Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið Kappróðurin er stórur í Miðvági M iðvágs róðrarfelag er eitt av stóru kappróðrarfeløgunum. Í summar bjóðar felagið seg fram við átta manningum. Sum sið­ur er varð ikki sørt gjørt burturúr flagg­ dagin, tá ið bátarnir vórðu flotaðir. At áhugin er stórur sást aftur í, at ikki færri enn átta manningar bjóða seg fram at luttaka í FM kappingunum. Føðiketan er í lagi, tí hvítir bátar við bláa stokkinum og reyðu rimini eru at síggja í barnaróðrunum, í kappingini millum 5-mannaførini, 6-mannaførini, og so er tað flaggskipið hjá miðvingum – 8-mannafarið Miðvingur. At bátarnir vórðu flotaðir 25. apríl sigur ikki, at venjingarnar og fyri­ reikingarnar til nýggja róðrarárið ikki hava verið nógv longri enn so. Tað eru góðar umstøður og gott róðrar­um­ hvørvi í Miðvági, og avrikini og úrslitini í innandura kappingum siga, at tað skal roknast við miðvingum. Eitt nú settu allar genturnar, sum fara at manna Beintu í summar, per- sónligt met í inniróðri í vár, og Bergur Dam Jensen og Sarita Kristina Hansen stóðu seg í vetur heilt væl í English Indoor Rowing Championships. Sverri Nielsen, sum av álvara hevur gjørt um seg í altjóða kappingum í inniróðri, og sum nú býr og rør í Keypmannahavn, er uppvaksin í felagnum. Stóra luttøkan Jógvan Hans Hansen hevur verið uppi í róðrarfelagnum – við onkrum und­ antaki tá ið hann var burtur­staddur – í meiri enn tredivu ár. Nógvu tey sein­ astu árini hevur hann verið formaður. Hann greiðir soleiðis frá: – Síðani 2007 hevur felagið átt væl útgjørt neyst. Har er pláss fyri bátunum, og har eru amboð og maskinur. Eini seksti rógvarar hitt­ ast dagliga har so at siga alt árið, umhvørvið kennist gott og fjálgt, og tað er hugaligt at síggja, hvussu væl tey ungu trívast, og hvussu væl tey taka ábyrgd og fara um. Um­framt úr Miðvági síggjast fólk úr hin­um bygd­unum her vesturi í róðrar­um­ hvørv­inum, og tað kemur meiri enn so fyri, at fólk aðra staðni eisini veru við. Róðrarfelagið man vera størsta ítróttarfelag í bygdini, sigur Jógvan Hans Hansen. Í fjør var tað vónbrot, at tað ikki eydn­aðist at vinna FM í kappingini millum dreingjamanningar. Undan ólavsøkuróðrinum var Frúgvin eitt stig undan Sílinum í tætta oddastríðnum. Sílið vann á ólavsøku, meðan Frúgvin var nummar tvey. So stóð á jøvnum í stigum, og tá siga ásetingarnar, at tað er vinnarin á ólavsøku, sum vinnur FM. Jógvan Hans Hansen og hini í fe­ lag­num eru spent upp á nýggja kapp­ ingarárið: – Miðvingur er mannaður og fer at luttaka í kappingini millum 8-manna­ førini, Riddarin fer at luttaka í kapp­ ingini millum 6-mannafør við master kvinnum, og so luttaka vit við fleiri mann­ingum í 5-mannaførum: tvær dreingja­manningar manna Beintu og Frúnna, ein gentumanning rør við Frúnni, og so luttaka vit við tveimum barna­manningum – gentur og dreingir. Formaðurin greiðir frá, at á norð­ oya­stevnu verða fleiri manningar eitt sindur skerdar: – Tað kemst av, at fleiri skúla­ flokkar fara námsferð um mán­aðar- skiftið. Hetta ber við sær, at ein og tveir og í onkrum føri fleiri rógvarar vera burtur, tá ið fyrsta FM kappingin verður. Vit royna at finna avloysarar, men tað er sjálvandi ikki heilt tað sama at rógva við avloysarum, sum tað er at bátarnir eru mannaðir við teim­um, sum hava lagt nógv í venj- ingarnar síðani fyrst í hesum árinum. Longu eftir norðoyastevnu vera tey við aftur, sum nú fara á námsferð. Stoltu úrslitini Tá ið tað verður tosað um kappróður í Miðvági, so verður ofta leitað aftur til síðst í fimmti árunum. Hetta var undan, at tað í 1964 á fyrsta sinni varð kappast um FM. Um tað varð kappast um meistaraheitið síðst í fimmti árunum, so hevði 8-manna­ farið Miðvingur ivaleyst ligið væl fyri, tí miðvingar vunnu allar róðrarnar í 1957, 1958 og 1959. Fyrstu ferð, at FM kapping varð fyri­skipað, var í 1964. Árið eftir, í 1965, vann Miðvingur FM kappróð­ urin. Í nýggjari tíð, og tað vil siga síð­ani tað í 1973 varð farið undir FM kappingina í tí sniði, sum hon nú hevur, hevur Miðvingur vunnið FM tríggj­ar ferðir – í 1988, 1993 og í 2012. Tað kendist sum sonn marra, at tað ongantíð var eydnast miðvingum í teirra 8-mannafari at vinna á vest­ an­stevnu í Miðvági. Tí var fagnaðurin øgiligur, tá ið tað í 2014 eydnaðist Miðvingi at vera fyrstur á mál. Hetta var í tættari kapping við Kvívíking, sum vann FM, meðan Miðvingur endaði á brons­u­plássinum. Í fjør luttók Mið­ ving­ur ikki í FM kappingini. – Tá ið Niklas í Koltri í 1957 smíð­aði Miðving, var tað fyrsti kapp­ róðrarbáturin, sum hann læt úr hondum. Hann smíðaði nýggjan Mið­ ving í 1984, og tað var síðsti kapp­ róðrarbáturin, sum hann smíðaði. Hes­ir báðir bátarnir eru framvegis í fe­lagnum. Sámal Hansen smíðaði í 2012 8-mannafarið, sum hetta sama árið vann FM fyri fyrstu ferð, og Sámal hevur smíðað allar bátarnar, sum nú eru í felagnum, greiðir Jógvan Hans Hansen eldhugaður frá. Størsta ítróttarfelagið í Miðvági er kappróðrarfelagið. Her eru manningarnar í 2015 Miðvágs Róðrarfelag eigur myndina Størsta ítróttarfelag í bygdini er kappróðrarfelagið, sum í summar bjóðar seg fram við átta manningum FM vinnarar 1973-2015 8 mannafør Bátur Ár Argjabáturin 2015 Kvívíkingur 2014 Argjabáturin 2013 Miðvingur 2012 Argjabáturin 2011 Argjabáturin 2010 Argjabáturin 2009 Heiðabáturin 2008 Heiðabáturin 2007 Knørrur 2006 Nevið Reyða 2005 Argjabáturin 2004 Ørvur 2003 Kvívíkingur 2002 Nevið Reyða 2001 Argjabáturin 2000 Ørvur 1999 Argjabáturin 1998 Argjabáturin 1997 Kvívíkingur 1996 Argjabáturin 1995 Argjabáturin 1994 Miðvingur 1993 Argjabáturin 1992 Argjabáturin 1991 Knørrur 1990 Knørrur 1989 Miðvingur 1988 Ørvur 1987 Ørvur 1986 Knørrur 1985 Ørvur 1984 Oyndri 1983 Oyndri 1982 Kvívíkingur 1981 Kvívíkingur 1980 Kvívíkingur 1979 Kvívíkingur 1978 Oyndri 1977 Oyndri 1976 Ørvur 1975 Ørvur 1974 Gøtu Tróndur 1973 Kelda: drekin.fo Jógvan Hans Hansen hevur í mong ár verið formaður í Miðvágs Róðrarfelag Miðvágs Róðrafelag eigur myndina Flaggdagin varð tað markerað í Miðvági, at nú er kappróðurin á dagsskrá Miðvágs Róðrarfelag eigur myndina