mánadagur 23. mai 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 23. MAI 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Róðrarblaðið
Mamma og døtur eru
umborð á sama báti
E
in av stóru avbjóðingunum í
dagsins samfelag verður søgd at
vera, at tað er so langt millum
ættarliðini. Ofta er tað soleiðis, at tey
ungu takast við sítt, tey miðaldrandii
eru upptikin av sínum, tey eldru eru
fyri seg, og tey gomlu eru fyri seg.
Gjáirnar millum ættarliðini verða
sagdar at vera djúpar.
Soleiðis er tað ikki í kappróðrinum
í Fuglafirði, har grønu bátarnir við
gentum og kvinnum hava staðið seg
heilt væl.
Erla Kongsdóttir vann FM í gentu
kappingini í 2012 og 2013 og hitt
5-mannafarið í Fuglafirði, Silja, vann
FM í 2014. Í 2010 vann Erla Kongs-
dóttir FM í kappingini millum kvinnur
í 5-mannaførum, og aftur í fyrra árið
og í fjør var Erla Kongsdóttir best og
tað í stórum stíla.
Tað eru fleiri mánaðir síðani, at
fuglfirðingar fóru at síggja ljósagrønu
bátarnar á fjørðinum, og tær hava
fyrireikað seg bæði væl og leingi til
nýggja kappingarárið. Nú hava tær
eisini mannað 6-mannafarið Rádna.
Bettina Toftegaard er formaður í ÍF
Kappróður, og hon er við til at manna
Rádna. Undanfarnu árini hevur hon
sitið umborð á Erlu Kongsdóttir, sum
hevur verið einaráðandi.
Merkisvert er tað, at Bettina er
47 ára gomul, og at tað saman við
henni umborð á Rádna sita døtur
hennara, tvíburarnir Jastrid og Kirstin
Toftegaard, sum eru 19 ára gamlar.
Bettina er ikki aldursforseti umborð
á Rádna. Saman við henni rør 53 ára
gamla Sunrið Traðará, og so er tað
27 ára gamla Rannvá Lava Olsen,
sum áðrenn hon flutti aftur til Føroya
gjørdi nógv við rógving í Keypmanna
havn, har hon var við í kappingini um
at sleppa til OL í Brasil. Orsaka av
skaðum var hon noydd at gevast, og
nú er hon við at manna Rádna. 19 ára
gamla Turid Christiansen, sum hevur
luttikið nógv í svimjing, er eisini við til
at manna Rádna.
Í húsinum hjá Bettinu og Jóhan
Toftagaard verður nógv tosað um
kappróður:
– Mamma er formaður í felagnum
og skipar fyri, og pápi stuðlar okkum
við eitt nú saman við øðrum eldsálum
at vera við til at taka sær av bátunum,
at hjálpa til í neystinum og at koyra,
tá ið vit fara aðra staðni at kappast,
sigur Jastrid Toftegaard.
Fleiri ættarlið
Bettina er uppvaksin í Grønlandi. Hon
flutti aftur til Føroya síðst í áttati
árunum. Hon var beinanvegin áhuga
í at royna seg í kappróðri. Røturnar í
kappróðrarumhvørvið vóru djúpar:
– Tá ið tað í 1964 fyri fyrstu
ferð varð kappast um FM, vann Erla
Kongsdóttir við kvinnum henda fyrsta
FM róðurin. Tá var mamma mín,
Jastrid Petersen, við til at manna Erlu,
greiðir Bettina Toftefaard frá.
Í 1988 og 1989 royndi Bettina at
rógva. Tvíburarnir vóru við til at vinna
FM í genturóðri í 2012 og 2013, og
tvey tey seinastu árini hava móður og
døtur sitið umborð á Erlu Kongsdóttir.
– Í fjør vandu vit leingi við Rádna.
Fýra vikur undan norðoyastevnu varð
tað okkum greitt, at tað bara fóru at
vera vit og so ein annar bátur, sum
fóru at luttaka. At tað bara vóru tveir
bátar, kendu vit vera lítið áhugavert,
so vit fóru umborð aftur á Erlu Kongs
dóttir, sigur Bettina Toftegaard, og
hon heldur fram:
– Í vár hava vit luttikið í ódnartøkum
við Rádna. Tað er hugaligt at stað
festa, at áhugin millum kvinnur at
rógva við 6-mannaførum er nógv økt
ur. Okkum kunnugt vera tað í hvussu
so er hesir seks bátarnir, sum vit fara
at kappast við: Páll Fangi í Klaksvík,
Sølmundur á Glyvrum, Skúgvur í
Sandavági, Lómur á Argjum, nýggj
Fortuna í Vestmanna og so Jarnbardur
hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn.
Jarnbardur hevur vunnið nógv, og
vit hava skilt, at hann er mannaður
við royndari manning, sum hevur
vunnið nógv FM. Vit gleða okkum til
at kappast við hesar manningarnar.
Tað er hugaligt at vinna, men tað er
hugaligari hjá øllum, tá ið tað er tætt
millum bátarnar og harvið stórur
spenningur.
Kvinnur í Fuglafirði í ymsum aldri, sum hava vunnið nógv, fyrireika seg nú umborð
á 6-mannafarinum Rádna, ið fær kapping frá fleiri øðrum bátum
Manningarnar hjá ÍF Kappróður avmyndaðar, tá ið tær í fjør vóru á veg á Fjarðastevnu. ÍF Kappróður eigur myndina
FM vinnarar 2005-2015
5 mannafør gentur
Bátur
Ár
Firvaldur
2015
Silja
2014
Erla Kongsdóttir
2013
Erla Kongsdóttir
2012
Hvassi
2011
Beinta
2010
Drekin
2008
Hvassi
2007
Frúgvin
2006
Blikur
2005
Kelda: drekin.fo
FM vinnarar 1973-2015
5 mannafør kvinnur
Bátur
Ár
Erla Kongsdóttir
2015
Erla Kongsdóttir
2014
Havfrúgvin
2013
Havfrúgvin
2012
Junkarin
2011
Erla Kongsdóttir
2010
Sílið
2008
Sílið
2007
Ørnin
2006
Sílið
2005
Blikur
2004
Drekin
2003
Sílið
2002
Fípan Fagra
2001
Frúgvin
2000
Havfrúgvin
1999
Ørnin
1998
Ørnin
1997
Sílið
1996
Sílið
1995
Báran
1994
Báran
1993
Báran
1992
Ørnin
1991
Ørnin
1990
Firvaldur
1989
Ørnin
1988
Hvassi
1987
Blikur
1986
Sílið
1985
Blikur
1984
Bylgjan
1983
Sílið
1982
Sílið
1981
Sílið
1980
Firvaldur
1979
Firvaldur
1978
Firvaldur
1977
Sílið
1976
Svanur
1975
Sílið
1974
Tjaldrið
1973
Kelda: drekin.fo