Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016 Norðoyastevnan eigur sítt serliga pláss Klaksvíkar kommuna og hennara borgarar eru byrjaði at gera klárt og fríðka um býin, nú Norðoyastevna verður hildin fyri 71. ferð í Klaksvík um vikuskiftið Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaks­vík, upplýsir, at fólk eru farin í gongd við at gera klárt at taka móti gestunum. – Norðoyastevna er altíð nakað serligt fyri Klaksvíkina, og so eigur hon eisini sítt serliga pláss í føroyska summarinum, tí hetta er fyrsta summar­stevnan í árinum. Tað sæst og merkist í býnum, at stevnan nærkast, og nokk so nógv fólk nýta eisini hetta sum eitt gylt høvi at rudda og fríðka um húsini, nú gestir koma til býin, sigur borgarstjórin. Midnáttarrøða, skrúðgonga og kappróður Borgarstjórin er ikki seinur at svara, tá hann verður spurdur um hvørji til­ tøk hann viðmælir fólki at fara til á stevnuni. – Eitt, ið savnar nógv fólk á Norðoya­stevnu er midnáttarrøðan, ið vanliga er stuttlig at vera til. Siðvenja hevur verið at fingið onkran at halda røðu, ið er skemtingarsamur ella røðar út frá einum serligum vinkli, sigur borgarstjórin og heldur á. – Annars kann eg viðmæla sunnu­ dagin, tá býráðslimir, ítróttarfólk og skótar ganga skrúðgongu. Tað er eitt aftur­vendandi tiltak, ið savnar nógv fólk. Tann løtan plagar at vera stak hugnalig. Hóast einki 10-mannafar um­boðar Klaksvíkina í kappróðrinum í ár, so gleðir borgarstjórin seg sjálvsagt eisini til fyrsta FM-róðurin í árinum. – Hetta er fyrsta høvi at síggja hvussu tær ymisku manningarnar eru fyri í ár, og er tað altíð knýttur ein ávísur spenningur til tað, sigur Jógvan Skorheim. Vænta metnógvar áskoðarar Hæddarpunktið hjá nógvum klaks­ víking­um verður tó uttan iva sunnu­ dagin, tá KÍ tekur móti NSÍ í bestu mansdeildini hjá monnum. Eftir fleiri ár í einum aldudali er KÍ nevniliga aftur har, ið klaksvíkingar meta, at liðið hoyrir heima, nevniliga toppinum í bestu deildini. – Tað ger heilt vist tað, at tað verða metnógvir áskoðarar til dystin, og eg trúgvi, at bara tað at KÍ klárar seg væl og er í einum góðum stima ger, at tað yvirhøvur er eitt stórt bjartskygdi í Klaksvík. Tað er spenn­andi og stuttligt at vera partur av, og vit vóna, at hendan gongdin ikki steðgar enn, sigur borgarstjórin. Borgarstjórin vísir á, at ítrótturin fyllir sum heild nógv á stevnuni, og er tað nakað, ið man frá politiskari síðu ynskir at menna. – Norðoyastevnan er eitt sindur øðrvísi nú, tí hon er vorðin meira eyð­ merkt av itróttarfepri enn nakrantíð áður. Bæði tá tað kemur til KÍ, men eisini tá hugsað verður um flogbóltin, nú kvinnulandsliðið hevur klárað seg so væl, sigur Jógvan Skorheim og leggur afturat. – Ætlanin er í framtíðini, at gera meira burturúr ítróttinum á Norð­oya­ stevnu. Tað eydnaðist ikki hesa­ferð, men ætlanin er at fáa fleiri ítróttar­ greinar og kappingum at gerast partur av sjálvi stevnuni. Savnar klaksvíkingar Seinastu árini er Klaksvík vorðin karmur um fleiri stórar dagar og stevnur. Summarfestivalurin og Sjó­ manna­dagurin eru í august, meðan Torradagar er um várið. Hóast hørðu kappingina frá festivalum og øðrum til­tøkum metir borgarstjórin, at Norð­ oya­stevnan hevur eitt serligt stað í hjartanum hjá klaksvíkingum. – Norðoyastevnan hevur enn eitt serlig pláss í Klaksvík, tí hon savnar okkum á ein heilt annan hátt. Tað at nógvur ítróttur er knýttur at stevnuni ger hana eisini sindur meira serliga enn hini tiltøkini.