mánadagur 30. mai 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016
Eg elski at búgva í Fugloynni
– Eg tími ógvuliga væl at fáast við ferðavinnu. Hetta havi eg gjørt í mong ár. Eg eri uppvaksin og Fugloy,
og eg elski at búgva her, sigur Amalia í Frammistovu, sum eisini er borgarstjóri í Fugloyar kommunu
Vilmund Jacobsen
Fugloy er náttúruvøkur oyggj, sum
hevur fingið navnið eftir tí nógva fugl
inum, sum búleikast á oynni.
Eins og í øðrum oyggjum, sum
høvdu nógvan fugl, hevur minkingin í
fuglameinginum eisini rakt Fugloynna.
Men, sjálv náttúran er hin sama og
eins vøkur og áður.
Oyggin er hin minsta av Norðoyggj
um, stívliga 11 ferkilometrar stór.
Landslagið er høgt, og smáir møgu
leikar eru til havnalag. Tí hava báðar
bygdirnar á oynni, Hattarvík og Kirkja,
sum báðar eru brimpláss, hvør sína
lending.
Hægsta fjall á Fugloynni er Klubb
in, sum er 621 metrar høgur, og út
fyri Eystfelli liggur Stapin, sum er 47
metrar høgur.
Eisini í dag er fólkatalið á Kirkju
umleið tvífalt so stórt sum í Hattarvík.
Hin 1. apríl í ár búðu 40 fólk í
Fugloyar kommunu, og tað er júst
sama tal, sum somu tíð árið fyri.
Fara vit nógv ár aftur í tíðina,
búðu í 1940-unum stívliga 200 fólk í
Fugloy, og í 1950 vóru 195 fólk skrá
sett at búgva í oynni.
Tað er tað mesta av eini fjórðings
øld síðan, at vegasamband gjørdist
veruleiki millum bygdirnar, og teinurin
millum Hattarvík og Kirkju – eftir veg
num – liggur um stívliga fimm kilo
metrar.
Fugloyggin hevur havt elligamlar
skipanir við røkt og veiði í fugla
bjørgum. Nú fólkatalið er so fáment,
og lítið av yngri fólki er eftir í oynni,
verða bjørgini ikki søkt sum áður.
Rekur ferðavinnu
Amalia í Frammistovu, sum býr á
Kirkju, er borgarstjóri í Fugloyar
kommunu, men umframt at røkja
borgarstjórastarvið, rekur hon eisini
ferðavinnu.
– Her kemur nógv ferðafólk í betru
tíðini av árinum, og umframt at eg
bjóði ból og bita, skipi eg eisini fyri
útferðum fyri ferðafólk, sum vitja í
oynni. Eg havi góðar ferðaleiðarar,
sum taka sær av gongutúrum, sum
kunnu snúgva seg um alt frá einum
túri gjøgnum bygdina, fram við fjør
uni og til túrar í hagan og niðan á
Klubban, ið er hægsti blettur á oynni.
Amalia í Frammistovu sigur, at hon
bæði hevur einkultkømur og dupult
kømur, sum hon leigar ferðafólki, og
hon hevur møguleikar bæði í húsum,
hon burtur av brúkar til endamálið –
og í sínum egna heimi, har hon eisini
hevur liggjandi gestir, tá mest er at
gera.
– Eg geri gjarna matpakkar til út
ferðir, og fólk fáa tær máltíðir hjá
mær, sum tey ynskja sær. Longu nú,
vit eru komin í endan av mai mánaði,
hevur væl verið at gera og soleiðis,
sum summarið hevur teknað seg
higartil, sær gott út.
Føroyingar ferðast
Amalia í Frammistovu fegnast um, at
føroyingar í nógv størri mun enn áður
eru farnir at vitja kring oyggjarnar.
– Her koma í hvussu er nógv fleiri
føroyingar út til Fugloyar nú enn áður,
og ein orsøk er, at vit hava fingið
Rituna, sum er eitt so fantastiska
gott skip.
Hon sigur, at trupult er at meta
um, hvussu talið av ferðandi býtir seg
millum føroyingar og útlendingar, tí
hon hevur eingi neyv hagtøl í so máta.
– Men, tað er skiftandi. Viðhvørt
eru nógvir føroyingar, og aðrar tíðir
vitja nógvir útlendingar. Men, eg havi
í hvussu er heft meg við, at talið av
føroyingum, sum vitja í Fugloynni, er
størri nú enn nakrantíð áður, síðan eg
fór undir at bjóða meg fram í ferða
vinnuhøpi fyri nógvum árum síðan.
Amalia í Frammistovu vísir á, at
allar dagar í viku – undantikið sunnu
dag – hava fólk eisini høvi at koma út
til Fugloyar um morgunin og halda
fram til Svínoyar seinni sama dag og
síðan heimaftur úr Svínoy um kvøldið.
– Hetta gevur ferðafólki møguleik
an at vitja báðar oyggjarnar saman
dag, um tey ynskja tað.
Hon vísir á, at ein túrur niðan í
Vatnsdal, har eisini vatn er, er ein
lættur, góður og friðarligur túrur, og
hetta er eisini ein frálíkur familjutúrur,
har børnini saktans kunnu verða við.
– Hetta er ein túrur mest sum eftir
sløttum, leggur hon aftrat.
Amalia í Frammistovu sigur, at ein
annar góður túrur er niðan á Klubban,
hægsta blett á oynni, og hetta er ein
túrur, sum er longri.
– Familjan er mær ein góður stuðul,
tá summarið kemur, og í summar fái
eg eitt nú hjálp frá verdóttrini, Marit
Christiansen, sum saman við soni
mínum, Andrassi, býr í Hvannasundi
og gongur á læraraskúla. Andrass er
nýliga vorðin útbúgvin timburmaður
og arbeiðir hjá Norðhús. Sum er,
kunnu tey hjálpa til um vikuskifti,
men tá tey fáa summarfrí, fer at liggja
betri fyri.
Amalia í Frammistovu sigur, at tá
familjan er í Fugloy og hjálpir til, er
vanligt, at tey størru ommubørnini
hjá henni eisini hjálpa til við eitt nú
servering, tá borðreiðast skal við mati
til gestirnar.
Elski Fugloynna
– Eg tími hetta ógvuliga væl, eri upp
vaksin og Fugloy, og eg elski at búgva
her. Tankin at flyta av oynni kemur
mær als ikki til hugs. Her er náttúra,
friður og eitt so fantastiskt ljós, sum
eisini listarfólk hava brúkt í sínari list,
sigur Amalia í Frammistovu.
Tey, sum vilja vita meira um eitt nú
ból og bita í Fugloy, kunnu hyggja inn
á facebook-síðuna – Fuglurin – sum er
síðan hjá Amaliu í Frammistovu.
vilmund@sosialurin.fo
Í Fugloy verður borðreitt við øllum góðum
Umframt at vera borgarstjóri í Fugloyar kommunu, er Amalia í Frammistovu eisini
aktiv í ferðavinnuhøpi. Umstøðurnar til ból og bita hjá Amaliu eru góðar