Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mai 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 23. MAI 2016 26 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Róðrarblaðið S o føgur í Føroyum er summar­ ins mynd, verður tikið til og sungið. Ein partur av føroysku summarmyndini eru kapp­róðrar­ bátarnir. Tíðliga á várinum eru teir fyrstu at síggja á firðum og vágum og víkum, og teir leygardagarnar, tá ið ódnartøkini eru, og tá ið FM kappróður er á skránni, eru stórir lastbilar og kraftarmiklir bilar av øðrum slagi við kappróðrarbátum upp á sleip at síggja á landsvegunum. Tað eru ikki bara rógvararnir, sum eru bitnir av kappróðrinum. Onkuntíð plagdu áskoðararnir at vera fleiri, enn teir hava verið tey seinnu árini. Men tað er aftur vorðið in at fara til kappróður. Serliga eru tað foreldrini at børnunum og ungdómunum, sum gera nógv burturúr og syrgja fyri, at kapp­róðrardagarnir og útferðirnar eru út­ferðardagar. – Upp undir ólavsøku í fjør tosaðu vit, sum leygardag eftir leygardag síðsta summar ferðaðust við børn­un­ um, um, hvat vit nú skuldu fáa viku­ skiftini at ganga við, sigur pápi at einum kapprógvara. Nógv á Havnarvág Tað eru trý stór kappróðrarfelag í høvuðs­staðnum. Tí er tað ikki so undar­ligt, at tað næstan ikki ber til at hyggja út á vánna, uttan at onkur kapp­róðrar­bátur er at síggja, um tað so er árla á morgni ella síðla á kvøldi. Havnar Róðrarfelag er elsta felagið. So er tað Argja Róðrarfelag og síðani Róðrarfelagið Knørrur, sum hevur ment seg nógv tey seinnu árini og eisini hevur vunnið fleiri FM heiti. Tað er í høvuðsstaðnum, at teir bátarnir hoyra heima, sum eiga flest FM heitið. Jarnbardur við kvinnum hjá Róðrar­felag­num Knørri hevur vunnið FM fjúrtan ferðir. So ofta hevur eingin annar bátur verið meistari. Havnar­báturin og Argjabáturin hava vunnið FM trettan ferðir í part, og 5-mannafarið Sílið við kvinnum hevur verið meistari tólv ferðir. Í fjør vann høvuðsstaðurin fimm av tíggju FM kappingum: Blikur av Argjum vann FM í kappingini millum gentu­ manningar í barna­róðrinum, Sílið hjá Havnar Róðrar­felag vann kappingina millum dreingja­manningar­nar, Jarn­ bardur hjá Róðrar­felagnum Knørri vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, og Argjabáturin vann FM fyri fjúrtandu ferð og setti harvið nýtt føroyskt met. Høvuðsstaðurin eigur sín stóra part Í fjør vunnu bátar hjá teimum trimum róðrarfeløgunum í høvuðsstaðnum helmingin av gull krónunum BILLUTIR & AMBOÐ P/F www.ftz.fo SØLUSTEVNA Á HÁLSI 3. OG 4. JUNI FRÍGGJADAGIN 3. JUNI ER SØLUSTEVNA FYRI INNBODNUM FRÁ 14.00 TIL 21.00 LEYGARDAGIN 4. JUNI ER SØLUSTEVNAN ALMENN FRÁ 10.00 TIL 17.00 • Uml. 35 veitarar úr Føroyum og Danmark verða við • MIllum annað verða bilasølurnar Reyni Service, Auto Service, Nordbil og Nordcar við NÓGV GÓÐ TILBOÐ