Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016 Stór og fjøl­ broytt skrá fyri norðoya­ stevnu 2016 Norðoyastevna er fyrsta summarstevnan, og tað er eisini á norðoyastevnu, at stigini í kappróðri byrja at rulla Vilmund Jacobsen Fyrsta vikuskifti í juni verður norðoya­ stevna, og skráin fyri stevnuna byrjar longu mikudagin, 1. juni, tá lagt verð­ur fyri klokkan 16.30 við Bassa føðingar­degi, har øll børn fáa ballón og gávu frá Bassa. Hetta tiltak verður norðan fyri fótbóltsskýlið í Klaksvík. Hósdagin 2. juni er Maverick Barr og grillin partur av skránni, og her verður opið frá klokkan 18 til midnátt. Klokkan 20 verður ungdómsmøti í Soli Deo Gloria, og klokkan 21 verður ung­dómsmøti í Betesda.   Byrjar fríggjadag Fríggjadagin 3. juni verða nógv ymisk tiltøk á skrá í Klaksvík, og tá letur eitt nú upp ein serstøk lista­fram­sýning í høl­unum hjá Klaksvíkar Handverks­ meistara­felag. Latið verður upp klokkan 16, og opið verður til klokkan 19. Framsýningin fevnir um verk eftir fleiri kend listafólk. Hetta er ein sølu­ framsýning, sum verður opin á norð­ oya­stevnu og fram til 8. juni, og tað verður ókeypis at vitja framsýn­ing­ina. Klokkan 18 fríggjadagin 5. juni verður norðoyastevna sett, og tað verður Signhild V. Johannesen, for­ kvinna í mentanarnevndini, sum fer at seta stevnuna á pallinum við tivoli­økið. Í samband við setanina, fer Magni Christiansen at spæla á pall­ inum. Tá setanin verður, lata eisini tivoli við nógvum ymiskum møguleikum og útsølur upp við fótbóltskýlið, og her verða nógvir góðir vinningar. Stórt hoppi­land letur eisini upp á Akurs­ mørk. Fríggjakvøldið verður nógv ymiskt á skránni í Klaksvík, og á tivoli-økinum verður eitt nú pannukøkubúð við belgiskum vaflum. KFUM & K-skótarnir fara at skipa fyri kondibingo, her verður fótbóltur í yngru deildum, ungdómsmøti, og klokkan 21 verður countrydansur fyri 60 ár og eldri, sum eldraráðið í Klaks­vík skipar fyri. Dansurin verður í Smæruni, og tað verður Hallur Joensen, sum fer at spæla. Klokkan 21 fríggjakvøldið verður tónleikur á pallinum á tivoli-økinum við Danny Baldursson, og klokkan 23 verður live-tónleikur við Jens Marna Hansen, eisini á pallinum á tivoli- økinum. Føroyski dansurin er ikki gloymdur í skránni fyri norðoyastevnu, og klokkan 23 fríggjakvøldið verður almennur før­oyskur dansur í Skálanum, har Klaks­víkar Dansifelag skipar fyri.   Stórur leygardagur Leygardagurin 4. juni verður sum vant hin stóri dagurin á norðoyastevnu, og dagurin byrjar klokkan 10.30 við nógvum fótbólti í yngru deildum. Klokkan 11 skipar Treysti fyri árligu rennikappingini, sum kunnað verður neyvari um í skránni fyri stevnuna. Kappróður er ein týðandi partur av gomlu bygdastevnunum, og í Klaksvík verður lagt fyri við barnaróðrum klokk­ an 13 leygardagin, og klokkan 15 byrja FM-róðrarnir, sum eru fyrstu FM- róðrar í kappróðrarárinum. Beint eftir, at FM-róðrarnir eru avgreiddir, verða steypini handað í Klaksvíksgarðinum. Allan leygardagin verður nógvur fótbóltur í Klaksvík, og klokkan ávika­ vist 15.15 og 16.30 verða tveir fót­ bólts­dystir. Fyrst leika gentur U17, KÍa móti TB og síðan Gentur U17, KÍb mót B71. Eftir klokkan 18 verða eisini fót­ bólts­dystir í vaksnamannadeildum, eitt nú millum legendur hjá KÍ og GÍ og í 2. deild, menn, millum KÍ og 07 Vestur. Leygardagin klokkan 18 verður eisini tiltak við Trølla Pæturi og Trølla Ommuni, sum fara at undirhalda á tivoli-økinum, og her verða møtir og tón­leikur. Nevnast kann, at Holgar Jacobsen fer at syngja og spæla á pall­inum á tivoli-økinum klokkan 21, og millum klokkan 21.30 og midnátt verð­ur forkunnugt blues við Big Creek Slim og Una Debess í Café Fríða. Big Creek Slim varð kosin besta blues navn í Danmark 2015, og vann í 2013 Danish Blues Challenge. Leygarkvøldið verður nógv tón­ leika­undirhald í Klaksvík, og klokkan 23.30 til midnátt fer eitt nú Morgun­ kórið við Sigrid Sivertsen at framføra kór­sang.   Samkoma og røða Á midnátt leygarkvøldið verður mid­ náttar­samkoma, har kyndlagonga kemur í Vágstún, og Eyðfinn Reyðberg, stjóri, fer at halda røðu. Aftaná verður stórt   fýrverk og felags­sangur, har morgunkórið við Sigrid Sivertsen kemur at luttaka saman við harmonkispæli Á midnátt leygarkvøldið verður stór­dansur í KÍ-høllini við Signari í Homrum. Víst verður annars til skránna fyri norð­oya­stevnu, sum er í Vikublaðnum í dag. – Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð vilja við hesum ynskja øllum væl­ komn­um á norðoyastevnu, eru seinastu orðini úr Klaksvík á hesum sinni.