Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. mai 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. MAI 2016 SOSIALURIN 60 30 ÍTRÓTTUR TÆR VERÐA Jóhan Petur á Stongum metir ikki, at vit hava sæð tað besta frá føroyska kvinnulansliðnum enn. – Vit hava ongantið havt so nógvar góðar spælarar í senn, sigur Jóhan Petur á Stongum TRÓNDUR ARGE – HØLLIN Á HÁLSI Høllin kókaði í triðja setti, tá føroyska liðið vann 25-19 á Kýpros í seinasta og avgerandi dystinum. Tíverri var tað ov seint og Kýpros vann fjórða settið og harvið dystin 3-1. Jóhan Pertur á Stongum, sum saman við Kristiani Mikkelsen stendur á odda fyri føroyska kvinnulandsliðnum er nøgdur, men sær fleiri møguleikar fyri bæði hetta kvinnulandsliðið og flogbóltin sum heild. Eg fari at ynskja spælarunum til lukku við, at vit hava rokkið málinum, sigur Jóhan Petur á Stongum, sum ikki er iva um, at hetta landsliðið kann røkka enn longri. Tað krevur fleiri kappingarførar landsdystir og kappingar. Málið er rokkið Føroyar blivu nummar tvey í EM/ HM undankappingarbólkinum, sum eisini taldi Kýpros, Írland og Likentsein. Annað plássið gevur atgongd til finalubólkin í EM fyri smátjóðir. Undan kappingini settu Føroyar annað plássið sum mál, og tað er rokið. Dreymurin var at knúgva Kýpros við, tí fyrsta plássið gevur eisini atgongd til HM undankappingina. Her møtti Føroyar tó einum liðið, ið hevði munin á okkara. Eg veit ikki um tað er nakað av fjáltri á okkara, tí vit spæla ikki upp til okkara besta. Hinvegin, so spældi Kýpros væl og tær hava uppiborið at vinna bólkin, sigur Jóhan Petur á Stongum. Aldrin verið betri Sum heild er hann væl nøgdur við undankappingina, men sær eisini møguleikar fyri at júst hetta landsliðið kann mennast enn meir. Tú skal minnast til, at fleiri av lyklaspælarunum eru um 23 ára. Tær kunnu framvegis mennast og toppa enn hægri um nøkur ár, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat: Vit hava aldrin havt so nógvar góðar spælarar í senn. Vit tosa ikki um tveir ella tríggjar spælarar. Vit hava 14 góðar spælarar her, og tað eru enntá onkrar, sum ikki sloppu við, sigur Jóhan Petur á Stongum víðari. Fyri at landsliðið skal mennast, so eru landsdystir týdningarmikil, men ikki øll sløg av landsdystum geva nakað av sær. Eg haldi ikki at tað gevur nakað at fara til oyggjaleikirnar longur, Tað er bara tann eini dysturin móti Saaremaa, ið gevur mótstøðu. Annars vinna vit settini heilt upp í 25-3 og harum, sigur landsliðsvenjarin, men leggur afturat. Vit skulu luttaka í altjóða kappingum og spæla fleiri landsdystir móti londum sum Skolandi, Íslandi, Danmark og Svøríki, sigur Jóhan Petur á Stongum. Eisini nevnir hann týdningin av, at fleiri av spælarunum spæla í útlendskum feløgum, sum ein týðandi lut í at landsliðið hevur lyft seg. Eitt ár fyrireiking Landsliðsvenjararnir hava nú áleið eitt ár til at fyrireika føroyska flogbóltslandsliðið til EM undan­ kappingar­finalubólkin. Tað er ein avbjóðing at tryggja at spælararnir eru í gongd fram til komandi kappingarár. Ein langur steðgur kann taka nógv frá einum spælara. Tí umhugsa vit at geva teimum eina venjingarætlan fram til kappingarnar byrja aftur, sigur Jóhan Petur á Stongum. Summir spælarar skulu ikki í dyst aftur fyrr enn í september. Skal Føroyar vinna á Kýpros um eitt ár, so er tað ikki ein møguleiki. Tú sær í dag, at vit eru eitt stig aftanfyri Kýpros. Tær eru meiri róligar enn vit og taka væl móti servunum. Skulu vit koppa Kýpros um eitt ár, so e týdningarmikið at vit eisini spæla dystir, har vit eru undir sama trýsti sum í dag, sigur landsliðsvenjarin. Samlað talentarbeiðið Føroyskur kvinnuflogbóltur hevur tað í løtuni gott, tá tað kemur til ungdómsarbeiði heldur landsliðsvenjarin. Tey flestu feløgini hava sett venjarar fulla tíð og taka sær av ungdómsarbeiðnum. Tað arbeiðið verður gjørt væl og vónandi kann ein slík kapping vera við til, at fleiri ungir spælarar leggjast afturat, sigur Jóhn Petur á Stongum. Skal flogbóltur halda fram við at mennast, so er ein miðsavning av felagsvenjing vegurin fram. Sum Kristian Mikkelsen fleiri ferðir hevur víst á, so hevði eitt soskalla talentsentur , har spælarar úr øllum landinum samlast eina ferð um mánaðin ella so gjørt mun. Hetta hevði avgjørt verið við til at fingið flogbóltsstigið eitt upp, sigur Jóhan Petur á Stongum, ið upp til fleiri ferðir rósar flogbóltssambandinum fyri fyrireikingina til EM/HM undankappingina. Stóra vónanin er, at hetta landsliðið kann verða flaggskipið hjá flogbóltinum í fleiri ár fram. Flestu spælararnir – fyri ikki at siga allir – eru í góðum aldri og kunnu mennast enn meiri. Spurningurin er so, um flogbólturin hevur umstøðurnar at geva landsliðnum teir møguleikarnar, ið skulu til fyri at mennast. trondur@sosialurin.fo Dystur 1: Føroyar-Írlandi 3-0 (25-8, 25-12 og 25-11) Jóhan Petur á Stongum sigur: Vit spæla ótrúliga væl og gera tað vit skulu, men mótstøðan vísti seg ikki at vera góð. Fingu vit okkara spæl at rigga, so fóru vit altíð at vinna stórt. Tað var gott at fáa ein dyst í beinini, har vit kundu fínpussa spælið, men kanska legði lætti sigurin størri trýst á okkum. Dystur 2: Føroyar-Liktenstein 3-0 (25-15, 25-15, 25-21) Jóhan Petur á Stongum sigur: Her vóru størri vónir til okkara spælarar, fleiri áskoðarar og nógvir miðlar vóru á staðnum. Tað skulu tær líka venja seg við, men vísa í dystinum at tær eru til reiðar. Eru aftanfyri stórt í tí eina settinum, men klára at venda tí. Gott at fáa slíkar royndir. Dystur 3: Kýpros-Føroyar 3-1 (25-21, 25-14, 19-25, 25-13) Jóhan Petur á Stongum sigur: Kýpros tykist spæla uttan fjáltur og eru róligari enn okkara. Vit fáa ikki lagt á servutrýst á tær og av tí saman, so verður álopsspælið hjá Kýpros betri. Vit spæla ikki væl og serliga í móttøkunum hava vit trupulleikar. Flogbólturin er eitt sera tekniskt spæl, sum oftani verður vunnið í høvdinum, tí munurin á einum stigi er bara ein lítil rørsla. Har vóru Kýpros betri enn vit hesaferð. MAGNUS TAUSEN: Hetta var ein success – Vit vistu, at vit fóru at klára fyrireikingarpartin væl, tí tað vita vit at vit duga. Vit hava fingið góðar afturmeldingar frá flogbóltsmynduleikunum. Veðurguðarnir hava eisini verið við okkum, sigur Magnus Tausen formaður í flogbóltssambandinum. – Vónandi kunnu vit skipa fyri eini altjóða kapping annað hvørt ár. Vit ynskja at fáa fleiri landsdystir og tað er eisini lykilin fyri at kunna menna føroyskan flogbólt. Vit halda vit duga at skipa fyri, nú hava vit spælararnar, so nú vóna vit at umstøðurnar eisini koma við, sigur Magnus Tausen. – Eg hava sæð eitt føroyskt lið, sum hevur spælt væl og fingið EM atgongumerki, ið vit ætlaðu okkum. Men settið eg kanska eri mest glaður fyri, er triðja settið móti Kýpros, sum vit vunnu. Tað hevði verið tungt at tapt síðsta dystin 3-0, sigur Magnus Tausen, sigur formaðurin í flogbóltssambandinum. HM/EM KAPPINGIN: Bestu spælararnir: Á endahátíðarhaldinum, sum var á Hotel Føroyum eftir seinasta dystin, vóru bestu spælararnir í kappingini valdir. Av teimum seks heiðurunum fekk føroyska liðið tveir. Sofía Purkhús varð kosin sum besti áleypari í kappingini. Birgit Guttesen vann heiðurin sum besti diagonalur. Tað vóru venjararnir hjá øllum liðunum, sum valdu hesar spælararnar. Umframt tað, so fekk Sofía Purkhús heiðurin sum besti føroyski spælarin. Spælararnir fingur eina standmynd av Kópakonuni. Harmframt lat Tórshavnar Kommuna gávur til dómararnar og tekniska eftirlitsleiðaran umframt at Mentamálaráðið lat bók um føroyska list til luttakandi londini.