Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSUVERKIÐ HEVUR STÓRAR AVBJÓÐINGAR LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Árni Gregersen Longu í 2009 var farið und­ ir at leggja ætlanir fyri ú­t­ byggingina á Lands­sjúkra­ húsinum. Nevndir av øllum handa­ slag hava sagt sína hugsan um, hvussu bygningurin skal gerast og hvat dentur eig­ur at verða lagdur á. – Tá ið tey endaliga gjørd­ ust samd, so haldi eg eisini, at loysnin er góð. Hetta er ein nýmótans bygnigur, sum fer at hýsa nógv av tí, sum í dag eru í niðurslitnu bygn­ ingunum, sum nú verða brúktar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Landsstýriskvinnan er eis­ini sannførd um,a t sjúkra­ hús í framtíðini fara at virka á ein annan hátt, enn tey hava gjørt seinastu mongu árini. Í nýggja bygninginum verður tað soleiðis, at fólk ikki fara at liggja har so leingi. Í framtíðini verða fólk kann­að, diagnosur gjørdar og so verða sjúklingarnir við­gjørdir. Restin – røktin og endur­ venjing – fer í stóran mun fram í primera partinum av heilsuverkinum. – Tað er onki at ivast í, at her verður talan um eina broyting í heilsuverkinum, sum vit fara at síggja, tá ið nýbygningurin er liðug­ur í 2020, sigur landsstýris­kvinn­ an. Menningarætlan Í løtuni situr ein menn­ ingar­bólkur, sum skal gera eina menningarætlan fyri heilsuverkið. Bólkurin er mannaður við fakfólki og hann hevur fingið stuytta tíð at arbeiða í. Um fimm vikur, so skal bólkurin lata landsstýriskvinnuni eitt álit. – Sum eg havi skilt, so gongur arbeiðið í bólkinum væl. Bólkurin arbeiðir út frá teimum fortreytum, at vit hava trý sjúkrahús í Før­ oyum. Málið er so at vita, hvussu vit fáa sum emst úr hesum veruleika. – Hetta er eitt stórt ar­ beiði at gera, men eg veit, at tá ið tað er liðugt, so eru vit noydd at fara at hyggja at, hvussu vit arbeiða víðari í primera heilsuverkinum, sigur landsstýriskvinnan. Tað er soleiðis í granna­ londum okkara, at tá ið fólk eru liðugt viðgjørd á sjúkra­ húsi, so verða tey send heim. Tá er uppgávan hjá pri­ meru heilsurøktini at taka sær av fólki til røkt og endur­ venjing. Hetta er ein stórur partur, sum skal uppraðfestast. – Vit mugu fara inn og vigta, hvussu vit loysa hend­ an trupulleikan. Hetta er greitt rætti vegurin at ganga, men tað treytar, at tað ber til at taka sær av hesum upp­gávum lokalt.. Primera heilsutænastan má vera til reiðar at taka sær av hesum, sigur landsstýriskvinnan. Tað er ikki meira enn 18 mánaðir síðani eldra- og heimarøktin var løgd út til kommunurnar at taka sær av. Skal røktin og endur­venj­ ingin eisini leggjast út, so krevur tað ymiskar broyt­ ingar. – Men veruleikin er tann, at endurvenjing kann gerast so at siga allastaðni. Um tað er í Suðuroy, Klaksvík ella aðrastaðni er ikki avgerandi. Vit skulu bara tryggja, at hetta verður ordiliga gjørt, sigur landsstýriskvinnan. Tá ið nevndin, sum ar­ beiðir við menningarætlan fyri heilsuverkið er liðug við sítt arbeiðið, so verður farið í gongd. – Ja, so mugu vit gera okk­um greitt, hvussu vit gera eftir 202o, tá ið vit hava nýggja bygningin á Lands­ sjúkrahúsinum, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan við heilsumálum, Sirið Stenberg, heldur fast við, at nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum er rætti vegurin fram Gongdin Mai 2016: Fyritøkur hava søkt um at verða undangóðkendar til at gera arbeiðið við nýggja bygninginum Apríl 2016: Vegna Heilsu- og innlendsimálaráðið og Landssjúkrah­ úsið bjóðar Landsverk áhugaðum fyritøkum at søkja um undangóðkenning til at luttaka í eini bundnari útbjóðing. Umsóknir skulu vera Landsverki í hendi seinast 7. mai 2016 kl. 12.00. Lesið meira um arbeiðstøkur, tíðarætlan og treytir undir "Útboð" á okkara heimasíðu her Umsókn um byggiloyvi er latin Tórshavnar kommunu 12. februar 2016. Útbjóðingartilfarið er seinkað, men nú um at verða liðugt. Tilfarið til undangóðkenning verður sent út í viku 16. Ein listabólkur er settur og farin til verka. Tilfarið til undangóðkenning av listafólki, ið skal prýða nýggja bygningin við síni list, er um at verða liðugt. Dagførd verklagslóg er ávegis í Tingið. Dagføringin tekur hædd fyri prísvøkstri og íroknar tvær háisolatiónsstovur. Desember 2015: Ein partur av avgrestrinum er eftir, og hesin parturin verður liðugur í mars 2016. Sjálvt byggiloyvið frá Tórshavnar kommunu verður væntandi givið í januar 2016. Prosjektuppskotið er liðugt, og detailprosjektering skal vera liðug og góðkend í mai 2016. Væntandi verður alt byggiarbeiðið boðið út á heysti 2016. August 2015: Fyrsti partur av avgrevsturin er liðugur, og í næstum verður farið undir at gera byggiøkið byggibúgvið. Prosjekteringin gongur sum ætlað, og viðgerð at lidna prosjektuppskotinum fer fram í løtuni. Mai 2015: Økið niðan fyri sjúkrahúsið er nú avbyrgt sum arbeiðsøki, og í viku 21 varð byrjað at grava út fyri nýggja H-bygninginum. Februar/mars 2015: Mánadagin 23. februar varð skjøtil settur á stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, setti hakan í fyri nýggja H-bygninginum. Eftir at hakin varð settur í, var farið inn í forhøllina, har okkurt var at leska seg við. Síðani greiddu ávikavist Jan á Argjaboða, verklætlanarleiðari á Landsverki, Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, Naina Túgvustein, varastjóri og Árni Winther, arkitektur, frá nýbyggingini og hvussu nýggja sjúkrahúsið fer at virka, tá tað er liðugt um fýra ár. Tá framløgurnar vóru lidnar, fingu tey hjástøddu møguleika fyri at síggja eina framsýning, ið er sett upp í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, og sum verður ein varandi almenn framsýning, ið fer at fylgja byggingini. Januar 2015: Arbeiðið at grava av fyri nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum er nú boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið fevnir um at grava av og burturbeina umleið 10.000 m3 av leysum tilfari. Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-110 Tórshavn, hósdagin 12. februar 2015, kl. 15.00. Ástaðarfundur verður hósdagin 29. januar 2015. kl. 10.00. Byrjað verður mánadagin 23. februar 2015. kl. 15.00. Arbeiðið skal verða liðugt hósdagin 27. juli 2015. September 2014: Kommunan hevur givið graviloyvi. Væntandi verður arbeiðið at grava omanav boðið út seinni í ár. August 2014: Umsókn um graviloyvi er send Tórshavnar Kommunu. Ráðgevaratoymið er farið í holt við at gera eitt 3D modell av bygninginum. Juli 2014: Skipanaruppskotið verður liðugt í heyst. Kunnandi fundur um prosjektið var fyri byggivinnuni tann 3. juni úti á Landssjúkrahúsinum. Hetta var fyrsti fundur í eini røð av fyrireikandi fundum, sum ætlanin er at hava saman við vinnuni fram til útbjóðingin verður. Mars 2014: Sáttmálin við heildarráðgevaran Faerport II er nú undirskrivaður. Faerport II-samtakið er eitt samtak millum føroyskar ráðgevarafyritøkur, og er samansett av hesum: Selmar Nielsen Arkitektur, Árni Winther Arkitektar, LBF og Sofus M. Jakobsen. Verkætlanin skal vera klár at bjóða út um árskiftið 2015-16, tó at avgrevstur og grovplanering verður bjóðað út seinni í ár. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna