Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-04-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 17 • 25. APRÍL 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Má seta mær sjálvum krøv Danjal av Rana N ógv ár eru liðin síðani Jógv­an á Høvdanum gjørdist lands­ kendur sum teknarin hand­ an teknirøðina Totalt Langt Úti og blaðið Ð. Onkur vil kanska vera við, at hann hevur voksið nakað av ung­ dómsuppreistrinum av sær, men seinastu árini hevur hann aftur verið nógv at sæð í almenna rúminum, nú einamest sum herleiðari í stríðnum móti Sea Shepherd. Regluliga hevur hann nýtt teknipennin at føra sítt stríð móti svørtkløddu gestunum, ið hava vitjað landið seinastu árini, og tekningarnar hava fingið so góða móttøku og nógva umtalu, at eisini japanar hava víst henni áhuga. Nakrar av tekningunum eru eisini givnar út í bók í Japan. Jógvan á Høvdanum hevur altíð havt áhuga í teknirøðum og sigur, at hann hevur teknað alt sítt lív. – Mamma sigur, at eg havi hildið í einum teknipenni, síðan eg var eitt, tvey ára gamal. Eg tekni øll barnaárini og tá onnur fóru at spæla fótbólt og gera onnur ítriv, sat eg og teknaði. Eg havi teknað alt mítt lív, og tí fellur tað mær lutfalsliga lætt at fara í holt við ymisk evni, við blýantinum í hond, sigur hann. Sea Shepherd er farið av landinum og seinast vit hoyrdu frá teimum, boðaðu tey frá, at tey ikki komu aftur til Føroya í ár. Hvat ger Jógvan á Høvd­ anum so? Hann liggur so heilt víst ikki á latu síðuni. Tvær størri verkætlanir eru í gongd, umframt at hann er farin at arbeiða á asfaltdeildini hjá Landsverki. Í løtuni gongur hann og asfalterar nýggju brúnna um Sandá, og roynir at tekna eitt sindur í fríløtunum. Onnur verkætlanin er eitt hugskot, sum hann hevur havt leingi. – Vit hava ongar føroyskar teknifilmar. Føroyskar røddir eru lagdar til fleiri filmar, men ongir føroyskir film­ar, hóast vit hava rættiliga nógvar før­ oyskar kunstnarar, ið kundu gjørt smáar teknifilmar, sigur klaks­vík­ing­ urin. Hann hevur gjørt fimm filmar higartil og fleiri eru á veg. – Ætlanin er at gera út við 60 film­ar, so teir vera umleið ein tíma til­samans. Teir vera so at síggja á Youtube, men tað hevði verið stutt­ ligt, um Kringvarp Føroya vísti áhuga og sendi onkrar av teimum onkuntíð, sigur Jógvan á Høvdanum. Hin verkætlanin er kanska tann meiri krevjandi, tó at hon ikki fyllir tað stóra. Hann hevur sett sær sum mál at tekna eina tekning um dagin í eitt ár. – Endamálið við hesi verkætlanini er at pressa seg sjálvan at skapa okkurt hvønn dag, eitt sindur sum hjá Tóroddi Poulsen og hansara Ein regla um dagin. Eg havi valt at leggja trýst á meg sjálvan soleiðis, men tað er eitt sunt trýst, sigur Jógvan á Høvdanum. Sunnudagin teknar hann tekning nummar 90, so hann er komin gott og væl ein fjórðing á veg, men enn trýtur ikki við evnum. – Tíbetur havi eg ikki bundið meg til eitt ávíst evni, so ta kann vera ein og hvør tekning, men tað skal vera ein hvønn dag, sigur hann og viðgongur, at onkrar dagar kann vera torført at finna eitt evni. – Tá er tó gott at minnast til, at man altíð kann nýta seg sjálvan sum evni og flenna at sær sjálvum, sigur hann. Eg havi hildið á einum penni, síðani eg var eitt ára gamal, sigur Jógvan á Høvdanum, sum nú er farin at gera føroyskar teknifilmar