Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Nú skulu krydd­urtir veksa í miðbýnum Havnarfólk fara at dyrka sítt egna grønmeti mitt í býnum Danjal av Rana 11. mai fekk Birgith Lassen 100.000 krónur í stuðli frá Tórshavnar komm­ unu. Verk­ætl­anin hjá teimum kallast Býarfesti í Miðbýnum, og endamálið er at skapa eitt alment vakstrarumhvørvi í mið­býnum. Ætlanin er, at 30 familjur ella ein­ staklingar skulu fáa møguleikan at royna seg sum býarbøndur og kunnu í felagsskapi velta grønmeti, frukt og blómur í sínum egna lítla býarfesti. Hugni og samvera skulu vera í hásæti. Tórshavnar kommuna valdi at stuðla verkætlanini, millum annað við tí grundgeving, at hon fer at venda sær til almenningin og skapa lív í bý­ num, eing væl og økja vitan og áhuga hjá luttakandi í verkætlanini og øðr­ um borgarum. Birgith Lassen, sum eisini er starvs­lesandi í Miðlahúsinum, stendur fyri verkætlanini. Hon og maðurin eru kort síðani flutt til Føroya saman við lítla soninum og umframt at hava síni borgarligu størv, eru tey farin í gongd við hesa verkætlanina. Hon dylur ikki fyri, at hugskotið hevur hon fingið í útlandinum, har slík býarfesti eru alsamt meiri vanlig. Hon sigur, at hon hevur merkt stóran áhuga frá fólki fyri verkætlanini. – Tað eru nógv, ið hava sett seg í samband við meg, fyri at vita meiri um, hvat hetta inniber og hvat tey kunnu gera, fyri at vera við, sigur hon. Býarfesti í miðbýnum inniber, at kommunan setir eitt øki av, har Birgith Lassen og hini, sum vilja vera við, kunnu hava nakrar sonevndar fer­ metrahavar, í endurnýttum træ­kass­ um. – Hvør familja fær so ein slíkan kassa í part, og so planta tey tað, tey hava hug til í kassan. Tað kann vera øll sløg av grønmeti ella fruktum ella kanska blómum. Eg haldi tó, tað hevði verið stuttligari, um fólk nýttu etiligar plantur, heldur enn blomstur, tí kommunan plantar blomstur í sínar kassar, sigur hon. Ymiskt er, hvussu verður gjørt í øðrum londum. Onku­ staðni avger hvør familja sær, hvat tey fylla kassan við, meðan aðrastaðni er størri samstarv millum familjurnar, har tey planta hvør síni ting og so býta grøðina millum sín. Millum kassarnar skal so eisini vera ein veggur, sum plantur kunnu veksa upp at. – Har er ætlanin at planta krydd­ urtir, sum øll kunnu fáa sær av. Upprunaliga kundi Birgith Lassen hugsað sær at nýtt Kommunuskúla­ garðin til verkætlanina, men nú umvælingin og umbyggingin av skúl­ anum er farin í gongd, ber tað ikki til. Enn hevur kommunan so ikki tillutað henni nakað annað stað, men hon vónar, at tað kemur upp á pláss skjótt. – Tað er tó avgerandi, at tað verður í miðbýnum, og at tað er eitt stað við góðum sólargangi, ann­ars fellur alt saman. Tað nyttar lítið at flyta verkætlanina niðan á Vill­ingar­ dalsvegin, har fleiri vanligir bóndar halda til, sigur hon. – Ein kann fáa rættiliga nógva grøði burtur úr einum fermetri. Til dømis kann ein familja við tveim­um børnum, ið plantar salat, eta salat til nátturða hvønn dag í vakstrar­ tíðini. Tað hevði verið eitt gott íkast til húsar­haldið hjá lítlu familjuni, tí salat­høvd eru ikki bílig og ofta má okkurt tveitast burtur, tí tað er spilt, sigur Birgith Lassen. Enn er hon ikki vís í, nær gongd veruliga kemur á verkætlanina. Sum sagt hevur hon ikki enn fingið tillutað nakað pláss, men fyrsti parturin av fíggingini er so komin. – Tær 100.000 krónurnar skulu brúkast til at keypa kassarnar, mold, reiðskap og so leykirnar. Væntandi eru vit komin í gongd í novembur, sigur Birgith Lassen, verkætlanarleiðari. Birgith Lassen er stigtakari til verkætlanina »Býarfesti í Miðbýnum« Mynd: Álvur Haraldsen