týsdagur 26. apríl 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 25. APRÍL 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Á skattaveiðu
eftir familjuferð
Næstu vikurnar fer Smyril Line at skipa
fyri forkunnugum kappingum kring
landið, har fleiri familjuferðir verða
burturlutaðar. Talan verður um skattaveiðu,
har skatturin er ein familjuferð
K
appingar kunnu skipast á ymsan
hátt, og nú fara tey á Smyril Line
at skipa fyri nøkrum rættiliga
forkunnugum kappingum, har allir
føroyingar kunnu luttaka. Talan er
um kappingina ”Finn eina ferð”, har
tað snýr seg um, at øll tey, sum hava
hug at luttaka, kunnu leita eftir einum
skatti í einum ávísum øki. Skatturin er
so ein familjuferð við Norrønu fyri
tvey vaksin og tvey børn við bili aftur
og fram.
Samstarv við in.fo og Rás 2
Tað verður skipað fyri ikki færri enn
seks ymiskum slíkum skattaveiðum.
Tær fyrstu eru mánadagin í hesi vik
uni, tað vil siga sjálvan flaggdagin, og
leygardagin verða tvær tær næstu, og
leygardagin í næstu viku verða so tær
seinastu.
Kappingarnar verða skipaðar so
leiðis, at til dømis flaggdagin, tá ið
kappast verður á tveimum støðum – í
Klaksvík og í Runavík.
Í ein tíma koyrir kappingin á hvørj
um stað, og hon verður skipað so-
leiðis, at Smyril Line í samstarvi við
in.fo og Rás 2 fer at geva ábendingar
um, hvar skatturin er at finna. So
hvørt sum tíðin gongur, verða ábend
ingarnar enn greiðar, og at enda verð
ur tað so onkur, ið finnur skattin.
Tann, sum fyrst finnur skattin,
vinnur so eisini ferðina – eina familju
ferð fyri tvey vaksin og tvey børn við
bili við Norrønu til Danmarkar aftur
og fram.
Ræður um at fylgja við
Hjá teimum, sum hava hug til at vera
við í kappingini, ræður um at fylgja
við á in.fo, har tað verður lýst við
ábendingunum um, hvar kappingin
er, og á hvørjari leið, ið man skal leita
eftir vinninginum.
Somuleiðis verður eisini lýst á
Rás 2 við ábendingum, og so er bara
at royna seg og vita, um man hevur
hepni og finnur skattin fyrst.
Hjá Smyril Line eru tey ógvuliga
spent at vita, hvussu kappingin fer at
ganga. Hetta er eisini eitt gott høvi hjá
Smyril Line at koma út kring landið og
hitta føroyingin, ið jú er kjarnukundin
hjá føroyska reiðarínum.
Kappingarnar fara fram í Klaksvík,
Runavík, í Vágum, á Sandoynni, í Suð
uroynni og í Havn.
Nærri kunning um kappingina sæst
á heimasíðuni hjá Smyril Line, www.
smyrilline.fo
Myndir: smyrilline.com