Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 28 TIL LUKKU, » Mikudagin 24. mei fylti Bob Dylan 75 ár. Føroyskir miðlar hava gjørt nógv burturúr, og fleiri tiltøk eru í hesum døgum runt um í landinum LEIVUR THOMSEN S um vanligt er, tá ið man heiðrar einum føðingar­ dags­barni á tess 75 ára degi, lítir man breitt aftur á. Og hvør er so maðurin? Hetta er ein heldur torførur spurningur, tí Bob Dylan hevur flutt seg nógv listarliga tey 5-6 áratíggjuni, hann hevur verið virkin. Onkur segði, hann er sum 10 ymisk listarfólk. Um vit seta hendan spurningin kortini, kunnu vinklarnir vera líka nógvir sum teir ymsu stílirnir, hann hevur umboðað gjøgnum tíðina. Hann appelerar breitt, umframt at hann hevur eina listarliga tyngd í orðsamansetingum og meiningum í lýrikkinum. Um man endiliga skal seta nakað heiti á mannin, kann tað væl saktans vera sangari og yrkjari, so hevur man í øllum førum ikki skotið alt ov langt við síðuna av. Ein rødd úr 60’unum Í samlaða kataloginum hjá Bob Dylan er nógv at taka úr, og spurningurin er so, hvar man skal byrja, og hvat fokus, man skal hava. Er man kennari, fer man helst gjøgnum øll ymsu tíðarskeiðini og stílbrotini. Men novisur kunnu líka so væl byrja við byrjanini í 60'unum, sum eisini var tá, hann skrivaði fleiri av kendastu løgunum, og sum hann verður kanska mest defineraður ut frá, eitt nú Blowing in the Wind, Don’t Think Twice it’s Allright, The Times They are a’Changin, Mr. Tambourine Man, Like a Rolling Stone og All Along the Watchtower. Við inspiratiónskeldum sum Woodie Guthrie, Robert Johnson og Hank Williams, má man siga, at Bob Dylan er ein listarmaður, uttan mun til listargrein, sum stendur millum sterkastu í heiminum. 70 bjóðaðu uppá t.d. If Not For You, Knocking On Heaven’s Door og Mighty Quinn. 80’ini sigast ikki at vera hansara sterkasta tíð, tí sum so mangur mátti hann lúta fyri náðileysu, pompøsu framleiðslunum við alt ov nógvum rúmklangi. 90’ini og fram til í dag hava eisini sítt at bjóða uppá, men tað eru helst 60’ini, sum standa sterkast. Bob Dylan hevur eisini verið áhugaverdur, tá hann hevur spælt við øðrum, kanska serliga The Travelling Wilburys, sum varð stýrt av kønu hondini hjá framleiðaranum Jeff Lynne. Zimmerman verður til Dylan »Robert Zimmerman« stóð í dópsbrævinum, men navnið broytti hann longu sum 17-18 ára gamal til Bob Dylan væl vitandi um týdningin av at hava ein lætt brúkiligan navnasamleika, skuldi tað standa honum í boði at bróta ígjøgnum. Nøvnini í populertónleiki skuldu jú klinga væl, tá tey vórðu annonserað í útvarpi. Ikki honum at siga – tað var vanligt tá – Chuck Berry, Buddy Holly, Muddy Waters og fleiri gjørdu tað sama. Í dag er tað enn vanligt, kanska tó mest at brúka eitt navn, t.d. fornavnið, sum »pallnavn«. Enntá er tað soleiðis, at summir føroyskir t ó n l e i k a r a r »anglisera« sítt navn soleiðis, at t.d. Høgni verður til »Hogni« og Sigrið til »Sigrey«. Samsvarandi kunnu vit við virðing føroyska navnið hjá amerikanska trubadurinum, so tað í fólkamunni verður til »bobburin« – so eru vit bæði uppá fornavn og gamalt serføroyskt eyknevni við stóra listarmannin. Ein av søgunum kring navna­broytingina hjá Robert Zimmerman, er, at hann fekk sær navnið »Dylan« frá valisiska yrkjaranum Dylan Thomas. Ein onnur søga snýr seg um, at hann fekk sær navnið frá einum sjeriffi, nevndur »Matt Dillon«, í einari røð av westernfilmum í sjónvarpinum. Hvussu er og ikki, hevur hann ikki sjálvur váttað hetta, so vit kunnu bert gita. Men navnið spillir ongan, og Robert – ella Bob – Dylan er navnið, hevur í øllum førum havt stóran týdning fyri milliónir av fólki kring knøttin. Musikkur ella lýrikkur? Vit kunnu við einum hálvum oyra staðfesta, at framførslan hjá Bob Dylan ikki snýr seg um korrekt intoneraðan fagursang við tilhoyrandi tekniskt væl grundaðum vibrato. Tað er altso ikki har, tað gevur meining at viga dygdir. Heldur var tað so, at tað ikki meiri enn »grælaði« í honum sum tann forkølaði lundin, hann var, vildi onkur mykinesmaður kanska verið við, men persónligi framburðurin hevði kortini festi innast í sálini við orðsamansetingum og meiningum í lýrikki, og bobburin hevur so eisini havt sín egna serliga klang í mátanum at brúka røddina í framførslu. Altso hevur tað sagda ella sungna orðið havt sentralt pláss hjá Bob Dylan. Men so kann man spyrja, hvussu nú tað stendur til við tí musikalska. Sum áður nevnt hevur Bob Dylan flutt seg langt millum tónleikasløg. Tað, sum er galdandi fyri hesi stílskiftini er kanska ikki so nógv tað at bróta niður mørk millum stílirnar men heldur at gera brúk av ymsum stílum, sum man meiri ella minni letur vera, sum teir eru, kanska beinleiðis gamaldags og fyri puristar tærnakrympandi kliché­ fult uttan nýbrot, hetta sagt við atliti til nakað av tí seinasta, hann hevur latið úr hondum, sum nemur við jazzin, men sum onkur bólkur úr føroyska útjaðaranum saktans kundi havt funnið uppá í øllum sínum óreglusemi, so lítið sum tað skilur seg úr meginstreyminum innan sjangruna. Men tað er har, Dylan leggur dentin, og so letur hann tað heldur vera upp til orðini. Kanska er tað so, at orðini júst av hesi orsøk standa sterkari. Hóast vit kanska fyrst og fremst hava lyndi til at bólka Bob Dylan í kassan við fólkatónleikarum, so hevur hann nógv meiri enn aðrir flutt seg til rokk, blues og jazz uttan tó at vera nakar veruligur musikalskur stílskapari. Tað ber væl til at samanbera Bob Dylan við Leonard Cohen, har tónarnir ikki eru tað týdningar­mesta – men orðini. Cohen sangirnir eru framleiddir við bíligum key­board­ljóði sum grundarlag hjá markantu, bassutu røddina, har náttúrligi autoriteturin sleppur at standa í friði og ikki í ov ágangandi tónleikaframleiðslum. Vit kunnu kalla tað arrogansu av tí positiva slagnum. Á sama hátt eru sangirnir hjá Bob Dylan framleiddir við varsemi og mestsum minimalistiskt, kanska beinleiðis gamaldags tónleikaliga. Tað var og er jú serliga orðini, sum høvdu og hava nakað at siga, og um nakað stílbrot var uppá tal, skuldi tað vera í orðunum. Men frekt sagt kunnu vit kanska siga, at tað er í blandingslutfallinum 80% orð og 20% musikkur. Tað sagt, so ala hesi bæði fram eitt triðja, sum er tann heilt serliga heildin, man ikki finnur hjá nøkrum øðrum listarfólki. Altso eru bæði líka nógv verd í mun til endaliga úrslitið. Musikaliteturin í orðum Tað talaða málið og tónleikur eru bæði tvey sprottin úr tí sama, nevniliga menniskjansligum samskifti. Tað talaða málið inniheldur tað sama sum tónleikur, nevniliga tónalag, dynamikk, pausu, tempo o.s.fr. – tað er, tá ið man tosar, og man kann tosa meiri og minni musikalskt. Brúkar man ikki musikalitetin, er trupult at skilja, hvat yvirhøvur verður sagt. Men tá tað er sagt, so er tað orðini. Hesi kunnu í samanseting ala fram ein musikalitet í sær sjálvum. Uttan at fara í djúpdina við nøkrum teksti hjá bobbinum, skal eg nevna, at hann er ein meistari í at skriva sangtekstir, fáa teir djúpar og brúka myndatalu. Hann brúkar nógv orð, hvat Mr. Tambourine Man er eitt gott dømi um. Sum vera man, ganga spekulatiónirnar uppá, hvat orðini nú munnu snúgva seg um. Altíð skal tað verða leitað eftir onkrum plotti ella facit. Á henda hátt varð hetta lagið til, at tað skuldi snúgva seg um rúsevni. Gott nokk roykti Bob Dylan marihuana, og tað var eisini honum fyri at takka, at tann peni Lennon fór at roykja feitar, helst tí hann sá, at teir báðir høvdu okkurt til felags. Men at teksturin skuldi snúgva seg um rúsevni, hevur bobburin dementerað. Hann staðfesti einaferð í 80’unum turrisliga, at teksturin er inspireraður av einaferð, hann spældi saman við fólkasangaranum Bruce Langhorne, sum hevði eina risastóra tamburin. Hann var inspireraður av løtuni og teimum tankum, hendan kann hava við sær. Og soleiðis kann man sanna, at tað ofta er minni millum himmal og jørð, enn man heldur. Dylan og Føroyar Bob Dylan kundi saktans verið kandi­datur til eldratáttin í vikuskiftissendingini í KVF. Hann er fimm ár eldri enn Knút Olsen, átta ár yngri enn Ólavur Hátún, eitt ár yngri enn Eyðbjørn av Kamarinum, og hann hevði verið kærkomin gestur í Tilhaldinum í Tórsgøtu. Hetta sagt við tí í mentu, at hann allarhelst ongantíð fer at finna útav, at hesi orð eru skrivað, hvaðna minni at føroyskir trubadurar minnast til at heiðra hann, nú hann hevur rundað trý­fjórðings­øld. Men kortini skulu vit siga til lukku við bobbin og minnast til at takka fyri inspiratiónina. Kanska, vit kunnu vóna, at hann einaferð fer at syngja í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn. Livst, so spyrst MENTAN Afturum listamannin