mánadagur 30. mai 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016
Viljin Catering úr at gera
Umframt kafé og stóran ídnaðarkøk á Húsum, hevur Viljin Catering eisini flytbaran
ídnaðarkøk til uppgávur aðrastaðni, og ferðast verður kring landið við køkinum
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan Viljin Catering, sum hjúnini,
Hannebeth og Magni Garðalíð á Hús
um eiga og reka, hevur úr at gera, nú
summarið stundar til.
Heima við hús hava tey stóran
ídnaðarkøk, og tey hava eisini útvegað
sær ein flytbaran ídnaðarkøk, og báðir
køkarnir hava hvør sína heilsufrøðiligu
góðkenning.
Við fyritøkuni Viljin Catering bjóða
tey seg fram bæði í Kalsoynni og inni
á fastlandinum at gera mat til ymisk
høvi og tiltøk. Tey ferðast soleiðis um
meginpartin av landinum við sínum
útboði og fleksiblu møguleikum.
– Vit hava nógv at gera í Kalsoynni
í betru tíðini av árinum, og ikki minst
standmyndin av kópakonuni í Mikla
dali dregur nógv fólk til oynna.
Magni Garðalíð sigur, at nú tey
bæði hava stationeran køk á Húsum
og flytbaran køk, er tað eitt størri tal
av tiltøkum tey matgera til inni á fast
landinum enn í Kalsoynni.
– Men, tað veldst sjálvsagt eisini
um árstíðina. Vit hava havt nógv at
gera í Klaksvík og aðrastaðni seinastu
tíðina, men nú summarið stundar til,
verða fleiri og fleiri uppgávur í Kals
oynni. Tað er soleiðis, at vit gera mat
til mong ymisk høvi – alt frá barna
dópum, føðingardøgum og brúdleyp
um til ervi.
Hann vísir á, at við flytbara køk
inum, sum bara krevur el, vatn og
frárensl, kunnu tey fara um landið og
gera mat.
– Eingin uppgáva er ov stór, og vit
taka fegin móti øllum fyrispurningum
um matgerð og borðreiðing, sigur
Magni Garðalíð.
Eisini útferðir
Umframt tænastur við mati, kann
Viljin Catering eisini skipa fyri útferð
um í Kalsoynni.
– Vit kunnu altíð fyrireika eitt til
tak, sum fevnir bæði um mat, mat
pakka og útferðir, og vit skaffa ferða
leiðarar, tá tað er ynskiligt.
Magni Garðalíð sigur, at herfyri
vóru eini 300 fólk hjá eini fyritøku
í Kalsoynni, og her skipaði Viljin
Catering fyri øllum – mati, matpakka,
útferðum og øllum, sum kravdist til
ein dagstúr.
– Í nógvum førum skipa vit fyri øll
um sjálvi, og í øðrum føri samstarva
vit við fólk í hinum bygdunum í Kals
oynni. Í fyrsta lagi hava vit familjuna
til hjálpar, og tá tiltakið fevnir breitt,
og vitjað verður í øðrum bygdum í
oynni, samstarva vit gjarna við onnur,
soleiðis at ferðafólkini fáa tað, tey
spyrja eftir.
Hann sigur, at herfyri var lands
dansistevna í Klaksvík, og tá mat
gjørdu og borðreiddu tey fyri umleið
420 fólkum í Badmintonhøllini í
Klaksvík.
– Í síðstu viku gjørdu vit buffet til
tveir rundar føðingardagar, sum vórðu
hildnir samstundis í Skálanum í Klaks
vík. Hetta var vælkomst føðingar
dagur. Buffét’in var til 150 fólk, og
vit syrgdu alla tíðina fyri, at matur var
frammi í ymisku íløtunum.
Magni Garðalíð vísir á, at ovnurin,
sum tey hava í ídnaðarkøkinum á
Húsum, hevur 16 skuffur, og ovnurin
í flytbara køkinum hevur 20 skuffur.
Bæði heima við hús og í flytbara
vogninum hava tey køling.
– So, hetta er stórur kapasitetur,
og báðir ovnarnir kunnu soleiðis rúma
fleiri lambskrovum í senn.
Kafé’in á Húsum
Í kafé’ini á Húsum hava hjúnini fingið
sær nýggjar stólar, og nú summarið
stundar til, fer kafé’in eisin at hava
opið regluliga fyri summargestum.
– Er tað soleiðis, at vit skulu gera
ein stóran døgurða, ringja fólk altíð
frammanundan og bíleggja. Hinvegin
eiga vit altíð rávøru inni, og vit kunnu
altíð steikja ein buff til ferðafólk, sum
koma á gátt á Húsum.
Tey, sum vilja vita meira um tær
tænastur, sum Viljin Catering veitir,
kunnu ringja á tlf. 222060 og spyrja
seg fyri.
– Vit eru at finna á heimasíðuni
www.viljin.dk, og okkara teldupostur
er maturviljin@mail.fo, sigur Magni
Garðalíð, sum altíð er fryntligur at
hitta.
vilmund@sosialurin.fo
– Eingin uppgáva er ov
stór, og vit taka fegin móti
øllum fyrispurningum um
matgerð og borðreiðing,
sigur Magni Garðalíð
Hjúnini, Magni og Hannebeth Garðalíð