Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 27. apríl 2016 · Nr. 48 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur samtykt at skriva út kapping um búmerki. Búmerkið skal avspegla virksemið hjá Økistænastuni. Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú pennar, brævpappír, brævbjálvar, oyðubløð, heimasíðu, bygningsskeltir v.m. Uppskot skulu vera í støddini A4. Navn, bústaður og telefonnummar skal skrivast á skjal fyri seg og leggjast í A5 -brævbjálva, sum skal latast aftur, og leggjast í ein A4 brævbjálva saman við sjálvum uppskotinum. Hesin brævbjálvin, merktur »Búmerkjakapping« skal sendast til: Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Friðartún 1 FO-620 Runavík Stílað: leiðarin og verða okkum í hendi seinasta lagi mánadagin 09. mai 2016, kl. 12.00 Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr.10.000 Ein nevnd ger tilmælið til stýrið. Stýrið tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum uppskotini og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti. Økistænastan hjá Skálafjararsamstarvinum varðar av heimatænastuni og -eldrarøktini í Runavíkar, Nes og Sjóvarkommunu. Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum BÚMERKJAKAPPING Økistænastan virkar undir løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og er endamálið, at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, at endurmenna mistan førleika, at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og at veita røkt og umsorgan. Til tess at ná hesum endamálið veitir Økistænastan eina heildartænastu innan eldraøkið í Skálafjarðarsamstarvinum. Tænastan, ið veitt verður er: Umlættingar og búpláss á røktarheimi/sambýli, Heimasjúkrarøkt, Heimahjálp, Ergo- og fysioterapi, Dagtilhald, Mattænasta, Ansingarstuðul og Fyribyrgjandi heimavitjanir til 75 ár og eldri. Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur samtykt at skriva út kapping um navn. Ynskiligt er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og sum samljóðar við virksemið hjá Økistænastuni hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Uppskot, saman við eini frágreiðing um sjálvt uppskotið, skulu sendast í afturlatnum brævbjálva, merktur „ navnakapping“, til: Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Friðartún 1 FO-620 Runavík Stílað: leiðarin og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 09. mai 2016, kl. 12.00 Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum og telefonnummarinum hjá luttakaranum. Vinnandi uppskotið fær eina virðisløn á kr. 10.000 Ein nevnd ger tilmælið til stýrið. Stýrið tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum uppskotini og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti. Økistænastan virkar undir løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og er endamálið, at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, at endurmenna mistan førleika, at stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan og at veita røkt og umsorgan. Til tess at ná hesum endamálið veitir Økistænastan eina heildartænastu innan eldraøkið í Skálafjarðarsamstarvinum. Tænastan, ið veitt verður er: Umlættingar og búpláss á røktarheimi/sambýli, Heimasjúkrarøkt, Heimahjálp, Ergo- og fysioterapi, Dagtilhald, Mattænasta, Ansingarstuðul og Fyribyrgjandi heimavitjanir til 75 ár og eldri. Økistænastan hjá Skálafjarðarsamstarvinum Økistænastan hjá Skálafjararsamstarvinum varðar av heimatænastuni og eldrarøktini í Runavíkar-Nes og Sjóvarkommunu. NAVNAKAPPING