Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 4 Áhugin fyri Føroyavitjanini hjá Kris Kristofferson, ið kemur til Føroyar mánaðarskiftið august-september, tykist at vera ovurhonds stórur. Í vikuni bórust tíðindini um, at legendariski countrysangarin fer á pall í Norðurlandahúsinum 1. september, og ikki kann sigast annað enn, at tað var sannur gravgangur eftir atgongumerkjum til konsertina. Einans tríggjar tímar eftir, at sølan byrjaði, vóru øll atgongumerkini seld. Síðani bórust so tíðindini um, at skipað verður fyri eini konsert við bólkinum Appalachian Murder Bunnies 31. september í Reinsarínum. Tey, sum manna bólkin eru Kelly Kristofferson og Andrew Hagar. Tað serliga er, at Kelly Kristofferson er dóttur Kris Kristofferson, og fyrireikararnir kundu upplýsa, at Kris Kristofferson verður at síggja á pallinum saman við dóttrini hetta kvøldið. Ikki óvæntað, so var eisini stórur áhugi fyri hesi konsertini. Longu hálvanannan tíma eftir, at atgongumerkini vórðu sett til sølu, varð tað síðsta selt. Tað upplýsir Reinsaríið á síni heimasíðu.  FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 8-13 m/s 8-13 m/s 8-13 m/s 5-8 m/s Fríggjadagin lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, men stundum meiri skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig. Sunnudagin lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, men stundum meiri skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig. Leygardagin lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Turt og sólglottar, men stundum meiri skýggjað ella mjørki. Hitin um dagin millum 8 og 13 stig, í støðum upp í 15 stig, um náttina niður í 5 til 8 stig. 5-8 m/s 5-8 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Nógvi fólk hava fýlst at Tórshavnar Kommunu, fyri at hava beint fyri fleiri grønum økjum í býnum – seinast økið við ítróttarhøllina. Hvat ger man so? Jú jú, man málar vegin og gongubreytina grøna í Tórsgøtu. Smart ha? Um orðið sigur Sprotin villleiða[vɪl:-] s3 lumpa (e-n) við ósannindum, leiða í óføri, tøla, villa 2, misleiða, hann hevði villleitt eina gentu; teir villleiða fólkið; eg varð villleiddur; villleiðandi upplýsingar (ið virka ørkymlandi) Týskvøldið varð sendingin “Skattamálið” send í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Sendingin snúði seg um skattamálið, sum Miðlahúsið og Kringvarpið í felag hava varpað ljós á seinastu vikurnar. Hósmorgun vórðu næmingar í skúlanum á Fløtum á Argjum fluttir úr skúlanum og sløkkilið boðsent, tí eldur var komin í okkurt prýði á lærarastovuni. Eingin stórvegis skaði stóðst av eldinum. Tórsgøta er blivin málað tí gøtan skal síggjast sum ein mentanargøta, sigur Tórshavnar Kommuna. Og nógv umrødda trappan verður loksins liðug. Ein 25 ára gamal maður fekk í vikuni 14 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava margfaldað og selt følsk atgongumerki til festivalin Voxbotn. Týskvøldið varð sendingin Skattamálið sýnd í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. »Villleiða« Útselt til Kris eftir 90 minuttum MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ung sýna fram á Summarframsýningini sum letur upp fríggjadagin 26 MANGT OG HVAT Visti tú? At tú skjótt kanst stovna eina fyritøku fyri 1 krónu? KONSERT