, har hann verð
ur latin í dósir sum heilkon
serves og seldur út á markn
aðin.
Spennandi framtíð
– Vit fegnast um hesar væl
eydnaðu royndir at keypa
og krydda brisling. Vertíðin
í vetur eydnaðist væl, og
ætlanin er at gera nýggjar
royndir næsta heyst.
Tað siga teir báðir, Ingvar
Joensen á Tavuni í Leirvík og
slóðarin fyri hesi spennandi
og forvitnisligu verkætlan,
Johan Mortensen, nú alt
vísir seg at rigga væl.
– Keypararnir eru sera
væl nøgdir við góðskuna á
fiskinum, og vit eru ógvuliga
spentir upp á komandi vertíð.
Eisini fjarðasild
Ingvar Joensen og Johan
Mortensen siga, at brislingur
verður seldur á nógvum al
tjóða marknaðum og fisk
urin, sum er sera væl smakk
andi, verður brúktur til nógv
ymisk endamál.
– Nú royndirnar við bris
lingi vísa seg at eydnast væl,
hugsa vit eisini um at gera
burtur úr fjarðasildini.
Teir báðir halda, at her
liggja spennandi møguleikar
og bíða eftir at verða royndir.
vilmund@sosialurin.fo
SO LIGGUR
FØROYSKUR
BRISLINGUR
Í DÓSUM
Royndirnar við føroyskum brislingi sum heil
konserves eru higartil sera væleydnaðar
TAVAN Í LEIRVÍK
Maðurin við hugskotunum
Johan Mortensen, sum er kendur á nógvum vinnu
økjum og fyri sítt hegni at lata upp dyr fyri føroyskar
fyritøkur, hevur stóran áhuga fyri fiskivinnuni
Vilmund Jacobsen
– Eg eri sera glaður fyri, at
henda verkætlanin við bris
lingi vísir seg at fara at eydn
ast. Nýggir marknaðir eru
funnir, og útlendsku keyp
ararnir eru stak væl nøgdir
við føroyska brislingin, sum
er ein fram úr dygdarrávøra.
Johan Mortensen sigur,
at brislingurin gav arbeiði
til fleiri hendur í vertíðini,
og allar partar vóru nøgdir
við prísin.
– Vit ætla okkum eisini at
hyggja eftir, hvørjir møgu
leikar eru við fjarðasildini,
sigur hann.
Villi laksurin
Eitt annað hjartamál hjá
Johan Mortensen er hin villi
laksurin, og hann heldur, at
myndugleikarnir eiga at
loyva eini ávísari royndar
veiði norðan fyri Føroyar.
– Vit eiga at kanna eftir,
hvussu hesin stovnurin hev
ur tað, tí tað eru so nógv ár,
síðan nøkur roynd var eftir
villum laksi.
Johan Mortensen vænt
ar, at sera góður prísur kann
fáast fyri villan laks – og
helst nógv betri prísur enn
fyri alda føroyska laksin.
vilmund@sosialurin.fo
– Brislingurin gav arbeiði til fleiri hendur í vertíðini, og
allir partar vóru nøgdir við prísin, sigur Johan Mortensen
Johan Mortensen, slóðari og
Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni
Smái fiskurin verður maskinskorin
Keyparar eru væl
nøgdir við góðskuna á
føroyska brislinginum
Her liggur brislingur í dós sum heilkonserves