Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Minnist tú Die Hard filmarnar við Bruce Willis? Minnist tú svarta revolvaran hjá John McClane? Ella tann hjá Liam Neeson í Taken? Tað var ein Beretta. James Bond helt seg eisini til hendan lítla, svarta, italska revolvaran. Fríggjadagin vera umboð fyri Beretta í Føroyum og í tí sambandi skipar Jógvan Weihe fyri royndarskjóting á skjótibreytinin hjá Byrsumúla. Svarta revolvaran fært tú ikki hendur á, men aðrar byrsur frá Beretta og øðrum eru klárar at royna. Beretta er ein italsk vápnafyritøka, sum reypar sær av at hava veitt vápn til hvørt einasta størri kríggj í Evropa síðani miðøldina. Um allan heimin nýta løgreglur og hernaðardeildir vápn frá Beretta, men kortini stava tríggir fjórðingar av søluni frá vápnum til áhuga- og ítróttarbrúk. Fyritøkan varð sett á stovn longu í 16. øld og er sostatt hin elsta vápnafyritøkan í heiminum, og hóast hon millum manna kanska er best kend fyri lítla svarta revolvaran, framleiðir verksmiðjan hópin av øðrum skotvápnum. Hon er høvuðsveitari av skotvápnum til amerikanska herin, sjóverjuna og luftverjuna. Tað eru felagið Byrsumúli og Jógvan Weihe, sum fáa vitjan av fólkum frá Beretta, og í hesum sambandi verður royndarskjóting á skjótibreytini hjá Byrsumúla í Sandvíkum. Umframt royndaskjóting verður eisini okkurt drekkandi og etandi at fáa. Eisini verður skipað fyri lutakastið, har fyrsti vinningur er ein byrsa frá Beretta, við einum virði á 17.999 krónur. Alt tiltakið er ókeypis. Um ein ikki fær nokk fríggjadagin, kann ein leygardagin fara út í handilin hjá Jógvani Weihe og royna luftbyrsur frá GAMO. GAMO er størsti framleiðarin av luftbyrsum og riflum í Evropa. Fríggjadagin verður møguleiki at royna Beretta-riflur á skjótibreytini hjá Byrsumúla Skjót sum teir professionellu