Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo Bilurin hesa vikuna er ein Opel Rekord hjá Klaksvíkar Byggivirki - ein pickup við last. Hesir Opel Rekord P2 vórðu gjørdir frá 1960 til 1963. Bilurin hevði ratt­ gear og pláss var fyri tveimum per­ sónum umframt bilføraran. Opel Rekord P2 vórðu gjørdir bæði sedan og sum stationcar. Her hjá okkum vóru fleiri Opel Rekord P2 hýruvognar. Bilurin varð keyptur frá bilasøluni P/F Vilhelm Nielsen fyri 17.000 krón­ ur. Við síðuna av Opel bilinum er ein reyður Morris Oxford pickup hjá Klaks­ víkar Byggivirki. Myndaeigari: Álvur Josephsen BILASØGA Opel Rekord hjá Klaksvíkar Byggivirki F ríggjadagin 27. mai skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu síni, sum verður hildin annað­ hvørt ár. Eins og undanfarin ár verða stór tjøld sett upp norðanfyri bygningarnar í Hoy­vík. Ikki færri enn 34 leverandørar eru umboðaðir í ár, og er tað tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur at bjóða fakfólki í byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur og klæð­ir, eins og køkar, gólv, vindeygu og ann­að. Nógv serstøk messutilboð eru hendan dagin. Eitt serstakt messublað við góðum tilboðum, verður eisini gjørt til høvið. Tá messa var fyri tveimum árum síðani, vitjaðu meira enn 1000 fólk. Eins og tá, bjóða vit í ár bæði mat og drekka, sum Bovlinghøllin stendur fyri at borðreiða. Eisini skipa nakrir leverandørar fyri kappingum á básum sínum. Millum annað verður gjørligt at kappast í at skrúva við maskinu. Nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar verður at síggja á teimum 720 fermetrunum í tjøldunum. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesi tól í hondini, eins og tað eisini er ein fínur kjansur at hitta starvsfelagar úr øllum landinum. Handverkaramessan í ár verður sett av borgarstjóranum í Havn fríggja­dagin 27. mai klokkan 14 í tjøld­unum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til klokkan 20. Sí meira á www.balslev.fo Størsta handverkara­ messa higartil