týsdagur 31. mai 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er sjálvandi eitt val hjá politik
arum, um teir halda tað vera neyðugt
at stuðla privatum fjølmiðlum.
Higartil hevur valið hjá føroyskum
politikarum verið púra greitt. Teir vilja
ikki stuðla privatum miðlum – og teir
hava heldur einki ímóti, at almenni
miðilin etur burtur av grundarlagnum
hjá privatu miðlunum.
Í øðrum londum er støðan mun
andi øðrvísi. Har hava tí mong harrans
ár sæð týdningin av at varðveita eitt
fjølbroytt miðlalandslag, har vit bæði
hava privatar miðlar og almennar
miðlar. Og har er eitt púra greitt
býti, at alment fíggjaðu miðlarnir
blanda seg als ikki upp í kappingina
á
lýsingarmarknaðinum.
Hinveg
in hevur hugtakið »útberingarstuð
ul« verið kent í nógv ár – og eitt nú í
Danmark er hesin stuðul ella hendan
afturbering grundarlagið undan fleiri
miðlahúsinum, eins og teimum stóru
almennu, DR og TV2.
Hjá okkum í Føroyum kom hes
in stuðul eisini í lag – tað var í sjeyt
iárunum, tá allir politisku flokkarnir
høvdu bløð. Tað var bara Sambands
flokkurin, sum slapp undan at lata sín
um málgagni, Dimmalætting, stuðul, tí
blaðið kláraði seg sjálvt. Men kortini
fekk løgtingið í lag eina játtan, sum æt
»stuðul til politiska upplýsing«.
Um hetta ikki var beinleiðis fjøl
miðlastuðul, so var tað kortini hjá
flestu flokkum. Seinni, tá øll tey pol
itisku bløðini vóru burtur, hava flokk
arnir fingið hesar pengar sum bein
leiðis floksstuðul – og hóast kontoin
vist enn eitur »stuðul til politiska
upplýsing«, so eru pirvatu miðlarnir
enn við skerdan lut.
Hóast viljin í løgtinginum hevur
skortað at lætta um hjá privatu miðl
unum, so hevði Bjørn Kalsø, fyrr
verandi landsstýrismaður í menta
málum, eitt uppskot um loysn. Eitt
uppskot, sum kom í tingið, og sum
varð samtykt. Men av tí at mentan
arnevndin súltaði lógina um, hvussu
stuðulin skuldi gjaldast út, fall alt til
jarðar aftur.
Somuleiðis hevur Rigmor Dam,
mentamálaráðfrú, uppskot um miðla
stuðul, sum mentnanarnevndin í løg
tinginum eisini hevur kolldømt.
Størsti trupulleikin hjá tingfólki er,
at tey fegin sjálvi vilja sleppa at gera
av, hvør skal hava, og serliga hvør ikki
skal hava. Rigmor Dam vísir her í blað
num í dag á, at tað er sera torført, um
politikarar skulu meta um, hvør hevur
uppiborið stuðul. Tí mælir hon til út
beringarstuðul til bløðini, og so nevn
ir hon, at Fjølmiðlanevndin kann fáa
uppgávuna at meta um, hvssu stuðul
verður latin til miðlarnar út frá journ
alistiskum treytum.
Ilt kann vera, at taka dagar ímillum,
hvat rættast er og ikki. Men kjakið í
løgtinginum – og sjónarmiðini hjá
fleiri av einmansmiðlunum, er ikki
serliga uppbyggjandi.
Fáa vit ikki eina skilagóða loysn
nakað skjótt, so er vandi fyri at alt bara
flýtur, og at útlendskir miðlar sum
Facebook verða okkara tjóðarmiðil. Tá
hava vit mist meira fyri minni.
Politisku flokkarnir fóru
avstað við miðlastuðlinum
ein spurningur um vilja
Fylla
býin við
tónleiki
Mentanarblaðið
Samd
um hvør
skal
gjalda
Tíðindi síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í dag, mikudag
in 1. juni klokk
an 10, verður
árligi 1-1-2 dag
urin hildin fyri
elstu
barna
garðsbørnunum
í
Tórshavnar
K o m m u n u .
Tiltakið verður
á parkeringsøkinum við Bad
mintonhøllina í Gundadali.
Tað eru Sjúkraflutnings
tænastan, Ráðið fyri Ferðslu
trygd, Tórshavnar Sløkkilið,
Tórshavnar Kommuna, SSP
Ráðgevingin og Politiið, sum
skipa fyri 1-1-2 degnum.
Endamálið við 1-1-2 degnum
er, at øll barnagarðs- og for
skúlabørnini, sum fara í skúla
í summar, fáa ein stuttligan og
læruríkan dag um ferðslu, elds
bruna, bjarging og um at ringja
1-1-2.
Tiltakið er liður í tí fyri
byrgjandi arbeiðnum, sum øll
hesi yrkisfólk eisini taka sær
av.
Nógv verður at hoyra og
síggja hjá børnunum, so sum
smáir og stórir útryknings
bilar, politihundar og tónleikur.
Tað verða umleið 350 børn
og vaksin til 1-1-2 dagin.
1-1-2 dagur í dag
Stóra danska handilsketan T.
Hansen Gruppen A/S kemur
nú til Føroyar. Tað var danin
Bent Jensen, sum stovnaði
fyritøkuna fyri 25 árum síð
an.
T. Hansen fer at halda til
á 1.400 fermetrum í stóra
vinnubygninginum á Hjalla,
har sum 360 í sínari tíð var.
Andreas M. Andreasen, van
liga nevndur AMA, sum
hevur yvir 40 ára royndir
í bransjuni, verður fyribils
settur sum leiðari hjá T. Han
sen í Føroyum.
Í Danmark hevur T. Han
sen 77 handlar, og høvuðs
sætið er á 30.000 fermetrum
í Middelfart.
Umframt eyklutir til bil
ar selur T. Hansen amboð,
súkklur, skutarar, dekk, felg
ur, bilstólar og nógv ymiskt
annað.
– Vit hava stórar ætlanir í
Føroyum og eru spentir upp
á handilin á Hjalla, sum letur
einaferð í heyst, sigur stjórin
og stovnarin av fyritøkuni
Bent Jensen.
T. Hansen letur upp í Føroyum
Í hesum bygninginum hjá Fastogn Føroyum á Sanvíkahjalla, sum áður hýsti
handlinum »360°« letur í næstum upp stóra billuta handilsketan, T. Hansen