mánadagur 23. mai 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 23. MAI 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Róðrarblaðið
Hetta er mikro-
ovnurin í kappróðri
Ó
dnartøkini eru startspurtur og
endaspurtur ella rættari ein
langur spurtur, ella sum ein
áskoðari tók til, tá ið ódnartøkini vóru
í Runavík: hetta er nýggi mikroovnurin
í kappróðrinum!
Tað er fasinerandi at síggja bát
arnar liggja við rimmar fasta startin
og at rógva so tætt at áskoðarunum,
sum so at siga síggja niður í bátarnar
og hoyra rópini frá stýrimonnunum og
síggja, hvussu vøddarnir verða spentir
heilt væl.
– Hugskotið er, at tað skal ganga
skjótt fyri seg, og tí er neyðugt, at
kappingarnar eru á deyðavatni. Áskoð
ararnir og luttakararnir vita, at tá ið
tveir tímar eru farnir, hevur hvør bátur
luttikið í trimum kappingum, og so er
tað liðugt. Soleiðis hevur tað higartil
verið mest sum uttan undantak, siga
teir báðir fyrireikararnir.
Ódnartøkini verða varpað út millum
áskoðararnar. Í høvuðsstaðnum og í
Vestmanna er tað fyrrverandi útvarps
maðurin Helgi Jacobsen, sum hevur
tikið sær av tí uppgávuni. Í Runavík
hevur tað verið sjálvur borgarstjórin
Tórbjørn Jacobsen, ið hevur varpað
út. Tað hevur hann gjørt upp á sín
serstaka máta og so nágreiniliga og
undirhaldandi, at hann stendur einki
aftanfyri teir professionellu!
Tórbjørn Jacobsen gevur ódnar
tøkunum, sum vóru í Runavík hetta
skoðsmálið:
Eitt frálíkt átak, sum fyriskipararnir
hava tikið stig til. Bátar og manningar
úr øllum Føroyum hittust við dráttin
Niðri á Støð á Glyvrum á middegi
og kl. 1 seinnapartin byrjaði róðurin
longri úti á fjørðinum. Heilt væl av
fólki var komið oman á havnarlagið,
sum er so hendinga vælegnað til
róður júst av hesum slagnum, har
áskoðararnir standa framvið øllum
teininum dygst við bátarnar sum
rógva. Havnarmeistarin var í tí góða
lagnum í dag, og umframt ravmagn
o.a. hevði hann skipað so fyri, at
fiskasuppa frá Sjókaféini var bjóðað
øllum teimum, sum høvdu leitað
sær til býin ídag. Vit gleða okkum
longu nú til, at fyriskipararnir koma
við næstu áheitanini um at skipa fyri
Ódnartøkum í hylinum í Runavík!
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Runavíkar kommunu,
er tikin úr leikum sum
útvarpari av ódnartøkum
Áskoðarum og rógvarum hugar, at tað gongur skjótt fyri seg, og at tænastan er góð á róðrarøkinum
Runavíkar havn bjóðaði rógvarum og áskoðarum at fáa sær suppu á havnarlagnum í Runavík