Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NÝGGI BYGNINGURIN KEMUR Í STAÐIN FYRI – IKKI AFTURAT LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Árni Gregersen Í seinnu helvt av 2020 verður nýbyggingin á Lands­ sjúkrahúsinum og 12.200 fermetrar afturat tikint í nýtslu í heilsuverkinum. 490 milljónir krónur eru avsettar til útbygging av sjúkrahúsinum í hesum tíðar­skeiðnum og arbeiðið er í gongd. Higartil er grundøkið gjørt byggiklárt og fyritøk­ urnar, sum sleppa at bjóða uppá bygning skuldu fyrr í vikuni lata inn tilfar til Lands­verk, so tær kunnu undan­góðkennast. Arbeiðið verður boðið út um nakrar vikur og eftir ætl­an verður lisitatiónin áðrenn summarfrítíðina. Ætl­anin hjá Landssverk sig­ ur, at arbeiðið fer í gongd í september og skal endaliga latast byggiharranum í 2020. Nýggi bygningurin, sum verð­ur nevndur H-bygn­ ingurin, verður saman­bund­ in við gomlu bygn­ing­ar­nar og hann verður í seks hædd­um. Sjálv útbyggingin fer ikki at tilføra serliga mong seingjapláss afturat, men hetta kemst av, at greiningar og progonosur fyri sjúkrahús á okkara leiðum vísa, at tíðin, sjúklingar liggja á sjúkra­ húsi, styttist munandi kom­ andi árini. Sjúkahúsini verða fyrst og fremst brúkt til at gera diagnosur, taka avgerðir og so viðgerð. Liggitíðin og røkt aftaná, verður í framtíðini flutt út í primera sektorin – altso í tann partin, sum kommun- urnar í dag hava yvirtikið. Long tilgongd Tilgongdin til at byggja hev­ ur verið long og nógvir ar­ beiðsbólkar hava tikið lut í fyrireikingunum. Heilt afturi í 2009 var farið undir at tosa um, hvussu nýggi bygningurin skal gerast og hvat hann skal hýsa. Í fjør var sett á at grava og nú hava fyritøkur søkt um undangóðkenning at byggja bygningin. Talan er um 12.200 fer­ metrar, sum skulu byggjast í seks hæddum. Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Lands­sjúkrahúsinum. Hetta byggistigið umfatar nýggjar medisinskar seing­ j­ar­deildir, føði- og barns­ burðardeild, psyki­atrisk­an depil, hølir til sjúkra­hús­upp­ venjing og køk. Tilsamans umleið 10.000 fermetrar. Nýggi bygningurin fer at hýsa einum stórum parti av tí virksemi, sum í dag er inni á Landssjúkrahúsinum. Tað vil siga, at her í veru­ leikanum ikki er talan um at byggja afturat núverandi sjúkrahúsi, men at byggja ein bygning, har funktiónirnar í gomlu bygningunum flyta inn. Nýggi bygningurin er so gjørdur eftir øllum nútímans forskriftum. Allar stovur eru einastovur, so sjúkligar kunnu avbyrgjast um tað gerst neyðugt. Seingjaplássini í býggja bygninginum eru bert nøkur fáa fleiri enn tey sum eru í dag. – Men hetta er gongdin allastaðni. Sjúklingar liggja styttri og styttri á sjúkrahúsi. Sjúkan verður staðfest og viðgjørd og so verða teir sendir heim, sigur Pál Weihe, ein av mest royndu lækn­ unum í føroyska heilsu­verk­ inum. Fólk verða tó ikki altíð send heim, enn aftur til pri­meru heilsu og røktar­ tænastuna, sum so tekur sær av røtini til sjúklingurin klárar seg sjálvur. Gomlu bygningarnir Við nýggja bygninginum hendir tað, at nógvir fer­ metrar fara at standa tómir á núverandi sjúkrahúsi. Psykiatriski depilin verð­ ur fluttur og tað sama verður medisinska seingj-ar­deildin. Eisini køkurin og kantinan vera í nýggja bygn-inginum. Enn er ongin avgerð tikin um, hvat gomlu bygningarnir skulu brúkast til, men møgu­ leikarnir eur nógvir. Nýggi bygningurin er so mikið framkomin, at heilsu­ verkið heldur, at hann fer at gera, at læknar sum annars ikki høvdu valt at koma hendanvegin at arbeiða, fara at velja Føroyar til heldur enn frá. – Góðar umstøður gera ofta mun, so fólk velja at fara har umstøðurnar eru til­lokandi. Tað er stuttligari at arbeiða, har viðurskiftini eru góð, sigur Pál Weihe. H-bygningurin niðanfyri Landsjúkrahúsið kemur ikki afturat núverandi bygningum, men í stóran mun í staðin fyri