Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-30, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mai 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 22 • 30. MAI 2016 28 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Norðoyggjar Norðoyastevnan 2016 Hugnalig kafé í hjartanum í Klaksvík Klingrugarður 4 700 Klaksvík Tel. 47 75 45 nh@nh.fo Vit byggja eftir tínum tørvi einki ov stórt og einki ov lítið Vilmund Jacobsen Fríða kaffihús er hugnalig kafé í Nóls­ oyar Páls gøtu 7 – ella mitt í hjarta­ num – í Klaksvík. Hin 1. mars í ár vóru tvey ár liðin, síðan kafé’in læt upp, og hesi árini er kundskarin bara øktur. Fólk, sum einaferð hava verið á gátt, leita inn aftur, og skarin av við­skifta­ fólki veksur alla tíðina. Tá Vikublaðið vitjaði inni á gólv­ inum ein vanligan mikudag seinnapart í síðstu viku, sótu gestir við øll borð, og vit endaðu í hugnaliga krókinum beint undir myndini av tjóðarhetjuni, Nólsoyar Pálli. Tað er eftir Royndini Fríðu – skip­ inum, sum Nólsoyar Páll bygdi á Fløtuni Fríðu í Vági – at kafé-navnið Fríða kemur. Mimmy Vágsheyg, sum eigur og rekur kafé’ina, sigur, at tá høvi er til tess, og gestirnir ynskja tað, fortelur hon um Nólsoyar Páll og hansara lív og verk. Umframt hugnaligu hølini í sjálvari kafé’ini, hevur Fríða kaffihús eisini eina góða og rúmliga terassu á niðaru síðu á bygninginum við frálíkum út­ sýni yvir vánna og Biskopsstø, har Nóls­oyar Páll eisini búleikaðist. Ein góð uppliving Umframt at reka kafé’ina í Nólsoyar Páls gøtu, hevur Mimmy Vágsheyg eina lítla heilsølu við eitt nú te og kaffi, sum hon keypir frá góðum veit­ ara í Íslandi. – Eg byrjaði at innflyta fleiri sløg av te og kaffi úr Reykjavík um somu tíð, sum eg byrjaði kafé’ina. Hetta eru vør­ur, sum verða brendar í Íslandi, har nógv bílig og grøn orka er. Tí kunnu vit eisini siga, at hesar vørur eru eitt sindur grønar, og eg haldi, at vit hava eitt fantastiskt úrval av te og kaffi. Mimmy Vágshey sigur, at tað, sum hon í fyrsta lagi vil við Fríða kaffihús, er at geva gestum eina góða uppliving við góðum úrvalsvørum. – Vit hava eina góða og fjølbroytta matarskrá og allar køkur, sum vit borðreiða við, baka vit sjálvi. Tá tað ber til, baka vit eisini breyðini sjálvi. Hon sigur, at sær til hjálpar hevur hon Høgna Olsen, sum er royndur á baresso-økinum, Bjørg Mohr, sum bakar allar køkurnar og sjeikin, Kristian í Vági, sum er útbúgvin kokkur. – Vit eru soleiðis eini 3-4 fólk, sum meira ella minni burtur av arbeiða á kafé’ini, og haraftrat havi eg skúla­ næm­ingar til hjálpar, tá mest er at gera. Mimmy Vágshey sigur, at Fríða kaffihús hevur allar góðkenningar, og tað hevur lítli og snotuligi køkurin eisini. – Vit hava opið frá klokkan 9-19 vanligar dagar og sunnumorgun, tá vit lata upp klokkan 10, hava vit gott sjálvtøkuborð við brunsh frá klokkan 10-14. Hon sigur, at kafé’in letur upp, áðrenn handlarnir í býnum lata upp, og hon hevur soleiðis opið nakað longri enn handlarnir hava opið. – Vit hava fult skeinkiloyvi, men eingin kemur inn bara fyri at drekka. Tað, sum verður drukkið, er í fyrsta lagi aftur við matinum, og køkurin letur aftur ein hálvan tíma fyri aftur­ lating annars. Góðar afturmeldingar Mimmy Vágsheyg, sum sjálv hevur út­búgving sum tænastuøkonomur í hotel-og matstovuleiðslu og annars hevur drúgvar royndir á sínum øki bæði í Føroyum og uttanlands, sigur, at undirtøkan, sum Fríða kaffihús hev­ ur fingið, hevur verið fantastisk. – Vit fáa góðar afturmeldingar, og vit hava glað og nøgd viðskiftafólk. Hetta er ikki minst mínum sera dugna­ liga toymi fyri at takka, leggur hon aftrat. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Mimmy Vágshey – eis­ini um møguleikar við catering og útleigan av hølunum eftir vanliga aftur­latingartíð – kunnu ringja á tlf. 333344 ella á tlf. 273344. Teldupostadressan er frida@frida.fo – og á facebook kallast síðan Fríða – Tað, sum vit í fyrsta lagi vilja við Fríða kaffihús, er at geva gestum eina góða uppliving við góðum úrvalsvørum, sigur Mimmy Vágsheyg, sum eigur og rekur kaffihúsið í Klaksvík – Fríða kaffihús hevur fingið eina fantastiska undirtøku. Tað er ikki minst mínum sera dugnaliga toymi fyri at takka, sigur eigarin, Mimmy Vágsheyg Mynd: Vilmund Jacobsen