Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 20 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016 Nógv virksemi í Hvannasundi – Vit eru í einari góðari gongd í kommununi, og Hvannasunds kommuna hevur onga nettoskuld, sigur borgarstjórin, Katrin Næs Vilmund Jacobsen Í Hvannasundi hevur verið arbeitt við at byggja nýggja atløgubryggju til Strand­faraskipið Rituna, og her hevur eis­ini verið arbeitt við at byggja nýggja at­løgu til alibátarnar, sum røkja sjógv­ alingina norðan fyri byrgingina. Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Katrin Næs, sigur, at tørvur hevur verið á nýggjari atløgu til Rituna, og tørvur hevur eisini verið á at skilja ferðafólk og farm frá øðrum, sum gongur fyri seg á havnalagnum. – Málið við nýggju ferjuleguni er eis­ini at gera tað tryggari og behagi­ lig­ari hjá teimum, sum koma og fara við Rituni. Vit vilja eisini geva møgu­ leikar fyri, at eitt nú Sam kann koma higar, um onkrar størri maskinur ella annað skal flytast. Soleiðis skulu vit hava eina rampu til bilaferju. Eisini bíðirúm Borgarstjórin vísir á, at við í ætlan­ini at bøta um Hvannasund sum sam­ ferðslu­havn er eisini ein bygningur, sum skal byggjast á havnalagnum til bíði­rúm við almennum wc og hølum til goymslu av farmi. – Vit fara at byggja ein bygning á havnalagnum, sum verður 10 ferðir 15 metrar stórur, og hesin kemur líka sum at rúma trimum eindum. Ætlanin er so at leiga ein part av bygninginum út til Strandfaraskip Landsins. Katrin Næs sigur, at tey hava biðið byggifelagið Articon, sum hev­ur arbeitt nógv fyri kommununa í sein­ astuni, um at stoypa fundament til bíði­rúmið. Hon vísir á, at Hvannasunds komm­ una liggur rímiliga væl fyri, tá ræður um ferðavinnu, og tað er umráðandi, at umstøðurnar hjá ferðafólki, bæði føroy­ingum og útlendingum, sum vitja kommununa, eru góðar. – Vit koma at byggja bíðirúmið við wc og farmagoymslu sjálvi, men tá Ritan er ein partur av okkara almenna sam­ferðslukervi, er tað ikki meira enn rímiligt, at ein partur av íløguni í ferju­ leguna kemur frá landinum. Borgarstjórin vísir á, at Bakkafrost hevur sjógvaling bæði norðan fyri og sunnan fyri byrgingina, og tað verður Bakkafrost, sum kemur at leiga nýggju atløgubryggjuna norðan fyri byrg­ing­ina. – Vit fegnast um, at Bakkafrost hev­ur nógv virksemi í okkara komm­ unu, og umframt sjógvaling, hevur felag­ið eisini stóra smoltstøð á Norð­ toftum. Tey eru ikki so fá í okkara kommunu, sum hava sína inntøku hjá Bakkafrosti. Serstøk havnanevnd Tá tú ferðast í Hvannasunds komm­ unu, sæst skjótt, at hetta er eitt øki, sum í sínari tíð hevði nógvan útróður. Í dag er lítil útróður. Onkur bátur rør út, men í mun til áður er hetta nærmast við­fáningur. – Sjálvandi er tað okkara vón, at út­róðurin einaferð fer at taka seg uppaftur, men vit kunnu ikki rokna við, at tað verður, sum tað var. Fólk eru farin í aðra vinnu, og útróðrarmenn eld­ast eisini. Tá eingin tilgongd er, verður útróðurin neyvan hin sami aftur. Katrin Næs sigur, at onkur bátur roynir eftir hummara í Hvannasundi. Borgarstjórin vísir á, at á havna­ økinum hevur Hvannasunds kommuna eitt samstarv við Viðareiðis kommunu, har Hvannasunds kommuna stendur fyri ¾ og Viðareiðis kommuna fyri 2/5 av íløgunum og inntøkunum. – Havnalagið koyrir soleiðis í einum roknskapi fyri seg og hevur mest at kalla hvílt í sær sjálvum við eitt nú vøru­gjaldi, brúgva-og havnagjaldi og leigu­gjaldi. Tað er ein serstøk havnanevnd, sum umsitir havnina, og henda nevnd er mannað við tveimum um­boð­um úr báðum kommununum og einum for­ manni, sum ikki er kommunu­stýris­ limur. – Skulu íløgur gerast og lán takast, mugu slíkar avgerðir sjálvandi takast í kommununum báðum, leggur hon aftrat. Gongur væl Katrin Næs letur annars væl at gongd­ini í Hvannasunds kommunu, og tað gongur eisini væl fíggjarliga við einum skattaprosenti á 19,9. – Vit hava ein góðan skúla, sum við árunum er víðkaður nokso nógv. Her er alt goldið. Vit hava eisini ein lut­ fals­liga nýggjan og góðan dag­stovn, Barna­húsið Imba. Hon sigur, at kommunan hevur ar­ beitt við at sóttreinsað drekkivatnið, og í hesum sambandi er nýggj leiðing løgd heim úr Fossá. – Vit fara eisini at seta reinsiverk upp úti á Norðtoftum til tey fólk, sum búgva her. Hinvegin reinsar smolt­ støðin, sum er har, sítt vatn sjálv. Tørvur hevur verið á viðlíkahaldi í Hvannasunds kommunu, og her hava tey fingið HJ Asfalt at asfaltera. – Vegurin út á Norðtoftir er vána­ ligur, og hetta er eitt av teimum vega­ strekkjum, sum skal asfalterast, um­ framt onnur vegastrekki í kommununi eisini. Katrin Næs sigur, at kommunan eigur nøkur grundstykki báðu megin Hvanna­sund, og her er møguligt at keypa grundstykki, byggja sær sethús og seta búgv. – Í løtuni veksur kommunan, men barnatalið í skúlanum er við árunum minkað nakað. Hinvegin búgva fólk í flestu húsum í kommununi. Í Barnahúsinum Imba hava foreldur tikið seg saman at hava ein part av húsinum opið til ungdómin tvær ferðir um vikuna, og samkomurnar gera eis­ ini eitt gott arbeiði. Í Norðdepli er handil við øllum vanligum gerandis­ vørum. – Jú, eg haldi, at vit eru í einari góð­ari gongd í kommununi, og Hvanna­sunds kommuna hevur onga nettoskuld, leggur borgarstjórin, Katrin Næs, aftrat. vilmund@sosialurin.fo Nýggj atløgusíða til alibátar hjá Bakkafrosti til alingina norðan fyri byrgingina Mynd: Vilmund Jacobsen Katrin Næs er borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Her verður nýggj atløga gjørd til Rituna og rampi til bilaferju Mynd: Vilmund Jacobsen