Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-19, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. mai 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016 SOSIALURIN 57 35 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá fyrsta borgmeistaranum í Havn, Andreas C. Lützen, sum tók við fyri júst 150 árum síðani. Jørgen Frantz og Carl Johan koma aftur seinni. Jørgen Frantz hevði eisini áhuga fyri fiskiskapi, sum tað sæst í hesi grein hansara í Tingakrossi í 1930, sum vísir hvussu framskygdur hann var, eisini á hesum økinum 1930 man fara at vera merkisár í føroyskum fiskiskapi. Ikki tí at úrslitið kann væntast at vera tað besta. Veiðan hevur verið góð í vár, men prísurin er minni enn so so góður sum í fjør. Men sjáldan munnu Føroyingar hava fiskað við meira ídni enn í ár, við sterkari kenslu av, at nú ræður um. Og ongantíð hava vit havt so stóran skipaflota og so nógvar menn á floti sum í ár. Tað Føroyingar so mangan hava hugsað um – og suffað um – endurnýggingin av fiskiflota okkara er nú um at vera sett í verk. Og einki ár munnu so nógv skip vera komin afturat sum í ár. Flest øll skip eru nú farin avstað á øðrum sinni, antin til Grønlands, hvar nú helmingurin av flotanum fer at fiska í summar, ella til Eysturlandið. Men vár­ fiskiskapurin á Suðurlandinum og aðrar royndir Føroyingar hava gjørt nú í seinast­ uni kunnu vera leiðbeinandi eisini fyri spurningin um hvussu tey skipini eiga at vera, sum Føroyingar hereftir fara at keypa. Framtíðin er stór skip Nógvar atfinningar kunnu vera at gera at teimum stóru skipum, sum Føroyingar í stórum tali hava fingið sær. Dýr eru tey at keypa, dýr eru tey at útgera, og summir reiðarar tykist at aftra seg fyri at keypa tey. Teir vita ikki enn, hvussu tey fara at forrenta seg. Skipini hava loyst seg so væl í hesum góðu árunum, men eingin veit enn, um tey fara at kunna bera seg, tá tey ringu árini koma aftur. Men í nógvar mátar sæst tað longu, at hesi skip hava verið til vinning. Menninir hava so nógv betri kor umborð á teimum. Og hetta verður eisini til reiðarans gagn. Tí størri og betri skip hann hevur, betri skiparar og fiskarar fær hann, og yvirhøvur man tað vera valt lið, ið nú virkar í teim stóru skipunum. Summi vilja vera við, at hesi skip ikki hava fiskað so nógv sum sluppirnar, meðan aðrir siga, at hetta als ikki er beint, ið hvussu er: bruttoveiðan hjá hesum skipum er stór, og tað er til gagns fyri landið. Sum nú er tykist meginparturin av Før­ oyingum at halda, at tey nýggju skipini eiga at vera stór, 150-160 tons, við eini manning av 25-30 monnum. Men best man vera at leggja sær í geyma, at framtíðin enn kann hava eitt orð at siga um hvussu hesi skip fara at loysa seg. Summir reiðarar hava ikki keypt slík skip enn, hóast teir ivaleyst hava havt pening til tað, og tað man ikki fara at vera altíð, at eitt skip, sum er keypt fyri sínar 70.000 krónur, fyrsta ár gevur eitt netto-úrslit av 30-40.000 krónur. Um skipaslagið tykjast Føroyingar ikki at vera nær so sameindir sum um skipastøddin. Frá gamlari tíð av eru teir so góðir við sluppina. Teir siga, at hon liggur so væl og er yvirhøvur so hóskilig til snørisfiskiskap. Serliga Suðuroyingar halda uppá hana, og summir vilja vera við, at tey nýggju skipini áttu at vera bygd sum sluppir. Týdningurin av at skip liggja væl Um tær skonnartir, sum bygdar eru í Dan­ mark, verður eisini sagt, at tær liggja gott, og at tær reka lítið. Meðan fransaskonnartirnar bæði reka og rulla. Hetta seinasta er nú ikki so løgið. Flestar allar fransaskonnartirnar eru yvirhøvur ikki bygdar til snørisfiskiskap. (Eitt undan­ tak er Ernestine). Tær eru bygdar til at liggja fyri akkeri undir New Foundlandi ella á Fyllabanka, meðan manningin drívur dory- fiskiskap. Men hví skulu skipini liggja so væl? Eina ógvuliga kønur maður sigur um henda spurning: Tað er eftirstøða frá teirri motor­ leysu tíðini, at Føroyingar hanga seg so nógv í liggingina. Nú, næstan øll skip hava motor, ber skjótt til at stima aftur, tá skipið hevur rikið ov langt. Og annars: í góðum veðri er tað bara gott, at eitt skip rekur skjótt. Alt í alt skal tað hava víst seg, at tey skipini, ið reka skjótt, hava fiskað væl fyri tað. So til driftina hjá okkum, snøris­ fiskiskapin, kunnu skonnartirnar vera nærum líka góðar sum sluppirnar. Teir dagar at slupp fær fiskað og ikki skonnartirnar, munnu vera fáir. Men harafturat kemur, at skonnartin er so gott farmaskip, meðan ein lastað slupp er skaðaskip at kalla. Og nettupp góð farma­ skip er tað okkum tørvar, nú leiðin gongur til Grønlands. Tað man tí fara at ganga so, at sluppin, hin gamla smackmodellin hvørvur, og at skonnartin kemur í hennara stað. Framtíðin er doryur Eisini av eini aðrari grund. Sum enn er statt halda Føroyingar mest uppá snøris­ fiskiskapin frá sjálvum skipinum. Men tann tíðin kann skjótt koma, at driftin verður øðrvísi, at Føroyingar fara at fiska úr dory. Tað er so hóskiligt eitt far, skipini kunnu hava eini 12-14 uppiá dekkinum, eina oman á aðra – sum breyðbakkar í einum handli. Ein dory er nógv bíligari enn ein føroyskur bátur – kemur neyvan uppá 100 krónur. Skjótt kunnu Føroyingar venja seg til hana. Tað vísir seg, at Fransar við teirra dorries hava fiskað meira á Fyllabanka enn Føroyingar við teirra fiskihátt. [Her hevur Jørgen Frantz í hvussu er mis­ tikið seg. Tað hevur ongantíð verið uppá tal hjá føroyingum at nýta doryur, har trygdin eisini var ógvuliga vánalig.] Gomul ella nýggj skip Her hevur higartil verið skrivað um skipa­ stødd og skipaslag. Ein triði spurningur stendur eftir, tá talan er um endurnýgging av skipaflotanum: Skulu Føroyingar keypa sær nýggj ella brúkt skip? Eitt tykist í hvussu er at standa so klárt nú, at hvørt barn skilir tað: gomul skip eiga Føroyingar ikki at keypa. Men dýran læripeningi hevur henda royndin kostað. Tvey skip, sum eru keypt í ár, hava víst seg at vera heilt fyri ongum, so at tey beinleiðis vóru til at koyra í køstin. Og onnur gomul skip, sum í seinastuni eru komin her til landið, hava kravt so stórar og dýrar um­ vælingar, at tey á henda hátt eru vorðin líka dýr sum spildurnýggj skip. Men neyvan líka góð! Hetta er tað syndarliga kapitli í hesum menningabilinum, sum okkara fiskiskapur nú upplivir. Øðrvísi er við brúktum skipum, sum ikki eru so gomul. Tað sigst, at eitt eikiskip, sum er eini 5-6 ára gamalt, skal vera burtur úr øllum lag illa umsitið,um tað skal vera eitt ringt skip. Eitt slíkt skip kann í Fraklandi keypast fyri 50-90.000 krónur, alt eftir stødd. Men skuldi eitt slíkt skip verið bygt av nýggjum, kom tað lætt uppá 150.000 krónur í hvussu er, um tað skuldi verið bygt í Danmark. Hetta er ein tungur kapitalur at dragast við. Hvussu tað nú man vera við hesum, eitt stendur fast. Eitt nýtt skip er eitt nýtt skip. Og í longdini man tað altíð fara at loysa seg av tí, at umvælingarnar vera so fáar. Tey skipini, ið bygd eru í Danmark, sigast at vera frálík í allar mátar. Lætt er at fáa statslán til slík skip. Men fyri tað fyrsta eru statslánini ikki so sjáldsama bílig, og harafturat kemur so, at tey danskbygdu skipini eru so dýr. Tað hevði verið bíligari at latið skip bygt í Fraklandi – nógv bíligari siga summir. Best hevði verið um Føroyingar høvdu kunnað bygt síni skip. Tað man ikki vera nakað at ivast í, at ein føroysk skipasmiðja hevði fingið nóg mikið at gjørt. Føroyingar, ið duga so væl at sigla við skipum, hví gera teir ikki skip? Jørgen-Frantz Jacobsen Carl Johan var saman við øðrum dreingjum umborð á kongaskipinum Birma í 1907 Heldur var tað skonnartin, sum var framtíðin. Her Skálanes hjá Kjølbro og beiggjanum Dáva Jørgen Frantz sá longu í 1930, at tíðin var farin frá sluppunum Jørgen Frantz:Fiskiskapurin 1930