týsdagur 26. apríl 2016síða 72
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 17 • 25. APRÍL 2016
32
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
L
eygardagin 30. apríl verður Føroya
størsti brúktabilamarknaður á
Skálatrøð í Havn, har fleiri av
bilasølunum sýna fram sínar brúktu
bilar á einum felags marknaðardegi.
Tað er Stuðulsfelagið Knørrur,
sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi
við bilasølurnar, ið sjálvar standa fyri
søluni av bilunum. Talan er um eitt
afturvendandi tiltak í sambandi við at
fólk fáa feriupengar. Bilasølurnar eru
væl fyrireikaðar og hava altíð nógv
góð tilboð. Eisini bjóða tær fígging
við lágari rentu.
Ein av fyrireikarunum, Regin Joen
sen frá Stuðulsfelagnum Knørri, sig
ur, at tey hava í nøkur ár skipað fyri
líknandi tiltøkum, sum fólk hava
tikið væl undir við, og nógvir bilar
vórðu seldir. Umboð fyri tær ymisku
bilasølurnar lata eisini væl at tiltak
inum.
Fyrireikararnir siga, at har verður
okkurt til børnini sum t.d.hoppiborg.
Eisini verður ókeypis kaffi og køka.
Føroya størsti
brúktbilamarknaður
Ein av fyriskiparunum
Regin Joensen frá
Stuðlafelagnum Knørri
S
ól, hiti og ljós alt døgnið er júst
tað, vetrartroyttum føroyingum
tørvar, sigur Helle Krog Dahl.
Hon rekur lítlu ferðastovuna Our
World í Holstebro, og hevur nú lagt
seg eftir at selja føroyingum pakka
ferðir til Tailands.
Felagið er 10 ára gamalt og sam
starvar millum annað við Kilroy. Our
World selja fyrst og fremst bólkaferðir
til ymisk støð runt um í heiminum, so
sum Ísland, USA og Tailand.
Helle Krog Dahl hevur fleiri ferðir
verið í Føroyum, bæði í arbeið- og frí
tíðarørindum. Hon heldur, at hóast
føroyska og tailendska samfelagið
líkjast nógv, serliga hvat gestablídni
viðvíkur, so hevur Tailand heilt víst
nógv at bjóða føroyingum.
– Sól og hitt, góður matur, bíligar
vørur, góðar upplivingar. Tailand hevur
alt, sum tú ynskir tær. Fólkið eru so
gestablíð og fyrikomandi, tey gera
alt fyri, at tú skalt trívast. Tí fert tú
heilt víst at føla teg heima í Tailandi
beinanvegin, sigur hon.
– Tú verður so væl uppvartaður, at
tú ert fullur av orku, tá tú kemur heim
aftur og skal til arbeiðis eftir lokna
feriu, sigur Helle Krog Dahl.
Hon heldur eisini, at nú Atlantic
Airways hevur lækkað prísin, ræður
um at gagnnýta møguleikan at ferð
ast eitt sindur longur burtur.
– Vit geva tær møguleikan at
flúgva við einum av heimsins bestu
feløgum, Thai Airways, beinleiðis úr
Keypmannahavn. Tænastan er so góð
har umborð, at longu í flogfarinum
er tær greitt, at nú er frítíðin byrjað,
sigur hon.
Helle Krog Dahl
á vitjan við Gjógv
Ljós og hiti til
vetrartroyttar
føroyingar