týsdagur 24. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Orðatakið, at tað grør um gangandi
fót kann av sonnum nýtast um
miðbýin í Havn í hesum døgum, tí
her osar av lívi.
Nógvir spádómar eru um, at
miðbýurin í Havn er so deyður og
keðiligur. Men at so ikki er, tað er
Tórsgøta eitt gott dømi um.
Í
hesum
sambandi
hevur
Tórshavnar kommuna tikið tað
óvanliga stigið at mála gøtuna –
líkasum fyri at mynda tað lívið,
sum er í gøtuni, og sum eigur at
vera í einum miðbýi.
Sjálvandi eru nakrar fyritreytir,
nakrir karmar, sum kommunan
eigur at tryggja, fyri at lív skal vera
lagað í míðbýnum. Men tað krevur
eisini at vinnulívið og handilslívið
er við, og ikki minst at fólkið er við
og vil, at lív skal vera í miðbýnum.
Um talið av handlum ikki er
vaksið í miðbýnum, so eru nógv
støð, har fólk kunnu koma á gott
til ein bita ella ein kaffimunn.
Á uppihaldstrappuni í Vágsbotni
hava nógv fólk sitið seinastu dagar
nar og notið góða veðrið.
Í gamla bankabygninginum í
Steinagøtu kemur nógv virksemi,
um tað verður so, sum býráðið
hevur boðað frá.
Nú SMS hevur langtíðarleigað
Handilskjarnan, so kemur eisini lív
í tann bygningin, sum hevur staðið
og bíðað alt ov leingi.
SMS hevur boðað frá, at Mylnan,
um enn í øðrum líki, enn vit kenna
hana, letur upp á niðastu hædd.
Enn er ikki greitt, hvat verður í
ovaru hæddunum, men tá SMS
hevur allan bygningin, so kemur
uttan iva lív í alt húsið eisini – og
so kunnu vit bara fegnast um, at
SMS nú eisini setir lív í miðbýin
við beinleiðis at vera til staðar í
miðbýnum.
So havnarfólk hava gott í væntu,
tá tað um miðbýin ræður.
Næstu dagarnar fer høvuðs
staðarkommunan at hátíðarhalda,
at kommunan í morgin, hósdagin
26. mai, hevur virkað í 150 ár sum
kommuna.
Ein
góð
føðingardagsgáva
til fólkið, sum hvønn dag hevur
ørindi í miðbýnum, sum búgva í
miðbýnum og sum hava sítt dagliga
starv í miðbýnum, hevði verið, at
komman tók eitt veruligt tak og
tryggjaði parkeringsviðurskiftini.
Ikki bara við at gera nøkur hissini
parkeringspláss, men fann eina
veruliga loysn, so fleiri 100 bilar
afturat kundu langtíðarparkera
niðri í býnum. Tað er alla æru vert,
at vit hava ókeypis busssamband,
men tað loysir ikki tørvin á
parkeringsplássum.
Vit
kunnu
akkurát tað sama síggja veruleikan
í eyguni – og loysa trupulleikan.
Soleiðis fáa vit ein mentaðan,
fjølbroyttan og litfagrin miðbý í
høvuðsstaðnum, sum hevur allar
fortreytir til at nørast.
Í morgin hevur Havnin
verið kommuna í 150 ár
Mentanargøta í litum
Haru
veiðan
minkað
í helvt
Eyðfinn Magnussen
síða 20
Jákup
aftur til
Herfølge
Síða 30-31
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tað er ikki av ongum, at vit í
Miðlahúsinum stundum ilskast
inn á okkara sokallaðu kapping
arneytar og kalla teir fyri kopi
portalar.
Ein kopiportalur er í okk
ara verð ein portalur, sum fyrst
og fremst livir av at leggja
út lesarabrøv, tíðindaskriv –
blandað saman í einum vavstri
av handilslýsingargreinum og
facebookviðmerkingum – og
sum so kopierar tíðindi, sum
aðrir miðlar hava gjørt. Hetta
eru »miðlar«, sum royna at billa
fólki inn, at ein persónur kann
skriva líka nógv tíðindi, sum ein
heil manning á eini væletabler
aðari redaktión.
Fríggjakvøldið var Miðla
húsið umboðað á aðalfundi
num hjá ÍSF við fýra fólkum,
sum høvdu hvør sína uppgávu.
Eingin kopi-portalur var á
staðnum, men allir bóru tíðindi
av fundinum.
Men tá ÍSF-nevndin varð
vald, kom klutur í á in.fo, sum
blandaði nøvnini á teimum,
sum vórðu vald og teimum,
sum tóku sítt kanditatur aftur.
in.fo skrivaði, at Heðin Joensen
varð valdur, meðan Sigurð Ras
mussen trekti seg aftur.
Hesi tíðindi vórðu skjótt
rættað – men innan ta tíð náddu
minst fýra av kopiportalunum
at endurgeva feilin. Ikki við
tilvísing til røttu kelduna, men
teir gjørdu tað, sum um teir
sjálvir høvdu verið á staðnum.
Ein av hesum kopiportal
inum var spildurnýggja heim
asíðan hjá Dimmalætting, sum
Ingi Rasmussen bæði stjórnar
og skrivar. Hóast teir hava ver
ið í útvarpinum og reypað um,
at teirra tíðindaflutningur er
øðrvísi við proklameringum av
øllum handa slag um góðan fjøl
miðlasið, so var dimma.fo fríggj
akvøldið
sami
kopiportalur
sum hinir, sum taka tíðindi frá
øðrum og gera tey til síni egnu.
Sum ein kamflasju hevur
blaðmaðurin hjá Dimmalætt
ing so lagt afturat eina krúllu
afturat søguni, tá hann skrivar
soleiðis:
»Tað merkir so samstundis,
at tað er dóttir tann forsetan,
sum hevur sitið longst í ÍSF,
nevniliga
Heðin
Mortensen,
ið nú stillar seg á
odda fyri ítróttin í
Føroyum. Til stutt
leikar kann nevn
ast, at nevndarlim
urin Heðin Joensen
er sonur forsetan
frá árunum 1972-
1976, Líggjas Joen
sen.«
Hevði
gløggi
blaðmaðurin
hjá
D i m m a æ t t i n g
møtt upp á fundium sjálvur –
og ikki skrivað av eftir øðrum,
so hevði hann vitað, at Heðin
Joensen als ikki varð valdur í
nevndina hjá ÍSF.
Lærdómurin kann so vera,
at tað loysir seg virða arbeiði
hjá øðrum. Miðlhúsið gjørdi
nógv burturúr fundinum hjá
ÍSF. Bæði við drúgvari grein í
Sosialinum og minst 10 grein
um á in.fo fríggjadagin.
Dimma.fo
og
hinir
kopiportalarnir kundu virt ar
beiðið hjá Miðlahúsinum, og
víst á, at Miðlahúsið var á stað
num og hevði beinleiðis frá
søgn.
Men at royna at billa lesar
unum inn, at tú sjálvur ert á
staðnum – og so bara kopierar
onnur, tað er ikki góður fjøl
miðlasiður. Tað er ignoransa, so
stað stendur eftirá.
Kopi-portalarnir avdúkaðu seg
Presisering av greinini “Nú
eri eg púra frísk” prentað í
Sosialinum mánadagin 23.
mai.
Í Sosialinum mánadag
in tosaðu vit við Brynhild
Nolsøe í Lágabø og Rak
ul Nolsøe í Lágabø, og
vit vístu á, at Rakul segði
seg vera bangna fyri, at
Brynhild fór at taka lívið
av sær, um hon ikki fekk
linnan fyri ræðuligu hjáár
inini av HPV koppseting
ini. Fyri at presisera, hvat
meint var við, vilja vit eru
vísa á, at Brynhild ikki var
at meta sum sjálvmorðs
hótt, men at mamman og
gentan sjálv óttaðust fyri
framtíðini av nógvum ym
iskum orsøkum – eitt nú
tí, at pínan var ótolandi at
liva við.
Barbara Holm, redaktørur
á Vikuskiftis Sosialinum
Óttast framtíðina
Hallur av Rana 20.05.2016 (21:13)
Kreppan avlýst
Aftaná ein drúgvan fund, ið hevur verið eyðmerktur av, at ÍSF sersambondini eru býtt upp í tveir bólkar,
tað í síðstu løtu at finna eina semju. Harvið tykist, at ÍSF, í hvørt fall í fyrstu semju, yvirlivir sváru kreppu
varð upp til, at trý sersambond kundu ríva seg leys frá hinum feløgunum.
Ein av kendastu coun
trysangarum
og
sang
skrivarum
í
heiminum,
amerikumaðurin
Kris
Kristofferson, vitjar í Før
oyum mánaðarskiftið aug
ust-september. Á ferð síni,
har hann hevur ein part av
familju síni við, fer hann
at halda eina einstaka úr
valskonsert, sum verður í
Norðurlandahúsinum.
Kris Kristofferson fyllir
80 ár 22. juli í ár, og spælir
framvegis konsertir kring
heimin. Fyri tíðina er hann
antin einsamallur á pall
inum, ella hevur dóttir
sína við, sum spælir banjo
og syngur saman við pápa
sínum. Á konsertini í Før
oyum verður dóttirin og
maður hennara við á palli
num á nøkrum løgum.
Kris
Kristofferson
hevur vitjað í Føroyum
eina ferð áður. Tað var í
2007, tá hann hevði eina
konsert í høllini á Hálsi
í Havn. Hesaferð verður
konsertin í Norðurlanda
húsinum, og bert í sjálvum
salinum – opið verður ikki
aftur í Klingruna. So tað
verða bert pláss fyri eini
380 fólkum, ið kunnu líða
á løg sum »Me and Bobby
McGee«, »For the Good
Times«, »Sunday Morn
in' Comin' Down«, »Help
Me Make It Through the
Night«, »Why me Lord« og
nógv onnur.
Konsertin
verður
í
Norðurlandahúsinum
1.
september.
Kris til Føroya
Grein av in.fo fríggjakvøldið