hósdagur 2. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 166 - 2. september 2004
Nr. 166 - 2. september 2004
31
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Leygarkvøldið Ungdómsmøti.
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti, kl. 12 Tilbiðjan-
armøti.
Barnaansing er fyri børn
undir skúlaaldur á báðum
møtunum. Sunnudagsskúli kl.
12. Drekkamunnur er millum
møtini. www.livdin.fo
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Í kvøld kl. 20 Ungdómsmøti
v/ Jóhan Petur Johannesen,
evnið: Hvat er ein læru-
sveinur.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli. Onki møti vegna
vígslu av Kelduni.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Missiónshúsið við
Landavegin
Í kvøld kl. 20 Møti.
Sunnukvøldið kl. 18 Møti.
Kirkju- og Missiónshúsið
á Argjum
Hósdagin kl. 20 Bíbliutími v/
Hera Tróndheim, Opb. 8.
Frelsunarherurin,
Tórsgøta 19
Hósdagin kl. 20 byrjar
Heimaforbundið aftur. Allar
kvinnur eru vælkomnar.
Ebenezer
Hósdagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Fríggjadagin kl. 21 Teen-
Night. Øll eru vælkomin.
Filadelfia, Landavegur 22
Fríggjadagin einki ungdóms-
møti vegna stevnuí Kelduni.
Leygardagin eingin landsbøn
vegna stevnu í Kelduni.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Tummas Jacobsen kl.
11.50 Sunnudagsskúli og
ABC v/ Fríðtór Debes, evnið
er: Trúgv (yvirhøvur) 2.
partur. Einki møti vegna
stevnu í Kelduni.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067. Telefonin svarar
mán-frí frá kl. 8-16.
www.filadelfia.fo
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30
Morgunmøti og samstundis
Barnaansing. Kl. 11.30 Sam-
vera við drekkamunni, kl. 12
Sunnudagsskúli, kl. 12 verður
eisini møti har David
Peckham úr Onglandi talar.
www.hebron.fo
Katólska Kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Hóskvøldið 2. sept. kl. 20
verður fyrsta Taizé-kvøldið
aftur í Kerit. Øll eru væl-
komin.
Leygardagin kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudagin kl. 11 Hámessa
v/ Tuomo Vimpari, prestur í
Mariukirkjuni. Aftaná verður
kirkjukaffi.
Sunnudagsskúlin byrjar aftur
sunnudagin 5. sept. kl. 14. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Meinigheitshúsið
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 19.30-
21.30 Juniorhugni, frá 5.
flokki.
Leygardagin kl. 16.30 Bønar-
løta fyri kvinnur.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti –
innsetan av Reimund Lang-
gaard sum ungdómstrúboðara,
v/ Bergur Debes Joensen, kór
luttaka.
Saron, Vestmanna
Evangel. møti verður
Sunnudagin kl. 18 við dópi.
Jóhan Hendrik Hansen talar.
Nátturði verður aftaná. Verið
hjartaliga vælkomin í Saron.
Keldan, Skálafirði
Vælkomin til festvikuskifti:
Fríggjakvøldið kl. 20 Møti.
Leygarmorgunin kl. 10.30
Morgunmøti, kl. 17 Møti, kl.
21 AWAKE, ungdómstiltak.
Sunnudagin kl. 10.30 Mor-
gunmøti, kl. 15 Familjumøti,
kl. 18 Festmøti.
Luttakandi talarar: David
Hansen, Enevald Flåten,
Ejvind Frøen og Pauli Høj.
Sangluttøka: Lisa og Kristina,
Trio úr Kollafirði, Dupult
Kvartet úr Kelduni, Eyðun og
Terje, Lovsangskórið úr
Kelduni. www.keldan.fo
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 19 Møti við
Gimma Olsen. Innsamling til
húsið. Aftaná møti verður
drekka. Øll eru vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsangsløta, kl. 18 Møti. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Soli Deo Gloria
Hósdagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 18 Møti v/
Jónbjørn Nýggjagarð.
Missiónshúsið á Tvøroyri
Ungdómsmøti verður leygar-
kvøldið kl. 21. Øll eru hjar-
taliga vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Leygardagin kl. 20 Hugnaløta
v/ burturluting.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Evangel.
møti, Eyðun Christiansen
talar. Øll eru hjartaliga væl-
komin.
Hirtshals
Danskt møti verður í
missiónshúsinum sunnudagin
5. sept. kl. 19.30 v/ Hera
Elttør, trúboðara.
Randers
Mánadagin 6. sept. kl. 19.30
verður føroyskt møti hjá
Sóley og Atla Dáva Nattestad,
Kristrupvej 38b, 1. sal, Torleif
Johannesen, sjómanstrúboðari
talar.
Århus
Týsdagin 7. sept. kl. 19 verð-
ur føroyskt møti hjá Malene
og Símin Jacobsen, Moltkers-
vej 10, 1 th. Torleif Johanne-
sen, sjómanstrúboðari talar.
Øll eru hjartaliga vælkomin
til hesi møtir.
TILTØK
Leygardagin 4. september verður Jastrid Foldbo, Leirvík,
75 ár. Føðingardagurin verður hildin í Sleipnisgøtu 11 í
Tórshavn frá kl. 19.00 sama dag.
75 ÁR
Leygardagin 9. oktober kl. 16.00 giftast í Kvívíkar kirkju
Andrea á Rípuni, Klaksvík og Tórarinn Niclasen, Hvalba.
Vælkomst verður í Glæmuni kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða
okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10.
september á tlf. 421505.
BRÚDLEYP
19. september hava Jórun og Petur Meinhard Jacobsen,
Skipanes gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdar-
húsinum í Leirvík kl. 14.00. Tey, ið vilja gleða gullbrúðar-
parið kunnu ringja nr. 441288, 448968 ella 449498 innan
11. september.
GULLBRÚDLEYP
Leygardagin 4. september fyllir Amaliel Knudsen 70 ár.
Dagurin verður hildin á Feriehjemmet Aggershøj, Mølle-
vejen 50, 5960 Marstal.
70 ÁR
Fríggjadagin 3. september verður Anna K. Madsen,
Kvívík, búsitandi á eldrasambýlinum í Kollafirði, 90 ár.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
90 ÁR
C
M
Y
K
31
30
– Tey fimm arbeið-
arafeløgini í landin-
um draga ikki somu
línu í málinum um
trýpartasamráðingar,
tí Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag vil als
ikki vera við
TRÝPARTA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Tað er nú alt, sum bendir á,
at royndirnar at fáa avtalu
ímillum Arbeiðsgevarafel-
agið, fakfeløg og landsstýr-
ið um lønarsteðg, er skotn-
ar langt undir kav.
Fyrst boðaði landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum
frá, at tað er ein treyt, atøll
fakfeløgini standa saman
um ætlanina.
Men Starvsmannafelgið
hevur longu boðað frá, at
tað verður undir ongum
umstøðum við.
Og nú er eisini greitt, at
tað er ikki so frægt sum at
arbeiðarafeløgini eru samd
um ætlanina.
Eitt av teimum stóru ar-
beiðarafeløgunum, Havnar
Arbeiðskvinnufelag, vendir
eisini tummulin niðureftir.
– Vit fara ikki at gera
nakra avtalu um lønarsteðg
afturfyri at skattir og av-
gjøld skulu lækka, sigur
Vígdis Johannesen, for-
kvinna í felagnum.
Tað var Havnar Arbeiðs-
mannafelag, sum skeyt upp
at arbeiðsgevarar og fak-
feløg fóru undir samráðing-
ar við landsstýrið um at
halda kostnaðarstøðinum í
samfelagnum niðri fyri at
bøta um kappingarførið.
Tað skuldi gerast við, at
fakfeløgini bjóðaðu sær til
at halda aftur í lønarkrøv-
um, men afturfyri skuldi
landsstýrið binda seg til at
lækka skattir og avgjøld.
Rætt og slætt tvætl
Forkvinnan í Havnar Ar-
beiðskvinnufelag kallar tað
rætt og slætt tvætl at tosa
um trýpartasamráðingar.
Nevndin í felagnum er
sannførd um, at skattapolit-
ikkur og lønarpolitikkur
skulu ikki tvinnast saman.
– Halda vit, at tað rætta
løtan er at halda aftur í
lønarkrøvum, gera vit tað,
uttan at hugsa um skatta-
politikk.
Annars heldur Vígdis
Johannesen, at hetta er ikki
rætta løtan at tosa um
skattalætta.
– Tað verður sagt, at
landið er í kreppu og at
peningur manglar í. Tað er
ikki rætta løtan at tosa um
skattalætta, tí so kemur enn
meiri at mangla í. Og tað
verða í hvussu so ikki tey
lágløntu, sum fara at fáa
nakað burturúr tí.
Hon skilir heldur ikki
uppáhaldið um, at bara
lønarlagið lækkar, fer tað at
skapa eina rúgvu av ar-
beiðsplássum.
– Hvør kann vísa á tað?
Fyriliggur nøkur ætlan?
Hvar vera hesi arbeiðs-
plássini og hvussu nógv
vera tey?. Tað er ongin førir
fyri at siga, sigur Vígdis
Johannesen.
– Annars hava vit als
onga ávirkan á, hvat vørur
og tænastur kosta og tað er
eisini ein orsøk til, at vit als
ikki taka undir við tosinum
um lønarafturhald.
Í gjár skuldi fundur vera
ímillum arbeiðsgevarafel-
agið og arbeiðarafeløgini
um trýpartasamráðingar.
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag ætlaði sær við á fund,
men felagið fór ikki á fund
fyri at taka lut í einum kjaki
um trýpartasamráðingar.
– Vit fóru einans á fund
fyri at gera okkara meining
púra greiða. Og hon er, at
vit vera ikki við í nøkrum
trýpartasamráðingum, har
lønarlag og skattapolitikkur
verða tvinnað saman, sigur
hon
– Tað undrar eisini hana,
at
seinast
samráðingar
vóru, var alt arbeiðsfólkið í
einum drúgvum verkfalli
fyri at fáa nøkur heilt fá
oyru afturat. Men blekkið á
nýggja sáttmálanum var
ikki meiri enn tornað, so
verður boðað frá, at nú er
rætta løtan komin at tosa
um lønarsteðg. Tað er
meiningsleyst, sigur for-
kvinnan í Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag.
– Tað er rætt og slætt
tvætl at tosa um lønarsteðg
afturfyri at skattir og av-
gjøld skulu lækka og eg
haldi, at tað er meiri enn
merkiligt, at slíkt er til við-
gerð í eini javnaðarstjórn,
sigur Vìgdis Johannesen,
forkvinna í Havnar Ar-
beiðskvinnufelag.
Sí eisini grein á síðu 7.
Havnar Arbeiðskvinnufelag:
Hetta er tað bera tvætl
Á bygdarráðsfundi í
Sørvági týskvøldið
var eitt av málunum
umsókn um at leggja
Sørvágs- og Mykines
kommunur saman
KOMMUNUTÍÐINDI
Edvard Joensen
Sørvági:
Áhugi er fyri enn fleiri
kommunusamanleggingum
í Vága Sýslu. Mykines
Kommuna ynskir at leggja
saman við Sørvágs Komm-
unu, og viðgerð av teirri
umsóknini var eitt av
málunum á bygdarráðs-
fundi, sum var í Sørvági
týskvøldið.
Bygdarráðið
gjørdi á fundinum av at
arbeiða víðari við hesum
málinum.
Eivin Jacobsen borgar-
stjói í Sørvági, sigur, at
fundur millum kommun-
urnar er avtalaður til at
verða tann 13. september,
og miðað verður eftir at
hava tikið eina avgerð áðr-
enn mikkjalsmessu, sigur
hann.
Nú
hevur
Sørvágs
Kommuna nýliga verið í
samráðingum um saman-
legging. Ta ferðina við
Bíggjar Sóknar Kommunu,
so tað átti at borið til at nýtt
royndirnar frá teimum sam-
ráðingunum í hesum um-
farinum, heldur borgar-
stjórin í Sørvági, sum hevur
boðað frá, at hann ikki
stillar upp aftur til komm-
unuvalið í november.
– Tað er beinleiðis tvætl at tosa um lønarsteðg aftur fyri at fáa
skattalætta, sigur vígdis Johannesen. Arbeiðarafeløgini eru
sostatt ósamd um ætlanina og Havnar Arbeiðskvinnufelag
verður undir ongum umstøðum við
Tosa um kommunusamanlegging
Á bygdarráðsfundi í Sørvági týskvøldið var eitt av málunum at leggja Mykines Kommunu saman
við Sørvágs Kommunu
Mynd : Edvard Joensen
Hósdagin
02.09.kl. 2230
Hósdagin
02.09.kl. 2200
Hósdagin
02.09.kl. 2000
KOMANDI FILMAR
Við danskari talu
Hósdagin
02.09.kl. 1800
– Seinasta sýning
Frumsýning –
Billettprísur: 55,- kr.
Við danskari talu
Fríggjadagin 03.09. kl. 1530
Fríggjadagin 03.09. kl. 1730
Fríggjadagin 03.09. kl. 1900
Við enskari talu
og donskum teksti
Fríggjadagin 03.09. kl. 1700
Fríggjadagin 03.09. kl. 1930
Fríggjadagin 03.09. kl. 2130
Hósdagin
02.09.kl. 1930
– Seinasta sýning
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu