hósdagur 2. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 166 - 2. september 2004
Nr. 166 - 2. september 2004
11
Tað er lítið at ivast í, at nógv av tí, sum nú gongur
fyri seg innan karmarnar av tí hugtaki, ið nevnist
trýpartasamráðingar er taktikkur og nervakríggj.
Snildur taktikkur frá arbeiðsgevarunum, sum ikki
fer at virka, sigur formaðurin í Starvsmannafel-
agnum og ávarar bæði politikarar og arbeiðsgev-
arar ímóti at leggja Starvsmannafelagið undir trýs
Hann er á varðhaldið, nú arbeiðsgevarar hava
kallað arbeiðarafeløgini til nýggjan fund um trý-
partasamráðingar við landsstýrið um kostnaðar-
støðið í Føroyum. Tað er sostatt greitt, at Starvs-
mannafelagið sum nú er, verður neyvan við i eini
trýpartaloysn. Tað er eisini ivasamt, um ar-
beiðarafeløgini eru samd um ætlanina. Eitt av
teimum stóru arbeiðarafeløgunum, Havnar Ar-
beiðskvinnufelag, er atfinningarsamt og FA hevur
verið ógvuliga varið. Hinvegin tykist HA at verða
rættiliga positivt. Tá alt hetta er sagt, so stendur
eftir, at trýpartahugtakið hóast alt er áhugavert og
ósiðbundið, og kanska er tað júst slíkum hug-
skotum okkum tørvar í hesum døgum.
Hvat snýr alt hetta seg veruliga um? Hetta snýr seg
um, at landsstýrið, arbeiðsgevararnir og partar av
fakfelagsrørsluni óttast tað hækkandi kostnaðar-
støðið. Hesir partar bera ótta fyri, at vit missa
framleiðsluna til lond við lægri kostnaðarstøði, les
lægri lønarlagi. Skrekkvisiónin er norska fiski-
vinnan, sum flytur sína framleiðslu heilt til Kina og
danski ídnaðurin, sum flytir sína framleiðslu til
Eystureuropa. Trýpartaloysnin skuldi so verið tann,
at fáa fakfeløgini vissu fyri skatta- og avgjaldslætta
til lá- og meðalinntøkur, so vilja tey slaka munandi
við lønarkrøvunum til komandi samráðingar. Vinn-
ingurin skuldi so verið eitt munandi lægri kostnað-
arstøði innan privata eins væl og almenna sektorin.
Harvið skuldu vit fingið bøtt um okkara kapping-
arføri. Alt hetta skuldi so tryggja arbeiðsplássini.
Hetta er ein freistandi loysn, sum á fakmáli nevnist
inntøkupolitikkur, ið so uppaftur hevur sum for-
treyt, at allir partar spæla við. Men her eru nógvir
leysir endar og nógvir trupulleikar. Henda loysn
gevur minni í landskassan, og tað fær beinanvegin
fylgjur fyri alla almennu skipanina, heilsuverk, al-
mannaverk, skúlaskipanina, íløgurnar o.m.a. Hartil
koma tær søguligu royndirnar, sum vísa, at skatta-
og avgjaldslættar bert halda í eina tíð. Hvussu skal
tað almenna kunna veita trygd móti skatta- og av-
gjaldshækkingum í einum skeiði við vaksandi
búskapartrupulleikum? Hvat við prísunum, sum
landsstýrið ikki er harri yvir? Hvørja trygd hava
løntakararnir fyri, at ein trýpartasemja ikki fer at
venda tunga endanum niðureftir o.s.fr.? Jú víst eru
nógvir ósvaraðir spurningar. Hinvegin er hetta eitt
áhugavert hugskot, ið eigur at verða roynt. Fæst
ikki semja og fæst ikki tann neyðuga trygdin,
vendist altíð aftur til tað gamla.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trípartasamráðingar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Bland kom í orðini
Øssur Winthereig,
tíðindaleiðari
Sjónvarp Føroya
Ein sum nevnir seg Virgar
T.
Dalsgarð,
hevur
í
bløðunum roynt at sett eitt
ótal av føroyskum orðum
saman í eina lesbara rað-
fylgju. Í tí royndini er bland
komið í nøkur av orðunum.
Eitt nú sigur hesin grein-
skrivari, at sjónvarpið og
Grækaris Magnussen eltu
ein smádrong vestur á flog-
vøllin. Nógv sjáldsom orð
vera knýtt upp í sjónvarpið
og Grækaris í hesum sam-
bandi.
Fyri fólk, sum ikki hava
møguleika dagliga at fylgja
við í Føroyum, er skjótt at
seta orð saman eftir ímynd-
ingarevni heldur enn veru-
leikanum. Tí skal eg hjálpa
greinaskrivaranum
eitt
sindur.
Hvørki sjónvarpið ella
Grækaris vóru á flogvøllin-
um, tá Petur fór av landin-
um. Grækaris legði heldur
ikki rødd til tíðindini í
sjónvarpinum hetta fríggja-
kvøldið. Eitt nú tí hann var
staddur í Danmark.
Kanska blandar grein-
skrivarin við okkara systur-
stovn – útvarpið - sum valdi
at vera á flogvøllinum og
fylgja Peturi avstað.
Sjónvarpsins sjakalar:
Ætlaðu naivt statskvett fyri jól
Virgar T. Dalsgard
(framhald frá mikudags-
blaðnum)
(Framhald av greinini,
Sjónvarpsins sjakalar)
Nú kann kanska onkur
andøva ímóti og halda, at
hesin góði Grækaris vísti
seg sum ein mann í fjør, tá
ið hann beint uppundir jól
gav
út
bókina
»Skjót
journalistin« saman við
harra Øssuri Winthereig,
einum øðrum turrgeldum
egocentrikara. Vóru hetta
ikki raskir dreingir, sum
herjaðu á sitandi løgmann?
Var her ikki talan um sam-
felagsmál og maktmisbrúk
hjá einum manni, sum sat
við stórum valdi? Gaman í,
men bókin skuldi, um hon
skuldi hava nakran relevans
verið skrivað fyri meira enn
tjúgu árum síðani. Tá var
málið aktuelt, og sjakalar-
nir komu ikki fram við
rættiliga nógvum, sum fólk
ikki vistu longu fyri nógv-
um árum síðani. Tá ið hesir
bádir vágaðu sær fram við
bókini, var tað avgjørt ússa-
ligt »post festum» og bara
feikur konstaterandi gulur
journalistikkur, sum allar-
helst var »bestilt arbeiði»
frá høvuðkambunum allar-
ovast í tjóðveldisflokkin-
um. Teir vóru nevniliga so
naivir, at teir billaðu sær
inn, at tjóðveldið kundi fáa
løgmann, og so skuldu
hesir báðir journalistgarpar
hava gilt afturfyri. Motivið
var týðuligt - persónlig
maktgirnd
hjá
bádum
bókagørpum!
Í staðin fyri hava hesir
báðir politiserandi mikro-
fondreingir, harra øssur &
harra grækaris komprom-
itterað seg so, at teir aldri
aftur áttu at sloppið framat
einari almennari mikrofon.
Teir eru djúpt óseriøsir sum
journalistar, lívegnir ør-
indadreingir hjá tjóðveldis-
flokkinum og andiliga trú-
lovaðir við allari tí makt-
sjúku Hoydalsklikuni. Teir
hava tí púra eingi moralsk
rættindi til at fáast við tíð-
indafluttning - teir kundu
kanska fingið innivist á
meinigheitsblaðnum
hjá
tjóðveldisflokkinum,
Fregnir. Í tí blaðkøstinum
hoyra triðja rangs journal-
istar heima. Bókin »Skjót
journalistin» er so illa
skrivað, at sjálvt ein smátt-
begávaður sjeynda-klassa
næmingur hevði skammast
við slíkt fuskarbeiði.
Ommu-effektin brúkt
sum politisk pressión
Skandalu- og sensatións-
journalistikkurin hjá sjón-
varpinum hevur í allar-
seinastuni fingið parla-
mentariskar konsekvensir,
bæði á Løgtingi og Fólka-
tingi. Fyri stuttum stillaðu
harra Bill Justinussen og
Finnur Helmsdal hykler-
iskar spurningar á tingi um
smádrongin hjá sjónvarp-
inum. Teir kendu væl svarið
frammanundan, men teir
kundu jú fáa gruggað málið
eitt sindur við at leggja
Framhald á síðu 11
VIÐMERKINGAR
ónossligt trýst á parlament-
arikararnar. Fyri at seta
rættiligan trumf á, høvdu
hesir báðir farisearar fingið
dragsað ommu drongin
niðan í tingið. Omman sat
so á áhoyraraplássinum og
økti um parlamentariska
trýstið! Hetta er beinleiðis
emotionellur terror móti
føroyskum løgtingsmonn-
um. Harra Helmsdal hevur
sjálvur sum barnaverndar-
formaður sent eitt ótal av
børnum til Danmarkar -
hann veit betur enn nakar,
at tað er einki óregluligt
hent í smádreingja-málin-
um, men hann letur seg
brúka sum hent tjóðveldis-
amboð hjá sjónvarpsins
sjakalum! Populistar sum
Bill og Helmsdalur spilla
tingsins
kostbaru
tíð.
Seinni hevur so medicin-
maðurin Jenis av Rana,
leiðarin av farisearaflokk-
inum eisini blanda seg
uppí!
Tað, sum Helmsdalur
troystar sær á løgtingi,
loyvir Hoydalur sær á
Fólkatingi. Harra Høgni
Hoydal er so langt úti nú, at
hann hevur á sjálvum
Fólkatingi reist málið um
drongin,
sum
skal
til
Danmarkar. Sum um hetta
lítla
ommumál
hoyrir
heima á ministara-niveau!
Soleiðis sum Høgni grætur
fyri donskum ministarum,
mugu vit útisetar næstan
fáa varhugan av, at drong-
urin skal deporterast til
Devlaoynna. Hetta er mest
mikroskopiska mál, nakar
politikari enn hevur spilt
tíðina hjá einum donskum
ministara við. So tað lukk-
aðist enn einaferð harra
Høgna at gera øllum føroy-
ingum fyri skommum og
seta sítt egna met í perfidari
populismu og emotionellari
demagogi
Sjálvt ikki Erlendur Pat-
ursson fekk seg til at stilla
so idiotiskar spurningar,
hóast hann aloftast ferðaist
í tí demagogiska køstinum!
Smakkleys populisma
á Fólkatingi
At andstøðuleiðarin, harra
Høgni Hoydal er farin so á
knøini, at hann fær seg til at
promovera seg við so
smáum málum, vísir bara,
at hann antin er steinbýttur
ella er í desperatari neyð.
Spurningurin, hann hevur
stillað donskum ministar-
um er so óintelligentur, at
vit skullu heilt aftur til abba
hansara, Karstin Hoydal
fyri at finna nakað líka so
politiskt tápuligt.
Landsstýrismaðurin
Karstin Hoydal vildi, sum
kunnugt í síni tíð hava
løgtingsmenn at viðtaka, at
hann ikki hevði drukkið
annað enn sodavatn í kant-
inuni í Mjørkadali. Hesum
groteska uppskoti kundu
sjálvt partamenn hansara
ikki taka undir við, tí teir
vistu av góðum grundum
ikki, hvat ið hevði verið í
Karstinsglasi. Men fjákut-
ari spurningur hevur ikki
verið stillaður nakrantíð av
føroyskum politikara, fyrr
enn nú abbasonurin Høgni
hevur dummað seg á Fólka-
tingi. Mikroskopiska lítið
statsmansevni er í slíkum
skølingum!
Hevur nakar hugsað um
at skipa fyri einum árligum
farisearaprísi til Føroya
størsta hyklara? Um so var,
hevði
kappingin
verið
knívshvøss millum teir
fimm pseudofilantropisku
u m s o r g a r m e n n i n a r ,
Grækaris, Høgna, Finn,
Jenis og Bill. Allir høvdu
verið
favoritkandidatar.
Hesir pásetligu sjálvgóðu
menninir ætla at bjóða seg
fram sum eitt kvalificerað
alternativ til teir socialu
myndugleikarnar. Ja, tað
hevði verið nossligt, ha?!
Er eingin, sum skammast
vid okkara perverterada og
vamlisliga sjónvarp? Mega-
størsta
menniskjansliga
skommin eru avgjørt teir
bádir fariseararnir, Grækar-
is
og
medicinmadurin
Jenis, men harra Hoydal er
landaskommin, nú hann er
farin at ómaka danskir min-
istarar vid pseudomálum!
Harra Hoydal er eiggiliga
dumpadur sum parlament-
arikari, men hann hevur
stadid allar royndir og
næstan met sum perfidur
populistur, perversur pro-
vokatørur og fjadursárur
hyklari. Eingin, sjálvt ikki
hansara egnu kunnu taka
hann í álvara sum politikara
eftir hetta!
Høvdu allir hesir úlvar í
seyðaklædum fingið nakað
socialt vald, hvat Harrin
forbjóði, so hevði ein stórur
partur av tjóðini blivið soci-
alir klientar. Latum okkum
verja fólkið móti hesum
óhumsku, maktsjúku og
følsku profetum! Latum
okkum avdúka hesar falsar-
ar! Lat okkum skræða
gekkaskortin av teimum, so
fólkið sær, hvussu spill-
naknir teir eru! Her átti
sjónvarpið at gingið á
odda!
Framhald av síðu 10
Leysasøgur um at
stjórin á IRF hevði
skal hava sagt seg úr
starvi, geva eina
mynd av tí hita sum
brennistøðirnar á
Hagaleiti og Hjalla
mugu kenna, nú
deadline nærkast fyri
innføringina av
nýggjum reinsiskip-
anum fyri tíggjutals
um ikki hundraðtals
milliónir
UMHVØRVI
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tá vit mikudagin ringdu til
IRF og spurdu um tað
passaði at stjórin har, Poul
Andrias Joensen, hevur
sagt seg úr starvi, hvakk
avgreiðslufólkið á brenni-
støðini við. – Hvat sigur tú?
Hevur hevur hann sagt seg
upp nú? ljóðaði ein skelkað
rødd. Nei, stjórin var ikki at
hitta heldur.
Hinvegin var formaðurin
í IRF nevndini, Hilmar
Danielsen, væl og virðiliga
at hitta. Skjótur at avnokta
ta sokallaðu uppsøgnina,
vísti hann til tað trýst sum
leiðslan hjá IRF, og fyri so
vítt eisini tann hjá KOB í
Havn, nú hevur á sær sum
úrslit av herdum umhvørv-
isligum krøvum ið skjótt
koma í gildi.
– Hatta við at Poul
Andrias skal hava sagt seg
úr starvi, er íspunnið. Eg
hevði verið tann fyrsti hann
hevði sagt tað við, so mikið
kenni eg hann; eg havi
eisini tosað við hann um
hasi leysatíðindini og einki
hald er í teimum. Tey
kanska hinvegin hanga
saman við at fundir fyri tíð-
ina kunnu vera nakað
rokaligir og onkur hvøss
orð munu falla.
Tveyfrontað stríð
Nevndar
formaðurin
greiddi frá at IRF liggur í tí
hann kallaði - einum tvey-
fronta stríði í samráðingum
um implementeringina av
nýggjum ES reglum sum
koma í gildi longu um eitt
gott ár.
– Sæð út frá einum
rakstrarligum sjónarmiði,
liggja vit í løtuni í einum
tveyfronta stríði, við teim-
um umhvørvisligu mynd-
ugleikunum frá Innlendis-
málaráðnum og Heilsu-
frøðiligu
Starvsstovuni
øðrumegin
og
teimum
fíggjarligu myndugleikun-
um frá Fíggjarmálaráðnum
hinumegin. Okkara upp-
gáva er at fáa tær reglurnar
sum koma í gildi við árslok
2005 so hampiliga hósk-
andi fyri okkara rakstur
sum møguligt, soleiðis at
vit kunnu megna at liva upp
til tær og samstundis kunnu
fáa til vega nóg mikið av
peningi til at kunna innføra
neyðugar skipanir.
Sum skilst er talan um
eitt rásarúm fyri tulking
upp á millum 25 og 100
milliónir krónur.
– Íløgurnar sum krevjast
í sambandi við tey herdu
krøvini um roykfiltrering
kunnu variera millum 25 og
100 milliónir; tað verður í
síðsta enda ein spurningur
um prioriteringar og tulk-
ingar. Vit hava í áravís
ávarð um hesa støðuna, og
at ein skipan fyri roykfiltur
ið lýkur altjóða standard
inniber eina sera stóra íløgu
umframt ein nakað dýrkað-
an rakstur. Fyrst nú er eftir
øllum at døma málið vorðið
nóg heitt.
Hvussu gongur annars
fíggjarliga hjá IRF?
- Vit framdu rationaliser-
ingar fyrr í ár og spardu
seks ársverk; tað ger nógv-
an mun. Síðani eru bingju-
plássini úti hjá kommun-
unum vorðin umskipað við
millum annað betraðari
sortering, og har spara vit
eisini pening. Sum heild er
tann fíggjarliga stýringin
rættiliga væl optimerað.
Men fyri tíðina hongur alt í
leysari luft so at siga, or-
sakað av teimum herdu
reglunum sum nú koma;
tað er einki at siga til at
orðadrátturin kann gerast
nakað harður viðhvørt.
Verandi fíggjarlóg hjá
IRF javnvigar við umleið
60 milliónir krónur, upp-
lýsir nevndar formaðurin.
Brennistøðir kenna hitan:
Rúkandi trýst genererar luftigar leysasøgur
Nógv trýst er á IRF í løtuni,
men tað tykist so ikki vera
hald í søgunum um, at
stjórin í felagsskapinum skal
hava sagt upp
C
M
Y
K
11
10