Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið Ódnartøkini eru eitt ódnartak T að er gomul siðvenja, og so­leið­ is verður tað eisini í ár. Fyrsti FM kappróðurin verður á norð­ oyastevnu – leygardagin fjórða juni – og eftir sjey FM kappingardagar verður tað aftur í ár staðfest ólavsøkuaftan, hvørjir FM vinnararnir vera. Hóast FM siðvenjan framvegis er, sum hon plagdi at vera, so verður meiri gjørt burturúr kappróðrinum, enn tað inntil fyri fáum árum síðani varð gjørt. Eitt er venjingin og kappingarnar í róðrarmaskinunum, og eitt ann­ að er luttøkan í altjóða innan­dura­ kappingum, har fleiri hava staðið seg heilt væl. Síðsta skotið í føroyskum kapp­ róðri eru ódnartøkini, sum hava verið á skrá í 2014 og 2015, og sum eru á skránni aftur í ár. Tað eru teir báðir, Fróði Magnussen og Teitur Samuelsen, ið uttan nakran felagsskap tóku stig til ódnartøkini, og sum framvegis hava ábyrgdina. Ró­ð­rarsambandið er ikki heft at hes­ um kappingunum, men talan er um samstarv á tann hátt, at Róð­rar­ sambandið møtir upp við síni útgerð og harvið syrgir fyri, at tíðirnar vera skrásettar og so víðari. Teir báðir fyrireikararnir greiða s­oleiðis frá: – Vit róðu í okkara tíð í Argja Róð­ rar­felag. Tá ið næsta ættarliðið hjá okkum varð áhugað í kappróðri, vildu vit fegnir stuðla. Eftir sjálvir ikki at hava verið uppií í nøkur ár, var tað skjótt at staðfesta, at áhugin fyri at taka lut í kappróðrinum var væl minni, enn hann var, tá ið vit vóru við. Tí var tað, at vit fóru at tosa um, hvat vit kundu gera fyri at fáa meiri fokus á róðurin og harvið møguleikan fyri, at fleiri aftur skuldu bjóða seg fram at rógva. Og so fóru tit sjálvir í holtur við ódn­artøkini, uttan at tit løgdu hetta fyri Róðrarsambandið? – Vit høvdu eitt hugskot, og vit vildu fegnir royna tað beinanvegin. Tá ið talan er um stóran felagsskap, sum Róðrarsambandið er, so hevði tað ikki borið til at arbeitt so skjótt, sum vit fegnir vildu gera. Tí tá hevði verið neyðugt at kalla inn til kanska eykaaðalfund. Vit fingu hugskotið í fyrra árið, meðan kappingin var í hæddini, og vit avgjørdu at royna hetta stutt eftir ólavsøku. Ódnartøk vóru á heysti í 2014, á vári og heysti í 2015, og nú hava vit tríggjar kapp­ ingar undan norðoyastevnu – eina í Havn, eina í Runavík og tann síðsta var á bátafestivalinum í Vestmanna leygar­dagin. Hvussu eru tit nøgdir? – Vit eru ovfarnir av, hvussu stór undirtøkan hevur verið. Nógvir bátar og nógvar manningar hava tikið lut, og undirtøkan millum áskoðarar hev­ur verið væl størri, enn vit høvdu droymt um. Vit høvdu ikki roknað við so nógvum, tí talan hevur verið um víkj­andi undirtøku millum áskoðarar í sam­bandi við FM róðrarnar. Hvat hava tit fingið burturúr at fyri­skipa? – Hetta fer við stórum parti av frítíðini hjá okkum, men vit fegnast um, at hetta tykist stuðla upp undir áhugan fyri kappróðri yvirhøvur. Tað er góð løn hjá okkum. Ætla tit at halda fram at skipa fyri ódnartøkum? – Enn eru tað vit báðir, sum hava ábyrgdina, men vit fáa góða hjálp frá Róðrarsambandinum. Vit vóna, at ódnartøkini fara at vera partur av skipaða kappróðrinum, men enn hava vit ikki gjørt so nógv við hetta. Millum luttakarar og áskoðarar er skjótt at fáa ta fatan, at tað er eitt rættiligt ódnartak, sum fyriskipararnir hava tikið, nú teir hava víst, at tað ber til at hugsa nýtt og so at siga bróta burtur úr nýggjum, uttan at sam­band­ ið við siðbundna kappróðurin verður slept. Fyrireikararnir halda seg hava nátt málinum, sum var við størri intensiteti og meiri undirhaldi at økja um áhugan fyri kappróðri Fróði Magnussen og Teitur Samuelsen tóku stig til ódnartøkini, og teir hava framvegis ábyrgdina Tað ber til at fylgja bátunum frá tí, at teir gera klárt at leggja til startin, og inntil teir fara um málið.