mánadagur 30. mai 2016síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 22 • 30. MAI 2016
31
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Bjargingarbátarnir flotaðir aftur
Nú sjálvbodnu bjargingarfólkini eru tryggjaði, verða Lív Rescue, Sverri og Vón flotaðir aftur.
Loksins eru bátarnir, sum Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg varðar av, flotaðir aftur
Tað var í mars mánað, at Lív Rescue,
Sverri í Vágum og Vón á Eiði, vórðu
lagdir, inntil tryggingarviðurskiftini
hjá óløntu bjargingarfólkunum vóru
komin upp á pláss. Hetta kom tó í
rættlag í síðstu viku.
Hósdagin undirskrivaðu Trygd og
Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg
(LFB) eina tryggingaravtalu, sum
merkir, at sjálvboðin bjargingarfólk
eru tryggjað á ein nøktandi hátt í
sambandi við teirra virksemi í føroysku
tilbúgvingini.
Tryggingaravtalan hevur samtíðis
við sær, at bjargingarfeløgini aftur eru
tøk í tilbúgvingini til leiting og bjarging
á landi og á sjógvi. Arbeiðið hjá
bjargingarfeløgunum var lagt niður í
november mánaða í fjør, tí tryggingar
viðurskiftini tá ikki vóru í lagi. Men nú
eru tryggingarviðurskiftini nøktandi,
og tí verður arbeiðið hjá bjargingar
feløgunum tikið upp aftur.
Tryggingaravtalan inniber, at sjálv
boðin bjargingarfólk, sum eru skrá
sett í einum bjargingarfelagið, og
sum koma til skaðis í átøkum á landi
ella á sjógvi, ikki hava inntøkumiss í
sambandi við óarbeiðsføri. Treytin fyri
endurgjaldi er, at skadda bjargingar
fólkið er fevnt av arbeiðsskaðatrygg
ingarlógini.
Formaðurin í LFB, Regin Jespersen,
fegnast, og hann sigur soleiðis um
nýggju tryggingaravtaluna:
– Vit hava fingið eina góða
tryggingaravtalu, ið er til gagns
fyri sjálvboðin bjargingarfólk, sum
gera eitt stórt og týdningarmikið ar
beiðið fyri tilbúgvingina í Føroyum.
Bjargingarfeløgini hava yvir fimti ár á
baki og útinna hjálpararbeiði í mun til
borgarar og samfelagsvirðir í breiðum
týdningi. Í hesum hjálpararbeiði fyri
landsins tilbúgving, sum til tíðir ikki er
vandaleyst, er alneyðugt við nøktandi
tryggingarviðurskiftum.
Sjóvinna