Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 10 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ BMW-skeið hjá Nordcar Soleiðis er eisini hjá fyritøkuni Nordcar, har starvsfólkini hava verið á BMW-skeið í eina viku. Lars Vigild, sum hevur høvuðsábyrgdina av BMW Master Technician Training, hevur verið í Føroyum og hildið skeið fyri øllum starvsfólkunum á verkstaðnum, har millum annað nýggja  BMW 7 serian var gjøgnumgingin.  Øll útgerð til elektroniska testing av bilunum og mekanisk eftirlit er dagførd, og hesu íløguna kann kundin njóta gott av. Tænastukrøvini frá altjóða bilaframleiðslunum eru høg, og tí skulu eisini føroysku umboðini vera á altjóða støði. BMW bilarnir eru tøkniliga sera framkomnir og hetta krevur at starvsfólkini fáa ta neyðugu endurútbúgvingina, sigur Gordon Rajani frá Nordcar. Í hesum tíðum, tá bilarnir eru vorðnir alt meira framkomnir, er alneyðugt at starvsfólk í bilfyritøkum verða dagførd við tí nýggjastu vitanini á tøkniliga økinum Renault Talisman SW Starvsfólk hjá Nordcar saman við Lars Vigild frá BMW Renault Talisman, sum er ein elegantur bilur við nýggja design­ stílinum hjá Renault, verður gjørdur bæði sum sedan og stationcar. Talisman er ein rúmligur bilur við góðum beinplássi. Viðførisrúmið er heilar 608 litrar. Nýmótans design, gott pláss og góður komfortur eru nøkur av lykla­ orðunum hjá Renault í sambandi við Talisman. Bilurin tekur seg væl út, og koyri­eginleikar eru fram­úr­skarandi, sum vit kunnu rokna við í einum fronskum bili. Bilurin fæst við Tce-bensinmotori við 150 hk og við trimum ymiskum dCi-dieselmotorum við ávikavist 110, 130 og 160 hk. Motorarnir eru reinir og økonomiskir. Talisman fæst við manuellum og automatiskum gearum og er sera væl egnaður sum hýru­ vognur. Renault Talisman er væl útgjørdur sum standard og hevur hópin av nýggjari tøkni, sum annars bert er at finna í dýrari bilum. Hann er sera væl útgjørdur sum standard við t.d. naviga­tión, 17“ alufelgum, klima­ annlegg, hita í róðrinum, parkerings- sensorar framman og aftan, regn- og ljós sensorar saman við auto­matiskari upp- og niðurblending. Renault Talisman kann síggjast og roynast hjá Berg Motors. Prísur úr 335.900. Renault er komin á marknaðin við einum stórum flottum bili, sum er komin ístaðin fyri Renault Laguna. Talan er um Renault Talisman, sum er bæði størri og rúmligari enn forgangarin Renault Talisman komin