týsdagur 24. mai 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Í gjár og í dag hava ungdómar
úr Havnini mála Tórsgøtu í
bláa og reyða. Vegurin hevur
verið stongdur fyri ferðslu
seinastu dagarnar, meðan
ungdómar og onnur hava
stuttleika sær við máling.
Seinastu árini hevur Tórs
havnar kommuna savnað
alsamt fleiri mentanarhús
og -tiltk í Tórsgøtu, sum nú
er vorðin mentanargøtan í
kommununi.
– Vit ætla at gera ment
anargøtuna til nakað ser
stakt, markera hana av og tí
fara vit at mála hana allan
vegin niðaneftir, sigur Heðin
Mortensen.
Ein av orsøkunum er, at
kommunan ynskir at bjóða
borgarunum inn til eitt orða
skifti um býarrúmið Tórs
gøtu og hvat hon skal vera.
– Tí gøtan er jú spesiell.
Har liggja Margarinfabrikkin
og
Tjóðpallurin,
Perlan,
Reinsaríið og Miðlahúsið og
hinumegin vegin eru hotell
og Posthúskjallarin, og ann
að virksemi verður bæði
niðaneftir og omaneftir gøt
uni, sigur Heðin Mortensen.
Leygardagin heldur Tórs
havnar kommuna 150 ára
føðingardag og tá verður eis
ini trappan í Vágsbotni tikin
í brúk, eins og at kommun
an bjóðar morgunmat í ný
málaðu Tórsgøtu. Litirnir,
sum verða nýttir eru blátt
og reytt. Úti á vegnum fer
tað bláa at vera eyðsýnt, og
ímyndar tað gerandisferðsl
una oman eftir gøtuni, bilar,
parkeringsbásar og annað.
Tvørtur
gjøgnum
tað
bláa skera reyðar álir seg.
Álirnar eru teknaðar sum
lívæðraslátturin, pulsurin og
ímynda mentanarpulin, sum
skerir seg inn í og ígjøgnum
gerandisdagin.
– Vit ætla at fríska býin
upp og hví ikki við litum? Vit
eru kend fyri at hava nógvar
litir í býarmyndini, bæði
á húsum og tekjum, sigur
borgarstjórin, sum tó sigur,
at talan ikki neyðturviliga er
um varandi litir.
– Eingin sigur, at tað skal
vera verandi soleiðis, men vit
ynskja at markera hesa gøt
una eina tíð.
– Eg ivist onga løtu í, at
vit fáa nógvar viðmerkingar
um hetta, men tað er nemliga
endamálið við tí. Vónandi
siga fólk sína hugsan, bæði
jaliga og neiliga, men vónandi
síggja fólk spennandi og
nýggjar møguleikar.
Málingin fer væntandi at
halda summarið út.
– Tað skal ikki vera so, at
tað byrjar at síggja keðiligt
út, tá ein tíð er farin, men
sum eg skilji er talan um eina
serliga máling, sum millum
annað tolir ferðsluna, sigur
hann.
MÁLA MENTANARPULSIN
Á HAVNARGØTUR
Blátt og reytt fara at seta sín dám á Tórsgøtu alt summarið
FRÍSKA BÝIN UPP
Trimmarar
úr 375,- og
sláimaskinur
úr 1199,-
Størsta úrval og bestu prísir!
– Vit ætla at gera
mentanargøtuna til
nakað serstakt, sigur
Heðin Mortensen
Myndir: Álvur Haraldsen