Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Nakað av rumbli hevur verið í politisku skipanini seinastu mongu árini og aftur í hes­ari tingsetuni, nú nýggja sam­gongan hevur stungið út í kortið at veita stuðul til privatu miðlarnar. Semja er ikki í samgonguni fyri hes­um stuðli, men kort­ini eru pengar­nir settir til síðis, og lands­stýris­ kvinn­an við mentamálum hevur framvegis vón um, at stuðulin fer at koma ígjøgn­ um. Í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku var ein samrøða við Jón Brian Hvidtfeldt, for­ mann í felagnum Føroysk Miðla­fólk. Hann vísti millum annað á týdningin av at tryggja eitt fjølbroytt og sterkt miðlalandslag, har eitt nú grav­andi journalistikkur verð­ur lyftur bæði tá ið um­ ræður privatu og almenna miðilin. Og hesum er lands­ stýris­kvinnan ikki ósamd í. Í Mentamálaráðnum hava tey gjørt eitt útkast til ein nýggja Public Service sátt­ mála, sum eftir ætlan skal til aðalorðaskifti í løgtinginum í heyst. – Ein partur av tí, sum vit krevja í tí sáttmálanum er, at tað verður farið afturum og í dýpdina í ymiskum málum, sigur Rigmor Dam. Hon vísir á, at stýrið fyri Kringvarpið hevur í eina tíð havt eitt ynski um, at meira gravandi journalistikkur verð­ur gjørdur og so hevur eis­ini verið seinastu tvey ár­ ini. – Kringvarpið hevur sent fleiri dokumentarsendingar seinastu árini, har júst grav­ andi journalistikkurin er í hásæti, so tey hava spent seg út á hesum økinum okkum øll­um at frama, sigur Rigmor Dam. Eitt er tann almenni miðilin, sum er Kringvarp Føroya. Men vit hava eisini priv­atar miðlar, sum eru til við­gerðar í politiska um­ hvørv­inum í hesum døgum. Áðr­enn tingið fór í summar­ frí, varð uppskotið um miðla­ stuðul umrøtt, men fall burt­ ur, tí tað ikki varð avgreitt áðrenn tingið fór til hús. Politik­arar hava tó ført fram síðani, at uppskotið kemur aftur á borðið á ólavsøku og so ella so verður ein privatur miðla­stuðul latin. Politikarar skulu ikki meta um dygdina á miðl­ unum Samgongupolitikarar siga seg vera samdar í, at onkur stuðul skal latast til privatu miðlarnar. Men ósemjan snýr seg um, hvussu stuðulin skal latast og til hvønn. – Eg haldi, tað er sera tor­ ført, um vit politikarar skulu út at meta um, hvør miðil hev­ur uppiborið stuðul. Tí haldi eg, at útberingarstuðul til bløð­ini er ein fínur máti at gera tað uppá, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna. Rigmor Dam er samd við Jón Briani Hvidtfeldt í, at fjølmiðlanevndin, sum hev­ur til upp­gávu at við­gerð­a inn­ komnar kærur um miðlar­ nar, kundi verið sterkari. – Eg haldi, at fjølmiðla­ nevnd­in kundi verið størri og havt betri arbeiðs­møgu­ leikar, tí sum er, hevur hon so at siga onga uppgávu, tí at kalla eingin nýtir kæru­ møgu­leikarnar. Men um vit styrkja um nevndina, kann hon kanska eisini vera myndug­leikin, sum býtir stuðulin út til miðlarnar út frá journa­listiskum treytum, sigur Rigmor Dam. Hon nevnir, at fleiri aðrir møguleikar eru, sum skulu styrkja um miðlar­ nar framyvir. Eitt nú verður arbeitt við einari journalist­ iskari útbúgving á Fróð­ skapar­setrinum, og kemur tann um­sóknin, er lands­ stýrið sinnað at stuðla ætlan­ ini. Tí tað er ein demokrat­ isk­ur tørvur vit hava – at upp­lýsa fólkið. – Tað tykist sum, at vit føroy­ingar ikki reiðiliga virðis­meta, at vit hava hesar journa­listarnar, sum seta teir keðiligu spurningarnar til valds­havarar, sigur Rigmor Dam. Hon vísur á, at tá ið journa­listar fara harðliga eftir einum valdshavara, ja so hava føroyingar lyndi til at taka synd í politikaranum. – Tað er rættiliga um­ vent, tí veruleikin er tann, at journa­listarnir seta spurn­ ingar vegna alt tað før­oyska fólkið. Og uttan journa­listar verður vónleyst at halda eyga við teimum ráð­andi, sigur Rigmor Dam, lands­ stýris­kvinna. Tí metir hon tað eisini um­ráð­andi, at føroyingar fram­yvir fáa eitt betri for­stá­ ilsi fyri týdningin av journa­ listikki. – Sjálvandi eru miðlarnir ikki lýtaleysir, men við stuðli kunnu vit vænta enn betur journalistiskt handverk, sig­ ur Rigmor Dam. barbara@sosialurin.fo EIGA AT HAVA ÚTBERINGAR­STUÐUL TIL BLØÐINI – Privatu miðlarnir líða undir, at vinnulívið hóttir við at taka lýsingar frá miðlunum, um tey fara ov harðliga til verka. Tí haldi eg, at vit mugu hava stuðul til privatu miðlarnar, og eg haldi tað skal gerast millum annað sum útberingarstuðul til bløðini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við Mentamálum PRIVATIR MIÐLAR – Eg haldi tað er sera torført, um vit politikarar skulu út at meta um, hvør miðil hevur uppiborið stuðul. Tí haldi eg, at útberingarstuðul til bløðini er ein fínur máti at gera tað uppá, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna Mynd: Álvur Haraldsen