hósdagur 26. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Grafiskt snið/layout:
Pætur Eyðunsson Jensen
Uppseting: Sosialurin,
Tekniska deild
Prent: Prentmiðstøðin
Miðlahúsið:
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Vikuskifti redaktørur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Lýsingar
Frida Mellemgaard,
lýsingasamskipari
lysing@sosialurin.fo
tel. 341826
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
27. apríl 2016
Vilja hava skila á leigumarknaðin
Almannamálaráðið hevur lovað leigunevnd
ini at taka til viðgerðar málið um at seta
krøv til leigubústaðir í Føroyum.
Í nýggjastu frágreiðingini frá Leigu
nevndini skrivar nevndin, at tað almenna
eigur at góðkenna høli, sum verða leigað
fólki at búgva í.
Hetta skal vera fyri eitt nú at tryggja
rýmingarleiðir, so fólk sleppa út, um eldur
kemur í, ella onnur støða krevur, at fólk
sleppa út sum skjótast. Tað sigur Leigu
nevndin í ársfrágreiðingini fyri 2015.
Tað eru nú seks ár síðani, at løgtingið
samtykti leigulógina, sum skal skipa við
urskiftini á leigumarknaðinum – ein hart
tiltrongd lóg, tí økið hevur at kalla ligið í lóg
loysi øll árini frammanund. Gamaní var ein
leigunevnd í Tórshavnar kommunu, men
tað var langt frá nóg mikið at tryggja skipað
viðurskifti.
Formaðurin í leigunevndini vísti í út
varpinum í gjár á, at næsta stigið nú eigur
at verða tikið – at allar leiguíbúðir skulu
góðkennast av myndugleikunum.
Tað er eitt skilagott stig at taka, tí tað
tryggjar leigarum, at útboðið av íbúðum við
góðari góðsku verður betri – og tað tryggjar
eisini útleigarar, sum hava síni viðurskifti í
lagi.
Tað hevur verið stórur tørvur á íbúð
um, og tí er tað kærkomið, at Bústaðir hava
bygt 111 leiguíbúðir seinastu áríni. Kritikkur
hevur verið ímóti, at íbúðrinar eru ov dýrar
at leiga. Tað er sjálvandi ein avbjóðing, sum
Bústaðir saman við politisku myndugleik
um eigur at fáa bilbugt við.
Spurningurin er, um hesar almennu
íbúðirnar minka um tørvin á leigumarknað
inum, ella um tær minka um sethúsabygg
ingina. Tað ber kanska illa til at siga enn.
Men tað kann fyri so vítt gera tað sama.
Tað sum hevur týdning er, at allar leigu
íbúðir lúka somu krøv, bæði privatar leigu
íbúðir og alemmar leiguíbúðir, sum tryggja,
at allir búrstaðir í Føroyum eru á einum
grundleggjandi tryggum og heilsugóðum
støði.
Í ársfrágreiðingini verður eisini skotið
upp, at gjørt verður eitt yvirlit yvir
góðkendar leiguíbúðir. Tað hevði heilt víst
verið eitt skilagóð stig, sum tryggjaði, at
eingin bjóða út soppafongdar
íbúðir, ella íbúðir, sum eru
beinleiðis brandfellur.
Eftir 21 ár sum stóri og formaður
Eftir 21 ár í TF samtakinum hevur Gunnar í Liða
nú boðað nevndini í TF frá, at hann leggur frá
sær. Soleiðis endar langa samstarv hansara við
TF samtakið.
Arni Brattaberg, nevndarformaður hjá TF
Holding segði við in.fo, at nevndin í gjár á mid
degi fekk ein teldupost við boðunum um, at
Gunnar í Liða tekur seg aftur, tí hann hevur ikki
álit á førleikunum hjá nevndini.
– Tað eru vit sjálvandi ikki samd við honum í,
sigur Arni Brattaberg.
Spurdur um, hvørt avgerðin hjá Gunnari
í Liða hevur nakað við skattamálið hjá Eik at
gera, sigur Arni Brattaberg seg ikki vita nakað
um tað.
– Men tað er givið, at tað er eitt óheppið sam
anfall, nú miðlarnir hava varpað ljós á skatta
málið, at Gunnar í Liða so velur at trekkja seg
júst nú, sigur Arni Brattaberg.
Miðlahúsið hevur í fleiri
umførum roynt at fingið
fatur á Gunnari í Liða, men tað
hevur ikki eydnast.
Seta krøv til leigubústaðir
Gevst hjá TF
Gunnar í Liða
Les eisini blaðið
á telefonini
Fjórða argja
brúgvin um Sandá
Jógvan Arge
Hugleiðing síða 23
Politisk
korrektheit
SÍÐA 24-25
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Útlendingur sum lærdi føroyskt
Visti tú?
At fýra brýr eru
bygdar um sanda
síaðni 1835?
Hósdagin fingu
12 útlendskir
næmingar
prógv á Kvøld
skúlanum í
føroyskum
og føroyskari
mentan á fram
haldsskeiði.
Hetta var eitt
skeið fyri tey,
sum dugdu eitt
sindur av føroyskum, sum nú umframt at
tosa hava lært at lesa og skriva eisini.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði,
at hann hevur fegnast stórliga um stóra
arbeiði skúlans fyri útlendskar næmingar.
Hann heldur, at hetta man vera størsta
integratiónstiltak nakrantíð í Føroyum,
skrivar Tórshavanr kommuna.
– Í dag kunnu vit fegnast um aftur at
síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroy
ingum her á skúlanum. Hetta eru tit, sum
nú hava tikið framhaldsskeiðið í føroysk
um og føroyskari mentan.
– Summi tykkara dugdu kanska bara
eitt orð á føroyskum fyri stuttari tíð síðan,
men nú er avbera stuttligt at hitta tykkum
í býnum, nú tit heilsa og biða góðandag á
føroyskum. Tað fløvar og ber boð um, at tit
hava fingið tann besta førningin – lykilin
til okkara mentan: Málið!
– Hetta skeiðið var ætlað tykkum, sum
dugdu eitt sindur av føroyskum. Nú hava
tit so eisini lært grundleggjandi mállæru,
og ikki bara at tosa, men eisini at lesa og
skriva nakað av føroyskum.
– Hesaferð eru tit 12, sum fáa prógv –
ellivu konufólk og eitt mannfólk. Og tað
er ein góður altjóða blandingur, tit koma
úr Brasil, Onglandi, Filipinunum, Ghana,
Norra, Rumenia, USA, Serbia og Kenya.
– Eg fari at ynskja tykkum øll somlum
hjartaliga tillukku við próvnum og alt tað
besta. Hvussu verður við víðari útbúgving
er ein spurningur, sum okkara Mentamál
aráð kemur at taka støðu til, okkara lutur
skal ikki liggja eftir, segði Heðin Morten
sen, borgarstjóri m.a.
Jógvan Sørin Hansen, skúlastjóri, hand
aði prógvini. Næmingarnir bæði sungu
og hildu røður á føroyskum, so tað var
ein fragd. Tann eini næmingurin greiddi
frá, hvussu torført tað var at byrja upp á
føroyska mállæru – tað var hon, ið spurdi,
hvør hevði uppfunnið ð?
Hvør hevur uppfunnið ð'ið?