mánadagur 30. mai 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
24
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016
Góður matur og ból og biti hjá Elisabeth
Norðhús byggir kirkjuhús í Hvannasundi
Vilmund Jacobsen
Tað er hugnaligt á matstovuni hjá
Elisabeth Nybo á Viðareiði, og her
fæst eitt nú fiskur, fuglur, búffur og
lambaryggur.
Omaná
verður
borðreitt
við
desertum, breyði, bollum, køkum
og ísi, og alt er heimagjørt hjá
matstovueigaranum, ið eisini hevur
tvey kømur, sum fólk kunnu leiga.
Viðareiði er ein náttúruperla, og
tað er ikki av ongum, at Elisabeth
Nybo, sum er ættað úr Suðuroy, hevur
trivist so væl her norðast í Føroyum.
Í fleiri ár hevur hon havt matstovu,
og í summarhálvuni hevur hon vanliga
havt opið til 15. august. Men, tá tú
hevur arbeiðsplássið heima við hús,
ber til at vera fleksibul, og tað er
Elisabeth Nybo eisini.
– Vísir tað seg, at nógv framvegis
er at gera, tá august er hálvrunnin,
kann eg sjálvsagt hava longri
opið. Hinvegin taki eg altíð ímóti
bíleggingum
uttan
fyri
sjálva
vertíðina, tá fyrispurningar eru um
tiltøk, sum fólk ella arbeiðspláss
ynskja at hava um okkara leiðir, sigur
fryntligi matstovueigarin.
Vanliga er opið hvønn dag í
summarhálvuni frá klokkan 12 til
21, men alt árið kunnu fólk seta
seg í samband Elisabeth, um tey í
felagsskapi ynskja sær ábit ella ból
og bita.
Nógvir fyrispurningar
Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði
er nógv eftirspurd og hevur rættiliga
fingið fótin fyri seg í ferðavinnuhøpi.
– Tá eg hevði havt opið í 10 ár,
hevði eg havt heili 40.000 vitjandi, og
tá eru ikki tey íroknað, sum bara hava
verið inni á gólvinum og lænt wc ella,
sum hava spurt seg fyri um eitt hvørt.
Øll hesi 40.000 keyptu sær ein bita -
døgurða ella bara ein kaffimunn - inni
hjá mær.
Elisabeth Nybo heldr, at summarið
teknar seg væl, og hon hevur longu
fingið fleiri fyrispurningar.
– Tað er skilagott hjá fólki, sum
ætla sær at vitja um hesar leiðir
í summar, at bíleggja sær pláss,
bæði á matstovuni og ból og bita, tí
eftirspurningurin er stórur.
Hon vísir á, at longu nú noyðist
hon at hyggja í kalendaran, áðrenn
hon sigur ja til fleiri gestir ein part av
summarinum.
– Men, eingin skal halda seg aftur.
Eg geri altíð mítt besta fyri at veita
hvørjum einstøkum viðskiftafólki eina
so góða tænastu sum gjørligt. So, fólk
eru altíð hjartaliga vælkomin at venda
sær til mín.
Smyrja matpakka
Elisabeth Nybo sigur, at fólk leita sær
til Viðareiðis, tí tey eru nøgd við tað,
tey fáa.
– Men, tað er so sanniliga eisini
vakra náttúran sum dregur. Eg selji
eisini bólkaútferðir við matpakka
og ferðaleiðara, og her eru fleiri
møguleikar, harav túrurin niðan á
Enniberg er hin mest eftirspurdi.
Aðrir møguleikar eru eitt nú Viðvík
og Malinsfjall, leggur hon aftrat.
Vilmund Jacobsen
Í Hvannasundi er byggifyritøkan
Norðhús í holt við at byggja eitt
kirkjuhús, og tað er Hans Edmund
Josephsen, sum er arbeiðsformaður
hjá fyritøkuni.
Hann sigur, at teir byrjaðu upp á
arbeiði í Hvannasundi nakað fyri árs
skiftið, og arbeiðið hevur gingið væl.
– Tað var í januar, at vit líka
sum settu ferð á hetta arbeiði, og
tíðarætlanin hevur hildið.
Tað
er
Mayfinn
Norðoy
og
fyritøkan Kontrast, sum hava teknað
kirkjuhúsið.
– Húsið, sum er 160 fermetrar og
bygt í einari hædd, kemur at hava ein
stóran sal, wc’ir og ídnarkøk, og tað
kemur eisini at hava ymiska útgerð,
eitt nú ljóðannlegg og video-kanón.
Hans Edmund Josephsen sigur, at
kirkjuhúsið skal leverast fyri ólavsøku.
– Vit gera alt lendis-og byggiarbeiði
sjálvir og hava undirveitarar til eitt
nú hita, el og málaraarbeiði. Tað
er Signar Kallsberg, sum syrgir fyri
hita og saniteti, El-In, sum ger el-
innlegginarnar, og málaraarbeiðnum
tekur Magni Jacobsen sær av.
Norðhús hevur einar 4-5 mans á
byggiplássinum í Hvannasundi.
25-30 mans
Norðhús hevur gjøgnum árini framt
nógvar størri og smærri byggi
verkætlanir, bæði vinnubygningar og
sethús.
– Vit eru millum 25 og 30 mans
í arbeiði, og fyri framman er ymiskt,
sum vit skulu gera. Eitt nú skulu vit
skifta tekjuna á kirkjuni í Svínoy, og her
skulu vit eisini bøta um atløgusíðuna.
Í fyritøkuni hava vit eisini kavara og
kunnu tí eisini bjóða okkum fram at
gera arbeiðir undir vatni, sigur Hans
Edmund Josephsen.
– Eingin uppgáva er ov stór, og
eingin er ov lítil. Vit stremba
– altíð eftir at vera fremst og best,
og vit halda hetta vera
– avgerandi fyri, at vit hava so
nógvar og nøgdar kundar, sigur
arbeiðsformaðurin.
Tey, sum vilja vita meira um
Norðhús,
kunnu
hyggja
inn
á
heimasíðuna www.nh.fo
– Sjálvt um nógvir gestir vitja um summarið, skal eingin halda seg aftur við at ringja og spyrja, tí eg
geri altíð mítt besta fyri at ganga ynskjunum hjá ferðafólki á møti, sigur Elisabeth Nybo á Viðareiði
– Vit gera alt lendis-og byggiarbeiði sjálvir og hava undirveitarar til eitt nú hita, el
og málaraarbeiði, sigur arbeiðsformaðurin, Hans Edmund Josephsen
- Eg geri altíð mítt besta fyri at veita hvørjum einstøkum
viðskiftafólki eina góða tænastu, sigur Elisabeth Nybo
Mynd: Vilmund Jacobsen
Norðhús hevur gjøgnum árini framt nógvar størri og
smærri byggiverkætlanir. Her eru nakrir av monnunum,
sum byggja kirkjuhúsið í Hvannasundi
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Tað er so sanniliga eisini vakra náttúran sum dregur, sigur
Elisabeth Nybo, sum sjálv hevur tikið hesa myndina