Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HETTA MUGU HEÐIN OG HELENA ORNA ELDRAØKIÐ Áki Bertholdsen Nú skulu Helena Dam á Neystabø og Heðin Mort­en- sen fara niðan í Løgtingið at standa sína roynd. Tað halda býráðslimir í Havn. Umframt at vera býráðs­ limir, eru tey bæði eis­ini løgtingslimir fyri Javn­að­ar­ flokkin, sum er í sam­gongu. Og nú býráðið hevur stað­ fest, at játtanin til eldra­øk­ið er alt ov lág, halda bý­ráðs­ limir, at nú er stundin komin til at Heðin Morten­sen og Helena Dam á Neystabø fara í Løgtingið at krevja, at landið gevur kommununum ta endurgjaldið fyri eldra­ økið, sum tað veruliga kostar. Endurgjaldið frá land­in- um til Tórshavnar Kommunu fyri at yvirtaka eldraøkið, er so illa undirmett, at komm­ unan má sjálvt djúpt niður í kommunukassan fyri at forða fyri, at eldraøkið dettur sundur. – Játtanin er so lítil, at í ár má eldraøkið í Tórs­ havn­ar Kommunu fáa 13,3 milliónir krónur afturat úr kommunukassanum, stað­ festir Bjørghild Djur­huus, for­kvinna í Trivn­aðarnevnd­ ini hjá býráðnum. Og hetta er bara fyri at sleppa undan at skerja virk- semið, leggur hon aft­ur­at, og sostatt verður ikki alan um at børta um tænastuna, utt- an at játta enn meiri peng­ar. Fyribils hevur býráðið játt­að átta milliónir krónur aft­urat, men býráðslimir hava givið hvørjum øðrum lyfti um at finna tær 5,3 milli­ ón­irnar afturat, sum mangla í. Men harafturat dyrg­ir forkvinnan í Trivnaðar­ nevnd­ini eftir at fáa fimm milliónir krónur afturat til økið til fyri at kunna bøta um tænastuna á ymsum økj­ um. Stendur tað til forkvinn­ una í Trivnaðar­nevndini, skal býráðið sostatt játta 18,3 milliónir krónur afturat til eldraøkið í ár. Ornast í tinginum Sjúrður Olsen, býráðslimur, heldur, at peningurin skal ikki takast úr komm­unu­ kass­anum, men at Helena Dam á Neystabø og Heðin Mort­ensen eiga at brúka løg­tingssessin til at krevja, at løgtingið játtar tað, sum eldraøkið í roynd og veru, kostar. Ein annar bý­ráðs­ limur, Annfinn Brekk­stein, ásann­ar, at manna­gongdin var ikki røtt tá ið eldraøkið varð lagt undir komm­un­ urnar, og at undanfarna sam­ gonga var ógvuliga ósmæðin. Helena Dam á Neystabø ásannaði, at tað ber kanska til at hála nakað av pengum inn afturat frá landinum. Men hon staðfestir, at hon hevur altíð hildið, at tað var heilt burturvið av komm­ununum at yvirtaka eldra­økið, tí tað er so vist sum amen í kirkjuni, at tað fer at verða nógvar ferðir dýrari, enn tær upphæddir, sum talan nú er um. – Høvuðsendamálið við at lata kommunurnar yvirtaka eldraøkið, var at sleppa land­ inum av við eina byrðu, sum fer at verða so dýr, at ongin hevur hugflog at hugsar sær til tað, sigur Helena Dam á Neystabø. Ikki rætt Tróndur Sigurðsson, býráðs- limur, heldur ikki at tað er rætt, at býráðið longu nú má í kommunukassan eftir pengum fyri at bjarga eldra­ økinum. – Tað er skeivt av komm­ ununi at gera tað, tí landið eigur at taka sína ábyrgd á seg, sigur hann. Hann hevur eisini álit á, at samgongan fer at hækka játtanina frá landinum, so at tey eldru fáa eina virðiliga tænastu. Annars heldur hann, at tað má bera til hjá teimum báðum býráðslimunum, sum eisini sita í Løgtinginum, at fáa hesi viðurskiftini í rætt­lag. Hann heldur, at í minsta lagi eigur afturberingin frá landinum at vera nóg mik­ið til at kunna varðveita ver­ andi virksemi. – Men vil kommunan menna tænasturnar, skulu vit nokk sjálvi rinda fyri tað, sigur hann. Skulu spara Eisini Marin Katrina Frýdal ásannar, at eldraøkið er illa fyri, men hon spyr um ikki kommunan ger sína egnu samráðingarstøðu verri, tá ið hon fyrst játtar pening úr kommunukassanum til eldraøkið, áðrenn sam­ráð­ ingar vera við landsstýrið um at hækka játtanina. Sum sagt er tørvur á at játta eldraøkinum 13,3 milli- ónir krónur afturat, bara fyri at sleppa undan at skerja virksemið. Og í fyrstu syftu hevur býráðið játtað átta milliónir til eldraøkið, men so skulu fimm milliónir krónur játtast seinni. Heðin Mortensen, borg­ ar­stjóri, sigur, at tær skulu finnast við at gera sparingar í fyrisitingini í allari komm- un­uni. Men tað vita býráðslimir av, og tí vil hann ikki hoyra nakran hvína um sparingar, tá ið farið verður ígongd, sum hann málbar seg. Býráðslimir í Havn halda, at nú skulu býráðslimirnir, sum eisini eru løgtingslimir, standa sína roynd SKULU SETA KRØV Býráðslimir í Havn halda, at nú skulu teir báðir býráðslimirnir, Helena Dam á Neystabø, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, brúka sínar sessir í Løgtinginum til at seta krøv