týsdagur 24. mai 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mai 2016 · Nr. 59
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STØRV
Um Almannaverkið
Fleiri enn 750 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið
undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning
av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.
Eind 8 savnar tænastur til borgarar við sálarsjúku og seinheilaskaða í
Tórshavn, Norðstreymi, Eysturoy, Sandoy og í Norðoyggjum. Talan er um
sambýli, stuðulstoymi, stuðul í heiminum, dagtilhald og kafévirksemi, har
180 borgarar fáa tænastu.
Arbeiðsuppgávur
Saman við eindarleiðaranum hevur leiðarin dagligu starvsfólka-, fakligu-
og fíggjarligu ábyrgdina av eindini. Leiðarin skal tryggja tænastu á
høgum fakligum støði, at starvsfólkini trívast og mennast fakliga, og at
virksemið í eindini verður gagnnýtt á skynsaman hátt.
Starvið
Starvsheitið er leiðari í Eind 8. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett
skjótast til ber. Leiðarin hevur ábyrgdina av áleið 80 starvsfólkum.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving. Tann, sum settur verður, skal
hava kunnleika til og royndir við borgarum, sum hava sálarsjúkur og
seinheilaskaða.
Væntanir
Leiðsluútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu kunnu vera ein
fyrimunur, tí dentur verður lagdur á áhuga fyri starvsfólkaleiðslu og
fakligari menning í eindini.
Førleiki at raðfesta innan givnar karmar, eginleiki at skipa gerandisdagin
og góð tænasta til borgaran stendur fremst í
huga, meðan góðir samskiftiseginleikar í skrift og talu eisini viga tungt.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum
eind 8. Starvið er flokkað í lønarflokki 31 í lønartalvuni fyri Tænastumenn
Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.
Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.
Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan
økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, lívsleið og upplýsingum
um viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til
Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, postsmoga 3096, 110 Tórshavn.
Viðmerk: “Umsókn leiðari Eind 8”
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 02.06.2016
klokkan 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Elin
Danielsen, eindarleiðara, á telefon 297400 ella á www.av.fo.
LEIÐARI TIL TÆNASTUR TIL BORGARAR VIÐ
SÁLARSJÚKU OG SEINHEILASKAÐA
Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum og tænastusinnaðum leiðara til Eind 8 í Trivnaðardeplinum fyri
barnavernd og fólk við sálarsjúku, autismu og seinheilaskaða
NÝGGJ Í STARVI
NÝSETT STARVSFÓLK
Hans Jákup skal stýra
og Martin skal leiða
Stýrið fyri viðgerðarstovnin Frælsi á
Eiði hevði sín fyrsta fund í gjár, og er
stýrið nú mannað við fimm fólkum.
Tey eru Hans Jákup Johansen, Petur
Djurhuus,
Sólborg
Dulavík,
Tina
Rasmussen og Absalon Wolles. Á
fundarskránni var millum annað skipan
av stýrinum, umframt at ein dagligur
leiðari skuldi setast fyri stovnin.
Stýrið valdi at skipa seg við Hans
Jákup Johansen sum formanni, meðan
Martin Kúrberg er settur sum leiðari
fyri stovnin.
Við in.fo upplýsir Martin Kúrberg,
at tey vóna at lata stovnin upp í heyst.
– Tað er nógv umvælingararbeiði,
ið skal gerast áðrenn stovnurin kann
lata upp. Men um alt gongur sum tað
skal, so er ætlanin at lata dyrnar upp
fyri teimum fyrstu persónunum seint
í heyst, sigur Martin Kúrberg.
Frælsi á Eiði verður fyrsti stovnurin
í Føroyum, ið bjóðar viðgerðartilboð
til ung millum 18 og 24 ár, ið hava havt
trupulleikar við rúsevnum.
Skúlin á Trøðni
søkir:
Tali- og hoyrilærarastarv ½ tíð
Førleikakrøv:
Umsøkjarin skal vera
• Audiologopedur ella
• Lærari við útbúgving innan taluviðgerð
Lærarastarv ½ tíð
Førleikakrøv:
Umsøkjarin skal hava
• Læraraútbugving
Skúlin á Trøðni tekur sær av børnum við
serligum tørvi, og vit vænta, at umsøkjarin
hevur:
Góð samstarvsevni
Førleika at arbeiða sjálvstøðugt og við
hugflogi eftir støði barnana
Lønin verður sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi
í seinasta lagi mánadagin 13. juni 2016
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til
skúlastjóran, Jan Christiansen, tlf. 314522 ella
280025
Skúlin á Trøðni
Frælsið 32 – Postrúm 2036 – 165 Argir
Telefon 314522 – Fax 310196
www.skulin.fo/sat