mánadagur 30. mai 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Fredericia møblar hjá Ide Møblum
Ide Møblar selur nú kendu møblarnar hjá Fredericia Furniture
Kappkoyringin INDY 500 verður
roknað sum ein partur av Triple Crown
of Motorsport, sum er roknað sum
tann kappkoyringin í verðini sum hevur
størstu tygn av øllum kappkoyringum.
Vanliga er kappkoyringin seinasta
vikuskifti í mai mánað, og er INDY500
koyringin partur av »Verizon IndyCar
Series« sum er hægsta støði í
»American Championship Car racing«
vanliga kalla »Indy Car Racing«, sum
oftast stytt til INDY 500.
Stóri ovali banin hevur vanliga
pláss fyri 250.000 áskoðarum. Men
til INDY 500 økja fyrireikararnir um
áskoðaraplássini, soleiðis at tað er
pláss fyri áleið 300.000 áskoðarum.
Kappkoyringin er eisini ein av teimum
gomlu stóru koyringunum. Síðan
1911 hevur verið koyrt kapp á
bananum, og var sostatt stórt 100
ára hátíðarhald í 2011.
Tey sum kenna til Formula 1 kenna
sikkurt til navnið Juan Pablo Montoya.
Juan Pablo er meistari sum er, og fer
hann eftir øllum at døma at gera alt
fyri at endurvinna meistaraheiti.
Vikuskiftið 27.-30. mai verður
stjórin á FirstStop Atlantic Fríðrikur
Bláhamar millum teir áleið 300.000
áskoðararnar. Tað er nevniliga so
at Super Dekk, sum fyritøkan eitur,
er limur í stóru altjóða dekk-ketuni
FirstStop, og hevur fyritøkan FirstStop
Atlantic verið við í eini innanhýsis
kapping, og her var fyritøkan so
heppin at verða ein av vinnarunum,
og vinningurin er eitt vikuskifti til
hesa stóru INDY 500 kappkoyringina.
Fríðrikur fer at taka myndir á ferðini,
og væntandi kemur ein ferðafrásøgn
seinni.
Indianapolis 500 er kappkoyring á stóra ovala Motor Speedway bananum
í býnum Indianapolis, sum liggur í statinum Indiana í USA
FirstStop Atlantic umboðað á Indianapolis 500
Fredericia Furniture A/S er ein yvir
hundrað ára gomul fyritøka, sum
varð stovnað í 1911 sum Fredericia
Stolefabrik. Fyritøkan hevur frá byrjan
lagt seg eftir at framleiða kvalitets
møblar til kappingarførar prísir.
Flestu møblarnir hjá Fredericia
Furniture eru teknaðir av Børge
Mogensen, sum var ein kendur
danskur møblaarkitektur. Hann fekk
sær íblástur úr øllum heimsins londum
til at designa møblar, sum skulu halda
í fleiri generatiónir. Tað hevur eisini
víst seg, at Fredericia møblarnir eru
sera haldbarir og slitsterkir.
Í sambandi við at Ide Møblar nú
selur Fredericia møblar kemur Mogens
Simonsen, sølustjóri hjá Fredericia
Furniture, at vitja hjá Ide Møblum 3.
og 4. juni, har hann gevur góð ráð og
vegleiðing.
Í handlinum er ein nýggj fram
sýning við stóra vøruúrvalinum hjá
Fredericia Furniture.