Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm At tattoveringar eru komnar fyri at vera í Føroyum er helst eingin ivi um. Og utt­an stórvegis gransking í mál­ inum kann hugsast kortini, at rákið vindur uppá seg. Í øllum førum um tú spyrt íslendska Fjølnir Geir Bragason, sum seinastu árini hevur staðið á odda fyri festival­inum. Fjølnir kom til Føroya fyrstu ferð í 90’unum og síðani hevur hann vitjað javnan á oyggj­ unum. Seinastu árini hevur hann kanska verið meira í Føroyum enn í heim­land­ inum, og tað er einamest TattFest og hansara tattover­ ings­verksmiðja í Havn, sum eiga ábyrgdina av tí. Øll árini TattFest hevur verið hildið, hava tattovørar úr ymiskum londum vitjað á festivalinum. Og sambært Fjølni hevur tað hvørjaferð verið ein góð uppliving. – Tattovørarnir elska at vitja í Føroyum. Fleiri teirra ferðast til fleiri ymisk lond til líknandi festivalar og eru nógv umbiðin. Men tey siga mær, at Føroyar eru eitt ser­ stakt stað at vitja og at før­ oyski festivalurin er heilt øðvísi enn aðrir. Eina­mest tí, at tað er lítið og intimt í Før­ oy­um í mun til í stór­bý­um, sigur Fjølnir Geir Bragason. Hesin festivalurin gekk tó ikki eins væl og tann í fjør. Hóast tiltakið sum so eydn­ að­ist væl, so vóru tey færri á gáttu í Sjónleikar­hús­inum hesa­ferð enn í 2015. – Men kortini vóru allir tattovørarnir fult upptiknir allar dagarnar, sigur Fjølnir Geir Bragason, sum kortini ikki er ónøgdur við ársins festival. Áleið hundrað fólk vitjaðu um vikuskiftið teir ymisku tattovørarnar. Alt frá smærri tattoveringum á hondliðina til stórar tattoveringar á bein­ini vóru framdar, tá ið Sjón­leikarhúsið aftur var karm­ur um ársins Tatt Fest. – Eg vænti, at undirtøkan aftur veksur næsta ár, tá ið vit hava betri stundir at fyri­ reika festivalin, sigur Fjølnir Geir Bragason at enda. 100 FÓLK LØGDU SEG UNDIR NÁLINA Fyri fimtu ferð á rað varð TattFest hildið í Sjónleikarhúsinum í Havn farna vikuskiftið. Áleið 100 fólk í øllum aldursbólkum løgdu seg undir spísku nálina hjá teimum 12 tattovørunum. – Bæði kundar og tattovørar elska festivalin, so hann er avgjørt komin fyri at vera, sigur íslendski Fjølnir Geir Bragason, ein av fyrireikarunum FO TATTFEST 2016 Tattovering Fjølnir Geir Bragason