mánadagur 30. mai 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
14
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016
Náttúruperla hevur
fingið náttúrulund
Viðareiði er helst tann bygdin í Føroyum, sum er broytt mest í útsjónd í nýggjari tíð
og upp á lutfalsliga stutta tíð. Bygdin og útsýnið úr bygdini hevur altíð verið vakurt,
og broytingin hevur bara gjørt umhvørvið kring bygdina enn vakrari
Vilmund Jacobsen
Tá tú í bili nærkast Viðareiði og sært
oman yvir bygdina, sært tú samstund
is tríggjar stórar hyljar, sum eru bygdir
á tí, sum áður var vátlendi og sum
gjøgnum mong ár hevur merkt hetta
økið í bygdini, rópt Spónhylur.
Viðingar siga, at hetta økið hevur
ikki verið til nógva nyttu, tí tað hevur
verið so vátt. Vátlendið hevur ikki
latið seg drenað burtur, soleiðis sum
lendið liggur, og tað er komið fyri, siga
viðingar, at eitt nú neyt, sum hava
gingið her, eru vorðin føst í vátlend
inum.
Nú er alt hetta økið umskapað til
eina stóra og sera vakra náttúrulund
við stórum hyljum, gøtum, smáum
brúm og torgi.
Tað er ein áhugabólkur, sum
stendur aftan fyri hesa verkætlan,
og Viðareiðis kommuna hevur fingið í
lag sáttmála við Búnaðarstovuna um
leigu av hesum øki í 30 ár við møgu
leika fyri leingjan.
Nakrir festarar sótu á hesi jørðini,
ið ikki var serliga vælegnað til land
búnað.
Nú byggifelagið Articon hevur
bygt Viðareiðistunnilin og hevur havt
nógvar maskinur í økinum, hevur verið
høgligt at fingið hetta arbeiði gjørt.
Trø og runnar
Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri í
Viðareiðis kommunu, fegnast um tað
stóra arbeiðið, sum er gjørt og vísir
á, at kommunan er sloppin rímiliga
væl fíggjarliga, tí verkætlanin hevur
verið so væl stuðlað, bæði av Articon,
Bakkafrosti og sjálvbodnum.
– Umframt hesar tríggjar hyljarnar,
hevur økið eisini fingið heyggjar, sum
skulu bróta vind og torg.
Borgarstjórin vísir á, at herfyri
gróðursetti bygdarfólkið eini 2000 trø
og runnar á bakkunum kring torgið, og
ætlanin er at gróðurtseta nøkur tús
und aftrat.
– Hetta verður í fyrsta lagi eitt
trivnaðar-og náttúruøki til alt fólkið,
og tað verður upp til hugflogið,
hvussu økið annars verður bygt upp
og skipað, sum tíðin gongur.
Hann sigur, at karmarnir, sum nú
eru skaptir, rúma nógvum ymiskum
møguleikum at skapa eitt umhvørvi,
sum veruliga kann gerast ein perla
fyri Viðareiði – við stórari atdráttrar-
megi.
Hans Jákup Kallsberg sigur, at tá
stovnandi fundurin av Áhugafelagnum
Lund við Spónhyl var hin 19. mai í fjør
– ella fyri einum góðum ári síðan –
vórðu 110 limir teknaðir.
– Her eru gjørdar byrgingar, har
eystasti hylurin er tann, sum liggur
hægstur og vestasti er tann, sum
liggur lægstur. Eg haldi, at fólk eru
ógvuliga glað fyri hesa verkætlan, og
undirtøkan millum fólkið er stór.
Borgarstjórin veit at siga, at hug
skotið aftan fyri hesa verkætlan er ikki
komið burtur úr ongum, men hevur
røtur aftur til 2008, tá verkætlanin
líka sum varð teknað.
– Nú Viðareiðistunnilin verður
bygdur, og nógvar stórar maskinur
og bilar hava verið í økinum, bar til at
fremja hesa ætlan í verki, og tað eri
eg sum borgarstjóri – vegna alt fólkið,
sum her býr – ógvuliga glaður fyri.
Hans Jákup Kallsberg leggur tó
dent á, at lundin við Spónhyl er ikki
ein kommunal verkætlan.
– Vit hava stuðlað verkætlanini
fíggjarliga, men uttan vælvild frá fleiri
pørtum hevði tað neyvan latið seg
gera at fremja hesa ætlan í verki fyri
ein líkinda kostnað, sigur hann.
Gongur væl
Tað gongur annars væl í Viðareiðis
kommunu, og við ársenda 2015 hevði
kommunan onga nettoskuld.
– Vit hava lækkað skattin, og vit
hava hækkað barnafrádráttin, men
hóast skattalækkingina hava vit
kortini havt stóra framgongd í per
sónsskattainntøkunum.
Hans Jákup Kallsberg vísir á, at í
2014 hevði kommunan eitt skatta
prosent á 22,5 og ein barnafrádrátt á
4.500 krónur fyri hvørt barnið. Vøkst
urin í persónsskattainntøkunum hetta
árið var 10,1 prosent.
– Í 2015 høvdu vit eitt skatta
prosent á 22,0 og ein barnafrádrátt á
5.500 krónur. Hetta árið var vøksturin
í persónsskattainntøkunum 12,11
prosent.
Borgarstjórin vísir eisini á gongdina
higartil í ár, sum hóast stóran vøkstur
í 2014 og 2015 er enn betri enn
undanfarin ár.
– Í ár hava vit eitt skattaprosent
á 21,5 og ein barnadrádrátt á 6.500
krónur. Vøksturin í persónsskattainn
tøkunum higartil í ár samanborið við
somu tíð í fjør er heili 14,2 prosent.
Hans Jákup Kallsberg vísir á, at
trupult er at siga ítøkiliga, hvør orsøkin
til skattavøksturin er, nú kommunan
hevur lækkað skattaprosentið.
– Men, eg trúgvi, at stutta frá
greiðingin er, at flestu borgarar í
arbeiðsførum aldri í kommununi hava
nóg mikið at takast við, leggur borgar
stjórin aftrat.
Hin 1. apríl í ár búðu 352 fólk í
Viðareiðis kommunu, og hetta er
fimm íbúgvar fleiri – svarandi til 1,4
prosent – í mun til somu tíð í fjør.
vilmund@sosialurin.fo
Við hesum trimum hyljunum og nýggja umhvørvinum
kring hyljarnar hevur Viðareiði fingið eina rættiliga
náttúrulund og náttúruperlu. Umhvørvið kring
bygdina er nógv broytt upp á lutfalsliga stutta tíð
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Hin 1. januar 2015 hevði Viðareiðis kommuna onga nettoskuld, og
hóast skattaprosentið er lækkað, eru persónsskattainntøkurnar
nógv øktar, sigur Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen