hósdagur 19. mai 2016síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. MAI 2016
40
SOSIALURIN 57
Leivur Thomsen
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Tónleikari og útvarpsvertur – Bústaður: Tórshavn
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Eg havi altíð verið til tónleikin, so tónleikari og komponistur er soleiðis sirka tað,
eg kann koma í tankar um. Seinni havi eg so funnið útav, at eg havi ymsar aðrar
førleikar, sum eg brúki í starvssamanhangi.
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
At vit faktiskt eru tað veikara kynið í samfelagnum. At samfelagið er
mansdominerað, er nakað, sum kvinnurnar hava funnið uppá at siga. Tað kann
jú vera beint øvugt við nærri eftirtanka. Brigsla okkum ikki fyri, at vit leita saman
í klubbar og annað, har bert menn hava sína gongd. Vit elska tykkum kvinnur
kortini. Annars duga vit menn væl at multitaska – bert við teimum fyri okkum røttu
tingunum.
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
Børn skuldu altíð verið mint á, at tá ið tey blíva vaksin, skulu tey minnast til at hugsa
líkasum tá, tey vóru børn. Tann hugsanarhátturin er ein ein fantastiskur eginleiki,
sum snýr seg um at sansa verðina av nýggjum við opnum sinni og bara góðtaka tað,
sum er, samstundis við, at man áhaldandi setur spurnartekin við lívsins viðurskifti.
Sjálvt tað allarmest vanliga, væl vitandi um, at man sum vaksin er vitandi um nógv
og er førur fyri at broyta tað, sum man veit nakað um, men at tann vitanin áhaldandi
skal avbjóðast, soleiðis at vit koma til nýggja fatan av veruleikanum og gerast før
fyri at flyta okkum gjøgnum lívið og harvið vera við til at broyta verðina til tað betra.
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika?
Dreymurin er veruleiki. Dreymurin er ein partur av okkara tilvitsku, so tað ber í míni
verð ikki til at skilja ”dreym” og ”veruleika” at. Men eitt er vilji, hann kunnu vit gera
nakað við, so vit koma á mál, men so er tað sumt, sum hendir í okkara lívi, sum vit
illa fáa gjørt nakað við. Eg haldi, tað snýr seg um at góðtaka tær treytir, sum eru, og
gleðast yvir tað góða, sum er í okkara lívi
Um tú tordi, so hevði tú?
….livað av tónleiki fulla tíð. Ikki tí, tað havi eg roynt, men inntøkugrundarlagið
er tíverri ikki nakað, sum røkkur til at halda hús og hava familju.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Samanhald, samhaldsfesti, samrøða, samvitska, samband (ikki
politiskt), kærleiki, tónleikur, virðing fyri øllum menniskjum, styrkt
fólkaræði og nógv, nógv annað
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Eg minnist ikki rættiliga, tí mín máti at reagera uppá er altíð, at
um okkurt hendir, er tað, tí tað kann henda, og so hugsi eg um
mína egnu reaktión, um hon er rationel ella ikki. Eg eri altíð mín
egni vaktarpersónur, so at siga
Tað seinasta, tú hevur lært, er at?
….at føroyingar bara hugsa um pengar. Alt er ein cost/benefit
meting, og so koma menniskjanslig virði í aðru røð. Tíverri.
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú?
Eg havi faktiskt ikki ringa samvitsku. Eg royni at liva mítt lív sum
tann persónur, eg eri. Tað snýr seg um at góðtaka. Eitt
aðalmál og eisini nakað, sum eg royni at liva eftir, er
at royna ikki at liva sítt lív gjøgnum onnur, men at
fylgja míni egnari intuitión
Enda setningin: Føroyar áttu:
….at veitt sínum borgarum betri rættartrygd.
Annars eru Føroyar eitt gott land at liva í
BAKSÍÐAN
E
itt grovt æl ger av við hvønn
hundalort, sama, hvussu
seigur og stórur, hann er.
Vit fáa minst 500 grov æl
um árið. Hvørt teirra kundi tikið
minst 500 hundalortar.
Tí er lika høpisleyst sum trygdar
eftirlit á flogvøllum og fólkaræði at
krevja av fólki, at tey taka tað, sum
hundurin skítur, upp í ein svartan
plastposa. Big Brother, Stóribeiggi,
hevur givið teimum við hundi eina
vegleiðing um, hvussu tað verður
gjørt, uttan at fáa lort á fingrarnar
og koma lort í býin.
Og sum altíð, tá mynd
verður hann liggjandi til
eina ferð í næstu øld. Hetta
kalla tey miljøreligiøru
umhvørvisvernd.
Eg sá herfyri vin mín á
fýra beinum í Berjabrekku
skíta, ikki á, men niður
í eina páskalilju. Ófør
tøð, og tey, sum eru so
hjartaleys og kýnisk at traðka á eina
páskalilju hava uppborið at fáa lort
undir skógvin, hugsar vinurin á fýra
beinum. Og tað geri eg eisini.
Ferðavinnan gremur seg um
tað mesta, millum annað, at
ov fá almenn nátthús
eru í Føroyum. Brúk
er ikki fyri fleiri, tí
tey flestu sita á
feysbukkuni.
Hon er bæði
almenn og ikki minst sosial.
Ella gevið ferðafólkunum svartar
plastposar.
Tað ræður sum sagt um at vera
á varðhaldi dag og nátt. Í gjár var
einasta BMI, sum nyttaði nakað, 24.
Í dag er tað vorðið 27, í morgin 20 ella
40, tað vita vit ikki fyrr enn í morgin,
ella í nátt, kemur opinberingin
vestaneftir. Og so aftur at rokna,
hædd og vekt gevur BMI.
Tað ber tó eisini til at uppliva
okkurt spennandi og skakandi bara
við at hyggja út.
Í tjarnarlinginum beint vestanfyri,
har sum eg búgvi, var eitt kvøldið ein
øgiligur bardagi.
Tveir dunnusteggjar vóru í holt
við eina bøgu.
Tað var harðligt og áhaldandi,
líktist einari neyðtøku, fúlir fanar í
fjaðraroki. Bøgan royndi at sleppa sær
upp á turt og rýma undan óstýriligu
steggjunum. Men tað slapp hon ikki,
tí í parti við steggjunum vóru tvær
krákur. Tær stóðu á bakkanum og við
nevunum og hábrøgdum róku tær
bøguna í hylin aftur til steggjarnar,
hvørja ferð, hon slapp upp úr
vatninum.
Hesin bardagi, fýra móti einari,
vardi eina góða løtu. Eingin lá tó eftirá
tíbetur. Stúrdi tó fyri tí ringasta, tá
ein frensur sníkti seg fram móti váta
vígvøllinum. Men har lá eingin fuglur
í andaleypi, tíbetur.
Fuglar eru øgiligir og duga eins og
menniskjan at samskipa álop.
Vit gleða okkum til Trump fer
rættiliga í hernað móti teimum, sum
drepa fólk í okkara býum. Tann,
sum óruddar, eigur eisini at rudda.
Ruddingardagsprinsippið, sum er,
at tey, sum ikki órudda, rudda eina
ferð um árið eftir hini, sum órudda,
men ikki rudda, er ikki galdandi her.
Óruddarin eigur óruddið.
Verður Hillary Guds forseti,
sendir hon pedagogar og stuðlar til
Miðeysturs at biðja IS fólkini setast
hond í hond í kringi rundan um eitt
kertuljós á sandinum og viðganga
sínar syndir. Men tað fer heldur ikki
at rigga har. Hart móti hørðum plagdi
at duga. Tað veit Trump. Hann tosar
nógv, men tað er ikki uttanumtos.
Rættindi m/k? eru ikki bara til fyri
brotsmenn/k og yvirgangsmenn/k.
Góðkenning er ein góð kenning. Í
Hundalandi búgva lorthundar.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Lortur í plasti