Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 35 35 31 35 35 20% ÚTGJALD 2% Í RENTU – 3 MÁNAÐAR GARANTI BRÚKTIR BILAR SÍ MEIRA Á BM.FO NÝSÝNAÐIR LÆTTUR, HUGALIGUR OG KUNNANDI VIKULESNAÐUR ...ÓKEYPIS FRÁ MIÐLAHÚSINUM TIL HVØRT HÚSARHALD Í FØROYUM VIKA 21 • 23. MAI 2016 Havnarfólk fara at dyrka sítt egna grønmeti mitt í býnum Opel Rekord hjá Klaksvíkar Byggivirki Bilasøga VIKA 21 • 23. MAI 2016 11 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kappróðurin er primitivur Serfrøðingurin, sum aftur situr við árarnar, ásannar, at eitt er at venja og leggja til rættis, og nakað annað er at vera partur av eirindarleysu kappingini Jóannes Hansen S einastu árini hevur Ludvík við Stein við sínum stóra innliti í kapp róður og góðu gávum at miðla syrgt fyri, at vanligi føroyingurin hevur havt betri møguleika at fáa fatan av, hvat eirindarleysa kappingin snýr seg um. Nú situr Ludvík, sum restar eitt hálvt ár tey fjøruti, saman við fleiri javn aldrum aftur við árarnar umborð á Eysturoyingi. – Vit kenna okkum at vera væl trimm aðar, og mátingarnar við øllum handa slag av tólum, sum nú eru tøk, siga tað sama. Men harvið er tað ikki sagt, at vit fara at vinna, sigur Ludvík við Stein. Hvussu tá? – Tíbetur eru tað fýra og ikki bara tvey 10-mannafør, sum luttaka í ár. Áhugin er yvirhøvur størri, enn hann hevur verið millum 8-mannafør og 6-manna før bæði við kvinnum og monn um. Tá ið luttøkan í størru bát- unum er fyri uppgangandi, so vísir píl urin rætta vegin. Tað verður vant nógv, men tá ið bátarnir liggja borð um borð er spurningurin, um alt hetta sivili seraða og nørdasliga gongur upp í eina hægri eind við tað primitiva í okkum, sum í júst tí støðuni eigur av- gerandi leiklut, sigur Ludvík, og hann útgreinar: – Tað snýr seg um orkuna, viljan, tað øðina, sum skal til fyri at útloysa kreftirnar, og tað snýr seg um ikki at vera púra kaldur og harvið gagnnýta alt tað, sum í fleiri mánaðir er vant. Talan er um liðavrik. Tað skal bara ein svíkur til, so kiksar tað. Hetta er sum brots sparkskapping í steypafótbólti. Munurin er bara tann, at í kappróðri er tað ikki bara ein men allir í senn, sum, tá ið tað stendur mest á, skulu avrika opti malt. Eitt er, at tað menniskjaliga kann kiksa. Eitt annað er, at tað kann henda so nógv annað. Eitt nú at ein ár brotnar, eitt homluband slitnar ella at árarnar fløkjast hjá tveimum bátum, kanska tí annar stýrimaðurin ikki hevur so nógvar royndir og er fjáltur stungin. Hvør er favorittur? – Ódnartøkini hava givið ábendingar, men tað verður ikki fyrr enn á norð- oya stevnu, at tað ber til at svara. Í kapp ingini millum 10-mannaførini eru teir í høvuðsstaðnum óførir at luttaka við trimum manningum. Drekin Reyði er stinnur, og bæði Havnarbáturin og Ormurin Langi hava havt framgongd, so vit eru sera spentir. Og í hinum bátastøddunum? – Argjabáturin hevur vunnið FM trettan ferðir, og hann er altíð stinnur. Í Klaks vík hava teir mannað Nevið Reyða við ungum og óimponeraðum monn um, sum í ódnartøkunum hava verið sannførandi. Og so er spurning- urin, um mannfólkini í Fuglafirði um- borð á Gullbrandi fara at megna at avrika tað, sum kvinnurnar í Fuglafirði hava framt tey síðstu árini. Og so er tað Miðvingur, Ørvur og kanska onkur annar eisini. So tað er heilt spennandi, sigur Ludvík við Stein. joannes@sosialurin.fo www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20 Umboð fyri Flygt í Føroyum Lensipumpur • Spillvatnspumpur • Feskvatnspumpur • Pumpustatiónir • Eykalutir • Umvælingar/verkstaður • Nú skulu kryddurtir veksa í miðbýnum www.nlh.fo STOVU KONSERT VIÐ LENU ANDERSSEN Send sms-boð við inni haldinum hon til nummar 1940 Hvørt sms-boð kostar 10 krónur umframt vanligan takst Seinasta freist at verða við í kappingini er 25. mai 2016! Vinnarin verður kunngjørdur í næstu útgávuni av HON (15. juni) VIKA 21 • 23. MAI 2016 33 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ 33 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vælkomin til Hvalvíkar Leygardagin 28. mai, sum er leygardagin komandi, verður aftur skipað fyri bátahugna í Hvalvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í nøkur ár Vilmund Jacobsen T að, sum sermerkir tiltakið í Hval­ vík, er, at bátahugnin í fyrsta lagi snýr seg um fólk, sum koma við bátum og seinnu árini eisini við kamp ingvogni. Bátahugnin er ikki ein stevna við alskyns stevnutiltøkum og undirhaldi, soleiðis sum vit kenna tiltøkini á Toft­ um og Vestmanna. Hetta er eitt ann­ að konsept, sum roynt verður at halda fast við, tí bæði meðan tiltakið er og í afturmeldingum eftir tiltakið siga báta eigarar og kampingfólk, at hetta er júst tað, tey vilja hava, meðan tey eru í Hvalvík. Í Sundalagnum hava bátaeigarar og fólk við áhuga fyri sigling stovnað Sundalags Bátafelag, og formaður er Dia Petersen. – Tiltakið hesaferð verður skipað á sama hátt, sum undanfarin ár. Í fjør vóru umleið 70 bátar, og okkurt árið hevur bátatalið táttað í hundrað. Alt veldst um veðrið, og hvør er heima. Hinvegin fæst ikki ein betri sigl ing­ ar leið her í miðstaðarøkinum enn Sunda lagið – og fyri so vítt eisini Skála fjørðurin. Dia Petersen sigur, at í ár hava báta eigarar møguleikan at boða frá lut tøku framman undan og soleiðis fáa tey bestu plássini í bátahylinum. – Longu nú hava einir 18 bátaeig­ arar boðað frá, at tey koma, og hesir fáa allir pláss við innastu brúgvarnar, har pláss er fyri umleið 22 bátum. Tá so siglingin verður leygardagin av Sela trað til Hvalvíkar, sleppa báta­ eigarar, sum frammanundan hava bí­ lagt sær pláss, at liggja við sína egnu brúgv, tá bátafylgið kemur aftur til Hval víkar. Dia Petersen sigur, at bátarnir, sum verða við í siglingini av Selatrað til Hvalvíkar leygardagin, møtast út fyri Selatrað klokkan 13.30, og síðan er væntandi, at bátafylgið við Juvel hjá Heðini Zachriasen á odda verður í Hvalvík umleið ein tíma seinni. – Í Hvalvík verður borðreitt við ókeypis smyrjibreyði við føroyskum viðskera í tjaldinum til umleið klokkan 17, og her eru øll hjartaliga vælkomin at fáa sær ein bita og okkurt leskandi. Bátafelagsformaðurin sigur, at tað, sum er nýtt í ár, er, at royndi og dugnaligi kokkurin, Ruben Busk, sum býr í Hósvík, fer at grilla og selja búffar í bátafelagshúsinum á havnalagnum frá umleið klokkan 16.30 til 22. – Tá so kvøldið kemur, verður skip­ að fyri felagssangi í tjaldinum, og her verður hildið á til langt út á náttina. Í bátahylinum í Hvalvík er pláss fyri nógvum bátum – ja, helst fyri væl yvir 100, og her eru bestu umstøður, ið hugsast kunnu. Allir bátar fáa el og vatn. – So, tað er eingin orsøk at halda seg aftur, sigur Dia Petersen, sum tekur ímóti tilmeldingum til bátapláss og kampingpláss á tlf. 522018. Bátahugni TEMA Umstøðurnar í Hvalvík eru tær bestu, ið hugsast kunnu, og her er pláss fyri væl yvir 100 bátum Mynd: Birgir W. Høgnesen