mánadagur 30. mai 2016síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
26
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016
Hallur spælir til
dans fyri teimum eldru
REYÐBERG
ER RØÐARI
Eitt av stóru tiltøkunum á Norð
oyastevnu er midnáttarsamkoma í
Vágstúni. Samkoman samlar van
liga nógv fólk at hoyra horntónleik,
røðu, síggja fýrverk og verða við í
felagssangi.
Millum klokkan 23.00 og
23.30 spælir Klaksvíkar Horn
orkestur í Vágstúni, og á midnátt
kemur kyndlagonga í Vágstún.
Síðani fer Eyðfinn Reyðberg
at halda røðu. Eyðfinn Reyðberg
arbeiddi í Norðoya Sparikassa í
25 ár, og 10 av árunum var hann
stjóri í sparikassanum. Eyðfinn
er nú stjóri í vinnufyritøkuni
Vinnuvitan, ið millum annað rekur
roknskaparskipanina Vinnuvitan.
biz. Eyðfinn er eisini nevndarlimur
í fyritøkum í Føroyum og Danmark
og er frammi sum greinari í
miðlunum.
Eftir røðuna verður stórt fýr
verk og síðani felagssangur, har
Morgunkórið hjá Sigrid Sivertsen
luttekur saman við harmoniku
spælarum.
LEGENDUR
FARA
Á VØLLIN
Í hesum døgum er sannur fótbólts
fepur í Klaksvík, og klaksvíkingar
eru sera spentir um mansliðið, sum
í ár hevur staðið seg sera væl.
Tað gjørdi KÍ eisini í 1990’
unum, tá ið teir vunnu tvey FM-
heiti, tríggjar steypakappingar
og vóru við í altjóða fótbólti, har
tað gjørdist til søguligan sigur
á ísraelskum liði. Tá myndaðu
spælarar sum Kurt Mørkøre,
Jákup Mikkelsen, Allan Mørkøre,
Jan Andreasen, Allan Joensen,
Harley Bertholdsen, Jan Joensen,
Olgar Danielsen og aðrir liðini,
sum stóðu seg so væl og vóru
støðugur partur av toppinum í
føroyskum fótbólti.
KÍ kappaðist nógv av árunum
við GÍ, sum eisini vann føroya
meistaraheiti og steyakapping.
Hjá GÍ vóru spælarar sum Jens
Martin Knudsen, Magni Jarnskor,
John Petersen, Símun Petur
Justinussen og Sámal Joensen
profilar.
Fríggjakvøldið kl. 18.00 fara
KÍ og GÍ legendur at dystast ímóti
hvørjum øðrum, og tá fara nógvir
av spælarunum, sum umboðaðu
feløgini í 1990’unum, aftur á
vøllin. Ferðin verður neyvan tann
sama sum í 90’unum, men undir
haldið verður ivaleyst gott.
Fríggjakvøldið verður country
dansur fyri fólk 60 ár og eldri
Eldraráðið í Klaksvík skipar á Norðoya
stevnu fyri countrydansi í virkishús
inum Smæruni á Kjalarvegi. Dansurin
er fyri fólk, sum eru 60 ár og eldri.
Smæran er virkishús fyri borgarar
yvir 60 ár og er partur av verkætlanini
Undir Kráarbrekku. Í Smæruni eru
ymisk virkistilboð og møguleiki fyri
samveru. Innihaldið skal fremja heilsu,
trivna og møguleikar fyri at skapa net
verk og vinarbond.
Eingin minni enn Hallur Joensen
skal spæla til dansin. Hallur hevur
seinastu árini verið fremsti country
sangarin í landinum, og tá ið hann
eisini er klaksvíkingur og búsitandi í
Klaksvík var upplagt at fáa hann at
spæla til dansin í Smæruni.
Hallur hevur nógvar kendar sangar
á bæði føroyskum og enskum máli, og
hann plagar at duga væl at finna røttu
sangirnar til fjøldina, hann spælir fyri.
Eldraráðið í Klaksvík boðar frá, at
avmarkað tal av fólki sleppur í Smær
una, og fyri ikki at fara upp um mest
loyvda talið mugu fólk tekna seg til
tiltakið. Tað kunnu tey gera á telefon
228488, og kostnaðurin er hundrað
krónur.
Hallur Joensen spældir til dans í
Smæruni fríggjakvøldið kl. 21.00.
Torbjørn í Gamla Seglhúsi
Signhild setur stevnuna
Jóhanna heldur røðu
Signar spælir í høllini
Torbjørn Olsen letur sunnudagin
upp listaframsýning í Klaksvík
Fríggjakvøldið verður Norðoyastevnan sett
Sunnudagin
verður fólka
fundur í Vágstúni
Signar í Homrum
spælir til dans
í KÍ-høllini
Sunnudagin kl. 14.00 verður ferni
sering í Gamla Seglhúsi í Klaksvík,
har listaframsýningar eru regluliga.
Seinastu árini hava fleiri av
kendastu føroysku listamonnunum
lagt leiðina fram Seglhúsinum, og
sunnudagin verður ein av teimum
stóru aftur í húsinum.
Tað er Torbjørn Olsen, sum
komandi tíðina fer at sýna fram
verk í Klaksvík.
Framsýningin letur upp sunnu
dagin kl. 14.00, tá ið fernisering
verður. Høvi verður at heilsa upp
á listarmannin, og Karl Martin
Samuelsen og Eyðun Nolsøe fara
at spæla nakrar sangir. Eisini held
ur Hilmar Høgenni, formaður í
Listafelagi Føroya, røðu. Okkurt
ábit og leskandi verður eisini at
fáa.
Fyrstu tiltøkini á Norðoyastevnu eru á
skránni mikudagin og hósdagin, men
alment verður Norðoyastevnan sett
við tiltaki fríggjakvøldið kl. 18.00.
Hetta verður á pallinum í Tivoli
økinum.
Signhild V. Johannesen, sum er for
kvinna í Mentanarnevndini hjá Klaks
víkar býráð, fer at seta stevnuna.
Eisini verður tónleikur at hoyra, tá
ið Magni Christiansen fer á pallin at
spæla nakrar sangir fyri fólki.
Ein av afturvendandi tættunum á
Norðoyastevnu er fólkafundurin,
sum verður hildin í Vágstúni
sunnudag.
Klokkan 14.00 fer skrúðgonga
við Klaksvíkar Hornorkestri, bygd
ar- og býráðslimum úr Norð
oyggjum, skótum og ítróttarfólki
úr Klaksvíksgarðinum og heim í
Vágstún.
Har fer Jóhanna á Tjaldrafløtti
at halda røðu. Jóhanna er úr Klaks
vík og er stjóri fyri Húsarhaldskúla
Føroya.
Í Vágstúni fer Klaksvíkar Horn
orkestur eisini at spæla.
Til eina góða stevnu hoyra eisini góð
dansitiltøk, og eitt av teimum verður
dansur í KÍ-høllini leygarkvøldið frá
midnátt.
Tá fer Signar í Homrum at spæla
saman við bólki sínum. Signar telist
millum best umtóktu tónleikarar í
landinum, og eftir at hann fyri nøkrum
árum síðani gjørdist solistur, hevur
hann veruliga havt undanvind.
Signar hevur hesi árini givið føroy
ingum sangir sum Tað er gott at
elska, Kærleikans Mátt, Nú ert tú her
og aðrar. Eisini hevur hann sangir frá
tíðini sum partur av Kjølum, sum fólk
kenna væl.
Tað er Norðoya Frítíðar og Ítróttar
ráð, sum skipar fyri dansinum í KÍ-
høllini.