týsdagur 26. apríl 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 25. APRÍL 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bilar
Tá ferðafólkabussurin mundi
endað úti í Vestmannasundi
Vilmund Jacobsen
T
á Føroya Ellisakfør fyri eini tíð
síðan hevði eitt hugnakvøld í
hølum felagsins Yviri við Strond
í Havn, hevði felagið bjóðað Atla
Jensen, sum í mong ár var stjóri á Bil
eftirlitinum, núverandi Akstovuni, við
til kvøldið.
Atli Jensen veit ein hóp av søgum
at siga um hendingar, sum honum
vóru fyri, tá hann í sínari tíð fór út at
sýna bilar kring landið.
Á hugnakvøldinum segði hann frá
ymiskum søgum um, hvussu honum
hevði gingist, og ein av teimum meira
dramatisku hendingunum fór fram í
Vágum.
– Eg var farin í Vágar at sýna
bilar og ein av bilunum, sum henda
morgunin skuldi sýnast í Sørvági, var
bussurin, sum rutumaðurin, Henry
Davidsen, koyrdi. Henry var líka sum
sjálvt álitið í Vágum. Bilarnir komu
oman á kaiuna og í smiðjuna til sýn.
Nú kemur Henry, og tá hann skjótt
skal í rutu, ynskir hann at sleppa eitt
sindur fram í røðina.
Atli Jensen segði, at tá hann
skuldi kanna bremsurnar á bussinum
hjá Henry, setti hann seg í bussin,
koyrdi rættiliga harðliga og smekkaði
bremsurnar í.
– Og hvat hendi? Jú, bremsurørið
brotnaði, og pedalurin fór í botn.
Tað mundi gingið heilt galið, tí eg
hevði ikki hugsað, at júst hetta fór at
henda. Men, eg kláraði at fáa róðrið
í borðið, soleiðis at eg og bussur ikki
fóru í havið. Nú var Henry Davidsen
ikki blíður. Hann helt, at hetta var ein
ógvusligur máti at viðfara bussin upp
á. Henry spyr nú, hvat hann skal gera,
tí hann skal í rutu. Eg noyddist at siga,
at tað bleiv so ikki í dag, men heldur
ein annan dag. Ja, men hvat skuldi
hann so gera við ferðafólkini? Eg
segði, at tað fekk eg ikki hjálp honum
við, men at hann kundi royna at fáa
onkrar aðrar bilar í Sørvági at koyra.
Atli Jensen segði, at sum løtan
leið, javnaði tað seg so nøkulunda við
Henry Davidsen.
– Eg segði, at hann skuldi fara í
smiðjuna og fáa bremsurørið gjørt.
Tá hetta varð liðugt, skuldi hann fáa
smiðjuna at skriva eina kvittan upp
á arbeiðið. Síðan skuldi hann fara til
sýslumannin og fáa nummarspjøldrini
aftur. Mær nýttist ikki at koma vestur
aftur og síggja, at arbeiðið varð gjørt
fyri, at hann skuldi fáa spjøldrini aftur.
Alt var broytt
Atli Jensen segði, at tá hann einar
tvær ella tríggjar vikur seinni var
aftur í Vágum, var Henry Davidsen ein
heilt annar maður enn tann dagin, teir
skiltust.
– Henda dagin, tá Henry kemur til
umsýn við bussinum, heldur hann seg
aftarlaga í røðini. Hann plagdi annars
altíð at hava ringa tíð og vilja sleppa
nakað fram í røðina. Men, soleiðis
var ikki hesaferð. Nú helt hann seg
aftast. Henda dagin var Henry ikki til
at kenna aftur og sigur, at tað ikki var
heilt av tilvild, at hann hevði hildið seg
aftast í røðini.
Atli Jensen sigur, at tá bussurin
hevði verið til umsýn henda dagin, bað
Henry Davidsen hann koma við sær í
neystið, hann hevði í Sørvági.
– Eg hugsaði við mær sjálvum, at
nú ætlaði hann eitthvørt. Eg síggi, at
ein teggja við røstum fiskagreipum
hongur undir einum bjálka. Nú sigur
Henry, at hann plagar at vera á floti,
og at hann ynskir at geva honum
greipurnar. Men, eg skuldi ikki taka
tær við nú. Henry lovar sjálvur at koyra
fiskin umborð á Vesturleið í Miðvági.
Men, Henry Davidsen vil henda
dagin meira enn bara geva Atla Jensen
ræstan fisk.
– Sjálvur hevði hann verið einkju
maður í fleiri ár. Nú sigur hann, at
hann hevði biðið dóttir sína gera teim
um báðum ein betri døguðabita. Tað
er klárt at eta, og tú kemur heim við
mær, sigur hann.
Ógvuslig hending
Meðan Atli Jensen og Henry Davidsen
sita við døgurðaborðið, greiðir Henry
frá einari hending, honum og einari
heilari skipsmanning hevur verið fyri
– um hvønn týdning tað hevði havt,
at júst bremsurørini í bussinum vóru
skift.
– Ein dagin, hann skuldi koyra alla
manningina á trolaranum, Jógvan
Eliasi, á Fútaklett, hendi nakað, sum
kundi fingið álvarsligar avleiðingar,
um bremsurørini tá ikki vóru skift
frammanundan. Trolarin hoyrdi heima
í Sandavági, men lá altíð á Vest
manna. Við allari manningini, teirra
klæðsekkjum og øðrum í bussinum var
hann á veg á Fútaklett henda dagin.
Hetta var sjálvandi eftir gamla og
tronga vegnum við teimum mongu og
trongu svingunum. Her var so trongt,
at skuldi bussurin hjá Henry Davidsen
klára svingini í einum, skuldi ansast
sera væl eftir, tí tað vóru næstan bara
sentimetrar hvørju megin, tá bussurin
snaraði.
Atli Jensen segði, at hesa løtuna
við døgurðaborðið greiddi Henry
Davidsen honum soleiðis frá:
– Hendingin fór fram, tá hann kom
oman í seinasta svingið til Fútaklett
og bara Vestmannasund var eftir. Tá
hann var mitt í svinginum, fór eitt lið
inni í stýriknekkinum, soleiðis at hann
ikki fekk stýrt bussinum. Nú sat Henry
Davidsen við róðrið, sum bara snurraði
og einki samband hevði við sjálva stýr
ingina – og við fullum bussi av fiski
monnum. Her vóru eingi onnur ráð hjá
honum at taka enn at traðka hart á
bremsurnar. Til alla eydnu steðgaði
bussurin, áðrenn hann annars hevði
farið út í Vestmannasund.
Atli Jensen segði, at Henry David
sen henda dagin vildi siga honum takk
fyri tað, sum hendi á kaiuni í Sørvági
hin dagin, tá hann royndi bremsurnar
á bussinum – og tað vísti seg, at
bremsurørið brotnaði.
– Henda dagin vildi hann siga mær
takk fyri tað, sum eg hevði gjørt. Vóru
brensurørini ikki skift, kundi bussurin
við førara og allari skipsmanningini
enda úti í Vestmannasundi, segði Atli
Jensen.
– Henda dagin vildi Henry Davidsen, sum koyrdi ferðafólkabussin í Vágum, siga mær takk
fyri tað, sum eg hevði gjørt. Vóru brensurørini ikki skift, kundi bussurin við førara og
allari skipsmanningini enda úti í Vestmannasundi, segði Atli Jensen á hugnaløtu
Atli Jensen veit ein hóp av søgum at siga um hendingar, sum honum
vóru fyri, tá hann í sínari tíð fór út at sýna bilar kring landið
– Her var so trongt, at skuldi bussurin hjá Henry Davidsen klára svingini í einum, skuldi ansast sera væl eftir, segði Atli Jensen
Myndin er úr bókini: Vága Samferðslusøga